fríggjadagur 25. mai 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. mai 2012 · Nr. 60
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Laborantur til Fróðskaparsetrið
Vitan er pallurin - forvitni er drívmegin
Eitt fulltíðar starv sum laborantur á starvsstovuna á Megindeildini fyri náttúru- og heilsuvísindi
á Fróðskaparsetrinum við setan frá 1. september 2012 er leyst at søkja.
Starvsøki
Starvið fevnir m.a. um:
• Starvsstovuarbeiði, so sum kemiskar, fysiskar og
biologiskar analysur
• Viðlíkahald av starvsstovutólum
• Heintan og fyrireiking av sýnum til kanningar
• Luttøku í granskingarverkætlanum
• Stuðulsvirksemi í samband við starvsstovuskeið og
vegleiðing av studentum og øðrum starsstovunýtarum.
Førleikar
Vit vænta at tú:
• ert laborantur ella hevur líknandi útbúgving
• ert opin fyri førleikamenning
• megnar at arbeiða sjálvstøðugt
• hevur góð samski?isevni
• ert røkin
• hevur kunnleika til vanlig telduforrit
Umsóknin
Við umsóknini skulu leggjast avrit av prógvum, ævisøgu
(curriculum vitae) og møguligum viðmælum.
Umsóknarfreistin er 1. juni 2012.
Setan og løn
Starvið verður sett í samsvari við Reglugerð fyri
størv á Fróðskaparsetri Føroya og er lønt
sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Starvsmannafelagið.
Umsóknin skal sendast til
Fróðskaparsetur Føroya
Setursskrivstovuna
J. C. Svabos gøtu 14
Postrúm 272
110 Tórshavn
Nærri upplýsingar fáast hjá dekani á Megindeild-
ini fyri náttúru- og heilsuvísindi Hans Paula
Joensen, hanspj@setur.fo og Svein-Ole Mikalsen,
professara, á tel. 352556 ella teldupostadressu
sveinom@setur.fo.
Upplýsingar um Fróðskaparsetur Føroya eru at
finna á www.setur.fo.