fríggjadagur 25. mai 2012síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. mai 2012 · Nr. 60
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
www.torshavn.fo
Klipping og skerjing av trøum og runnum
móti gøtu, vegi og almennum øki
Við heimild í løgtingslóg nr. 14 frá
2. mars 1988 um ferðslu, §53, stk. 1,
kann løgreglan eftir samráð við
kommununa krevja at trøð og
runnar og annar vøkstur verða
stívd, sneidd ella snøggað.
Um boðini ikki verða aktað, kann
arbeiðið verða gjørt fyri rokning
grundeigarans.
Klippast skal ájavnt við mark, yvir
gongu- og súkklubreyt og vegøksl
skal fríhæddin vera 2,5 metrar,
meðan hæddin yvir koyriveg skal
vera 4,2 metrar. Og tá skal fyri-
varni takast fyri, at regn kann
tyngja greinarnar niður.
Tórshavnar kommuna
Plan- og rakstrardeildin
Vaglið · Postboks 32
FO-110 Tórshavn
Tel: 302010
min.
250
cm
min.
420
cm
min.
250
cm
Umhvørvisstovan søkir
starvsfólk til deildina Vernd
Traðagøta 38, Argir, tel 342400, us@us.fo
Umhvørvisstovan søkir eftir starvsfólki í
tíðaravmarkað starv at byrja skjótast
gjørligt til deildina Vernd. Starvið fevnir
serliga um málsviðgerð og eftirlit í málum
innan umhvørvislóggávuna. Starvið er
avloysarastarv í fyribils eitt ár fyri eitt
starvsfólk, sum fer í farloyvi.
Vit bjóða
eitt arbeiðspláss við góðum trivnaði og
samstarvi, har tú hevur góðan møguleika at
menna tínar førleikar. Tú kemur at arbeiða
sjálvstøðugt og samstundis í tøttum sam-
starvi við deildarleiðaran og hini starvsfólk-
ini á deildini.
Starvið
Starvið er sera fjølbroytt og er bæði fakliga
og persónliga avbjóðandi, og fevnir m.a. um
viðgerð av umsóknum um umhvørvisgóð-
kenning av virkjum, umsóknum um
innflutning og sølu av einnýtisíløtum,
burturkastøkið og eftirlit.
Førleikar
Skikkað til starvið eru fólk, sum hava lokið
prógv innan verkfrøði, lívfrøði, umhvørvis-
tøkni ella hava aðra náttúruvísindaliga ella
tekniska útbúgving.
Vit leggja dent á, at tú sært nýggjar
arbeiðsuppgávur sum eina spennandi
avbjóðing, kann arbeiða sjálvstøðugt og
dugir væl at samstarva.
Eisini krevst kunnleiki til edv-skipanir og
evni til at samskifta við onnur, bæði í skrift
og talu. Harafturat mást tú vera fleksibul í
mun til at útinna ymiskar uppgávur. Tað er
ein fyrimunur at hava royndir frá almennari
fyrisiting ella vinnulívi. Koyrikort til bil er
ein treyt.
Setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv. Starvstíðar-
skeiðið er fyribils avmarkað til 1. juni 2013.
Løn og setanartreytir eru sambært
sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn, saman við prógvum, CV o.ø., skal
vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta
lagi týsdagin 5. juni 2012. Umsóknir kunnu
sendast við telduposti til us@us.fo.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Suna Petersen, deildarleiðara
á Vernd, ella Jóhonnu Olsen, stjóra.