fríggjadagur 1. juni 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 62 · 1. juni 2012
10
VIKUSKIFTI
Forsetin
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Í 17 ár hevur hann verið virkin í nevnd
hjá Ítróttarsambandi Føroya, og sein
astu tvey árini hevur hann verið forseti
í felagsskapinum, sum varðar av før
oyskum ítrótti.
Petur Elias Petersen úr Sandavági
var herfyri afturvaldur sum forseti,
og hann trívist væl í leiklutinum sum
fremsta umboð hjá føroyskum ítrótti.
– Mær hevur altíð dámt at verið við,
har tað hendir, og eg havi áhuga fyri
ítrótti. Eg var ikki nakar serliga góður
íðkari, og tí valdi eg heldur at fara í
nevnd – og tað riggaði betur hjá mær,
sigur Petur Elias Petersen.
Og hann hevur arbeitt nógv í
nevndum – bæði í Sandavágs Ítróttar
felag, Hondbóltssambandinum, Róðrar
sambandinum og seinastu árini í
Ítróttarsambandinum.
– Tað eru nógvar smáar og størri
uppgávur sum forseti í Ítróttarsam
bandinum. Tað er nógv samskifti við
fólk og felagsskapir heima og burturi,
vit royna at arbeiða politiskt og ávirka
mál, og vit skulu eisini hugsa um at
flyta ítróttin og ítróttarfelagskapin
skilagott fram á leið, sigur Petur Elias.
Mugu betra og byggja út
Petur Elias Petersen heldur, at føroyskur
ítróttur støðugt stendur fyri stórum
avbjóðingum – eisini hóast summi fólk
vísa á, at ítrótturin er so nógv betur fyri
við fasilitetum enn annað frítíðar- og
mentanarvirksemi.
– Ítrótturin hevur hampuliga góðar
umstøður, men vit ynskja tær betri. Alt
arbeiðið innan ítrótt er sjálvboðið, og
tað liggur eitt sera stórt virði í hesum
fyri alt samfelagið – eisini tá ið vit tosa
um heilsu og fyribyrging av sjúkum,
sigur Petur Elias Petersen.
– Tað mangla høllir, vallir og aðrir
fasilitetir fleiri staðni kring landið,
og vit royna allatíðina at virka fyri,
at umstøðurnar verða betraðar. Vit
royna at vísa bæði lands- og kommunu
politikarum á, at tað er sera týdningar
mikið, at umstøðurnar hjá ítróttinum
eru góðar, so at fólk sleppa at íðka
ítrótt, tá ið tey hava hug til tað og tørv
fyri tí, sigur hann.
– Vansin við, at fasilitetirnir ikki eru
góðir, er, at vit ikki fáa børn og ung
upp í ítrótt. Summa staðni er vansin, at
tað heilt einfalt ikki er pláss fyri øllum
á vølli, í høll ella í hyli til dømis, og
ein annar vansi er eisini, at vit kunnu
missa fólk burtur av teimum virknu
ítróttafólkunum, tí umstøðurnar ikki
eru nóg góðar.
Á veg til Bermunda
Oyggjaleikirnir fylla nógv í føroyskum
ítrótti, og tað er eisini nakað, sum ÍSF
forsetin brúkar nógva tíð til. Nógvar
fyrireikingar skulu gerast til leikirnar,
og ÍSF er í miðdeplinum, hóast sersam
bond, einstakir leiðarar og ítróttarfólk
taka eitt stórt tak hvør sær.
Í 2013 verða Oyggjaleikinir hildnir
á Bermuda, og tað er langur teinur hjá
føroyskum ítróttarfólki at ferðast.
– Vit hava í longri tíð vitað, at hesir
leikirnir fóru at verða ein stór avbjóðing
hjá okkum. Tað er langt at ferðast, og
tað er kostnaðarmikið. Vandin var, at
føroyska oyggjaleikaliðið varð sera
skert til hesar leikirnar, og kanska
bara 30-40 fólk fóru avstað, men nú
sær betur út við tí, sigur Petur Elias
Petersen.
