fríggjadagur 1. juni 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. juni 2012 · Nr. 62
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
vikuskiftisblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tað var eitt stórfingið tiltak, sum
Hans Mortensen bjóðaði til í Norður
landahúsinum mikukvøldið, tá hann
legði fram Hugsjónir og dreymar um
Havnina innan fyri Stóragarð, sum
arkitektarnir Gunnar Hoydal, Mette
Skjold og Ósbjørn Jacobsen hava
gjørt saman við honum.
Tað er alla æru vert, at ein vinnu
lívsmaður – við góðum estetiskum
sansi – av sínum eintingum tekur eitt
slíkt mál upp til viðgerðar og formar
eitt slíkt uppskot – fíggjað úr egnum
lumma.
Eitt slíkt stig eiga vit at fegnast
um, og Tórshavnar kommuna eigur
at taka væl ímóti slíkum. Hugsandi
er, at kommunalpolitikarar og em
bætisfólk hjá Tórshavnar kommunu
kanska kenna seg traðkað á tærnar
og vilja siga, at tey hava sæð uppskot
ini fyrr, og at fleiri liggja í skuffunum
í gamla kommunuskúlanum á Vagl
inum í Havn.
Tað kann væl vera. Men tey eru so
í øllum førum ikki varpað so væl út til
havnarborgarar, sum hetta uppskotið
varð mikukvøldið, tá ein stúv-stapp
aður salur í Norðurlandahúsinum
lýddi á við áhuga. Havnarborgarar
eiga eisini at fegnast um, at tað eru so
nógv fólk, sum geva miðbýnum ans.
Uppskotini um broytingar vóru
sjálvandi væl grundað og professi
onelt gjøgnumarbeidd. Sjálvandi eru
ymsar hugsanir um, hvussu og hvørj
ar broytingar skulu gerast.
Skulu vit kritisera eitt lítið sindur,
so kundi størri dentur verið lagdur á
handilslívið í Havn. Tað varð als einki
nevnt um handlarnar, hvar teir skulu
vera, hvussu vit økja talið av handl
um og vinnuvirkjum í miðbýnum, tí
tað er eyðsæð, at tað er handilslívið
– saman við mentanarlívinum, sum
fær fólk at koma oman í miðbýin.
Krumptappurin er sjálvandi fólk
ið, sum býr í miðbýnum. Men fæst
virksemið ikki at blóma, so býður
miðbýnum ikki bøtur.
Tað er eisini sera hugaligt at
síggja, hvussu virksemi kann skap
ast í miðbýnum – og hvussu útilív
ið kann mennast. Men sólin skínur
ikki hvønn dag – og tí hevði tað eisini
verið áhugavert at sæð eina tekning
av Vágsbotni, Vaglinum ella Konga
brúnni ein regnvátan dag, tá hann lá
tráur av landsynningi – hvussu eitt
nýtiligt og hugnaligt býarrúm eis
ini kann skapast tá. Vit hava hóast
alt fleiri landssynningsregndagar á
Kongabrúnni ella útsynningsdagar í
Vágsbotni – enn fløvandi sólskinsdag
ar, sum tó eru so góðir, at teir skugga
fyri øllum trega.
Havnar kommuna eigur at taka
hetta uppskotið til sín – og til dømis
skipa fyri eini ráðstevnu eftir valið,
sum hevur til endamáls at skapa
áhuga og kjak um, hvussu vit menna
miðbýin í Havn. Øll eru góð við Havn
ina og miðbýin, men felags stevið til
tess at menn miðbýin tykist torgreitt
at fáa eyga á.
Blómar handilslívið blómar
miðbýurin í Havn eisini
Meðan
Tryggingarfelagið
Føroyar tryggjar veðurtíð
indi í Kringvarpinum, so
er hitt tryggingarfelagið
heldur ikki við sviðusoð, tí
Trygd hevur saman við At
lantsflog sent fleiri fólk til
Danmarkar at gera morg
unsendingar fyri útvarpið.
Løgið nokk hevur Rás2
fyri fáum vikum síðani ei
sini sent fólk til Danmark
ar at gera morgunsending
– og mikudagin varð tann
fjórða seinnapartssending
in mikudag, Ghetto Føroyar,
send á Rás2 úr Danmark.
