fríggjadagur 1. juni 2012síða 38
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 62 · 1. juni 2012
2
VIKUSKIFTI
Um eitt ferðafólk fær eina keðiliga uppliving inni
í einum handli í Føroyum, fortelur viðkomandi tað
alt fyri eitt fyri øðrum ferðafólkum
Theresa T. Kreutzmann, stjóri á Kunningarstovuni í Havn
Heilsa
Inna Törnroos
Inna@sosialurin.fo
»Tað kennist sum at dryppa føturnar í
sjampanju«.
Soleiðis verður fótaviðgerð við lítla
fiskinum Garra Rufa ofta lýst.
Doktarafiskurin livir í áum í
Turkalandi, Ísrael og Sýrialandi og
hevur leingi verði nýttur til viðgerð av
ymiskum húðsjúkum – sum til dømis
psoriasis og eksem. Fyri nøkrum árum
síðani byrjaði rákið at bjóða fiskavið
gerð á viðgerðarstovum, og nú er tað
eisini komið til Føroya.
»Feet N Feed« hevur latið upp í
Havn, og ætla tey at bæði bjóða viðgerð
fyri føtur, hendur og allan kroppin.
Húðin verður bleyt
At fiskar skulu eta av einum ljóðar eitt
sindur ógvusligt, men vert er kanska
at nevna, at Garra Rufa fiskurin hevur
ongar tenn, og tí nipsar hann bara
burtur av hørðu húðini.
Húðin gerst bleyt og deilig, og spýtti
hjá fiskinum ger, at húðkyknirnar
verða stimbraðar, og blóðreinslið økist
í húðini.
Skál og kom víðari!
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Petur Elias Petersen / Mynd: Høgni Heinesen (Heinesen Myndir)
klumman
Rólant
Waag Dam
Nú eru nýggjar tíðir í Føroyum, tí nú skal fiskurin
eta teg – og ikki tú eta fiskin. Tað er ikki vanligur
toskur, vit tosa um, men lítli doktarafiskurin Garra
Rufa, ið etur harða húð á fótum og hondum
Nú skal fiskurin
eta føroyingin
Álvaratos! Var nakar í iva, so loyvi eg mær
hervið at staðfesta, at almenni føroyski
holdningurin til rúsdrekka er milt sagt
láturligur, fyri ikki at siga fullkomiliga
klikkaður og hol høvdið! Víst er allur
rúsandi løgur beista ósunnur. Tað eri eg
og tey flestu við mær, tíbetur, greið um.
Ósunna aspektið er eisini eitt nógv brúkt
argument í rúsdrekkakjakinum, men tað er
fullkomiliga høpisleyst at nýta tað í hesum
samanhanginum.
Í Føroyum anno 2012 er bæði loyvt
at bryggja og selja øl, vín og brennivín! Í
Føroyum hava vit eisini drúgvar royndir
við at bryggja øl, sum ganga fleiri hundrað
ár aftur í tíðina. Stóra føroyska bryggjaríið,
Føroya Bjór, er 124 ára gamalt og hevur
vunnið altjóða virðislønir fyri sína fram
leiðslu.
Tíverri fyri føroyska ølframleiðsluna
snaraði Restorff bryggjarí, sum er uppaftur
eldri enn Føroya Bjór, lykilin um fyri nøkrum
árum síðani, men síðani er Okkara komið,
sum hevur framleitt minst tíggju ymsar øl til
føroyingar og føroyska marknaðin.
Føroyingar hava eisini altíð verið ídnir
brennivínsbryggjarar. Fredrikkurin er
kanska tann kendasti av slagnum, men
kring alt landið hava menn og kvinnur
roynt at framleiða rúsdrekka. Kjallaravirk
semi av hesum slagnum er ikki eins útbreitt
longur, og við Dism er føroyska brennivíns
framleiðslan vorðin skipað, soleiðis at vit í
Føroyum í dag lógligt framleiða bæði snaps
og vodka.
Hetta er veruleikin í dagsins Føroyum.
Lógligi veruleikin, væl at merkja.
Men í Føroyum er ikki loyvt at lýsa
við hesum vørum, ið annars púra verða
framleiddar í Føroyum í tráð við galdandi
reglur. Í staðin verður hetta pakka inn í
»Mææh«, »Biiip« og »Fiskur« í útvarps- og
blaðlýsingum. So er tað lógligt – skil tað
hvør í skilja vil.
Feskasta dømið um føroyska dupult
moralin á rúsdrekkaøkinum, eru mongu
ølsølurnar, sum koma kring landið. Mær
dámar væl bjór, og tí fegnist eg um, at tað
er vorðið høgligari hjá mær at fáa fatur í
hesum.
Eg kann tó ikki lata vera við at undrast.
Øl og vín og má fyri alt í verðini ikki út í
handlarnar. Tað hevði byrjanin til eina før
oyska vanlagnu. Ein glíðibreyt av teimum
fúlu, soleiðis at vit ongantíð fáa fótin fyri
okkum aftur. Tað er líka so víst sum at sólin
rísur í eystri og setur í vetri.
Men at selja øl beint við síðuna av ella
yvir av einum matvøruhandli er eingin
trupulleiki. At selja øl inni í sama bygningi
ella húsi, sum ein matvøruhandil er heldur
eingin trupulleiki. Tað er heldur eingin
trupulleiki, at tað eru somu starvsfólk, sum
selja vanligar matvørur og annað inn til
bakdyrnar bresta upp og klokkan ringir, og
tey síðani leypa aftur um fyri at
avgreiða ølsøluna.
Altso. Eg kann keypa nøkur
stearinljós inn í handlinum, fara út
úr handlinum og inn í ølsøluna, fyri
síðani at verða avgreiddur av sama
fólki. Tað er er fullkomiliga láturligt!
Tak nú síðsta fetið, Føroyar! Ein
øl er ein øl og ikki nakað »mæææh«,
og núverandi ølsøla er rætt og slætt
fjollutt!
So segði
hon...