fríggjadagur 25. mai 2012síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 60 · 25. mai 2012
2
VIKUSKIFTI
Børn og ung, sum eru sálarliga veik, standa á
langum bíðilistum fyri at fáa ta hjálpina, tey
hava brúk fyri, og tað er als ikki nøktandi.
Carita Bjørklund, nývald forkvinna Meninfelag teirra Brekaðu í Føroyum
Facebook
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Eini 30.000 føroyingar eru á Facebook
– og nógv fólk brúka Facebook-miðilin
dagliga. Summi deila upplivingar og
meiningar í stórum stíli við sínar vinir,
meðan onnur eru meira varin og eyg
leiða meira sínar vinir og kenningar.
Men stóð tað til danska rithøvundan
og útvarpsvertin Knud Romer, so
rýmdu vit øll av Facebook – og tað í
stundini.
Svart hol
Í vikuni hevði danska blaðið Politiken
samrøðu við Knud Romer, og tað hevur
givið ekkó í kjakinum niðri.
– Eg elski internetið, sum eg rokni
sum svar upp á mínar bønir. Vitan
er atkomilig, eg kann hava natúrligt
samband við fólk í Japan og USA, og
einvegissamskiftið hjá valdsstovnum
er knúst. Men Facebook er blivið ein
krabbasvullur á internetinum. Tað
er eitt stórt, svart hol, sum sýgur alt
innihald til sín, sigur Knud Romer við
Politiken.
– Allir tínir tankar, uppskiftir, sangir,
verkætlanir, leinkjur og vitan er nú
stongd inn í tínum lítla, rotna sosiala
bólki av vinum, sum allir eru samdir
við tær. Fyri meg er Facebook endin á
internetinum, sigur Knud Romer.
Hann heldur, at stóri trupulleikin
við at brúka Faceook er, at útbreiðslan
av vitan verður avmarkað.
– Trupulleikin er, at onnur fólk
hava ikki atgongd til ta vitan, sum er
í teimum ymsu vinabólkunum, og tú
kanst ikki leita tað fram á Google. Tí
er Facebook í stríð við fremsta enda
málið við internetinum – opið og frítt
samskifti og útbreiðsla av vitan, sigur
Knud Romer.
Vit
vilja
eygleiðast
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Teitur Lamhauge Jensen / Mynd: Høgni Heinesen (Heinesen Myndir)
klumman
Eyðun
Klakstein
Sleppið tykkum burtur av Facebook, tí tað
er ein krabbasvullur á internetinum, sigur
útvarpsverturin og rithøvundin Knud Romer
Facebook
er ein svullur
Ein stórur meiriluti av føroyingum vil
eygleiðast av vakmyndatólum á almennum
støðum.
Tað er niðurstøðan av einari Gallup
kanning, sum Dátueftirlitið lat gera fyrr í ár.
Spurningurin til fólk var »Skal tað vera
loyvt at hava vakmyndatól á almennum
økjum í Føroyum, sum handlum v.m.?« Og
greiða svarið frá fólki er ja. Heili 81 prosent
av teimum spurdu halda, at tað er rætt at
seta vakmyndatól upp á almennum støðum.
Helst hava vit vant okkum við, at
vakmyndatól eru í ávísum handlum, men tað
hevur ikki verið vanligt at hava vakmyndatól
á almennum støðum í Føroyum.
Borgarstjórin í Havn hevur róð fram undir,
at slík eftirlitstól áttu at verið sett upp
ymsastaðni í høvuðsstaðnum. Hugskotið við
slíkum myndatólum er at fyribyrgja herverki
og harðskapi og møguliga gera tað lættari at
uppklára brotsverk.
Tað er púra vanligt í stórbýum uttanlands,
at vakmyndatól halda eyga við miðbýum og
náttarlívi, og tað hevur gjørt tað lættari at
uppklára álvarsom brotsverk.
Men hóast tað kann tykjast tryggjandi
at vita sær, at vakmyndatól eru á varðhaldi
á almennum støðum, er tað eisini ein
áhugaverd niðurstøða, at fólk í stórum stíli
taka undir við eftirlitssamfelagnum. Stóra
fjøldin vil eygleiðast, fyri at tey fáu, sum
gera nakað ólógligt, kunnu fangast.
Tað, sum hendir á gøtunum í Havn, kann
á ongan hátt samanlíknast við stórbýir sum
London, París og Berlin, og tað er ræðandi
tanki, at øll fólk skulu verða undir eftirliti,
tí onkur av og á skræðir eina plantu upp,
brýtur ein rút, ella tí áfast verður millum
fullar menn á náttartíð. Í Føroyum kenna øll
hvønn annan, brotsverkini eru fá og tíbetur
sjáldan álvarsom, og tí er trupult í hesum
føri at viga persónliga frælsið og eftirlitið
upp ímóti hvørjum øðrum og koma til
niðurstøðuna, at vakmyndatólk skulu verða
á almennum støðum. Lat okkum heldur ansa
eftir hvørjum øðrum uttan tól og tøkni.
So segði
hon...
Facebook er eitt stórt, svart hol, sum sýgur alt innihald til sín, heldur rithøvundin Knud Romer