Eisini fíggjað við sponsori,
BankNordik.
Men Rás2 er ein komm
ersiel útvarpsstøð, sum ein
ans livir av tí, sum verður
vunnið við lýsingarsølu og
sponsorum. Men Kring
varpið vinnur eisini pengar
við lýsingarsølu og spon
sorum, hóast Kringvarpið
skal eitast at vera ein pub
lic service støð, sum krevur
skatt inn frá fólki. Ein slík
støð skal vera púra óheft –
hon sal ikki vera hora fyri
vinnulívið, tí tað undir
grevur integritetin hjá øll
um journalistunum í Kring
varpinum.
Tragist men spell.
Poul Michelsen, ting
maður, hevur givið ilt av
sær, tí at Posta brúkar al
mennar pengar til at kapp
ast við privat virki um
farmaflutning. Tað er eisini
langt úti, at eginpeningurin
hjá Posta verður brúktur í
slíkari kapping. Men hetta
er føroysku politikkur í ein
um nøtuhylki.
Kanska júst hetta við
Posta nívur serliga nógv
hjá Poul Michelsen, tí hetta
er ein vinna, sum hann
hevur skil fyri. Men hevði
hann verið í miðlavinnuni,
so hevði hann eisini spurt,
um tað er í lagi, at Menta
málaráðið letur Kringvarp
ið kvala privatu miðlarnar
við høpisleysu kappingini.
Tað eru so nógv dømi
um, at ryggleysir politikar
ar lata almennar stovnar
kvala privat vinnuvirksemi
bara tí at politikarar ikki
tora at taka neyðugu av
gerðirnar – sum til dømis
at reka Krinvarpið bíligari
ella útvega tí fleiri pengar
– ella at privatisera allan
postflutingin.
– Takið tykkum saman,
tit sum ráða fyri borgum!
Tryggingar tryggja
Kringvarpið
Gott við kjaki um miðbý í Havn
– Eg skyldi ikki tí almenna
eina krónu!
Tað sigur Kaj Leo Jo
hannesen, sum øtast um
ákærurnar ímóti honum á
Vágaportalinum leygardagin,
har hann og Jørgen Niclasen
í einum lesarabrævi verða
skuldsettir fyri at eiga ella
hava átt feløg, sum skylda
landinum MVG.
Spurdur um einki parta
felag, sum Kaj Leo Johannsen
hevur varðað av skyldar tí al
menna nakað, sigur Kaj Leo
Johannesen púra greitt nei.
Spurdur, um nakað felag,
sum hann hevur varðað av,
hevur pádrigið nøkrum tap,
tí almenna, privatum ella
virki, sigur løgmaður, at tað
veit hann einki um.
Eigur tú ikki at vita tað,
tá tú hevur verið stjóri og
nevndarformaður?
– Eg havi ongan kreditor
lista, men eftir míni bestu
sannføring skyldaðu feløg
ini ongum nakað. Alt er upp
gjørt og hvør hevur fingið
sítt. Eg átti ein triðing í ein
um felag saman við Róa Eg
holm og Kára Danielsen.
Feløgini, sum løgmaður
var knýttur at, eru sambært
vinnuvitan.biz hesi:
• KRK-Holding P/F (Strikað)
eigari og nevndarformaður
• Farex P/F (Strikað) nevnd
arformaður
• Kaldbaks Seafood P/F
(Strikað) nevndarformaður
• Sisero Sp/F (Strikað) nevnd
arformaður
• Trans-Farex Invest P/F
(Strikað) nevndarlimur
Løgmaður sigur, at hann veit,
at hetta eru grovar ákærur.
Og spurdur, hví hann ikki av
sannaði hetta fyrr enn fýra
dagar seinni, sigur hann, at
tað er ikki alt, hann tímir at
svara uppá.
– Men hatta átti redakøt
urin á Vágaportalinum ikki
at lagt út á netið, sigur løg
maður.
Kaj Leo skyldar ongum nakað
Eyga
málið og
sjónarring
urin
Theodor e. d. Olsen
Eygamálið á síðu 16
Hvar
gongur
markið?
Jóannes Eidesgaard
Tíðargrein síðu 17
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000