Hann sipar í hesum føri til, at landið
hevur latið eina millión krónur til
føroysku luttøkuna á Oyggjaleikunum
í 2013, og tað munar sera væl í samlaða
projektinum.
– Nú hevur landið hjálpt okkum
sera væl, og hetta ger, at tað verður
møguligt at senda eini 100 ítróttarfólk
avstað til Bermuda. Føroyar vilja hýsa
leikunum um nøkur ár, og tí hevur tað
sera stóran týdning, at vit eisini luttaka
við einum sterkum og væl mannaðum
liði á Bermuda. Nógvar aðrar oyggjar
fara nevniliga at uppliva tað sama, tá
ið leikirnir verða í Føroyum – at tað er
langt og dýrt at ferðast – og tí mugu vit
ganga undan og verða ein fyrimynd.
– Harafturat er eisini eitt signalvirði
í tí, at vit megna at bera ein kostnað
á 3 milliónir krónur fyri luttøkuna á
Bermuda, tí tað fer at kosta okkum
einar 15 milliónir sum land at hýsa
Oyggjaleikunum.
Ítróttarsambandið arbeiðir í løtuni
við at fáa Atlantsflog at flúgva før
oysku ítróttarfólkini til Bermuda.
Ferðin er drúgv, men ætlanin
er, at alt tað føroyska
ferðalagið ferðast við før
oyskum flúgvara alla
leiðina til Bermuda
og heimaftur.
Hetlendingar og grønlendingar hava
víst áhuga fyri at flúgva saman við
føroyska ferðalagnum, men sum støðan
er í løtuni er mest sannlíkt, at føroyingar
fylla eitt flogfar, og so verður tað upp til
grønlendingar og hetlendingar at taka
sær av einum flogfari.
Útvendur persónur
Petur Elias Petersen er nú afturvaldur
til eitt nýtt tvey ára skeið sum ítróttar
forseti, og hann trívist í álitissess
inum.
– Mær dámar væl at verða við og
hjálpa, og eg føli, at eg geri mun í hes
um leiklutinum. Eg fái ikki pengar
burtur úr hesum, men mær dámar væl
at taka eitt tak á hendan hátt, og eg fái
nógvar góðar upplivingar burturúr.
– Eg eri ein útvendur persónur, og
tí havi eg ongar trupulleikar við at
verða eitt umboð fyri ítróttin bæði her
á landi og uttanlands. Tað krevur sjálv
andi nakað av mær, av familjuni og av
mínum arbeiðsplássi, men við vælvild
frá øllum, ber tað til.
– Fólk hava eina góða og positiva
fatan av ítrótti í Føroyum, og fólk
halda, at tað er nakað týdningarmikið
fyri okkara ungdóm, so at tey ungu
hava nakað at fara til og ganga uppí,
sigur Petur Elias Petersen.
Hann dugdi betur í nevnd enn á vølli. Honum dámar væl at taka
eitt tak í føroyskum ítrótti. Og hann er júst afturvaldur sum
forseti í Ítróttarsambandinum. Vit hittu Petur Elias Petersen
og spurdu hann, um forsetaleiklutin í ítróttinum
Heldur í nevnd
enn á vøll
Í fjør vórðu 12 dopingroyndir tiknar av
føroyskum ítróttarfólkum. Seks royndir vórðu
tiknar av mannligum fótbóltsspælarum og seks
av kvinnuligum hondbóltsspælarum. Helvtin
av royndunum vóru tiknar undir venjing og hin
helvtin varð tikin eftir dyst. Allar royndirnar
vóru negativar, t.v.s. at ongin farvegur av
ólógligum stimbrandi evnum varð funnin.
Síðani ÍSF gjørdi avtalu við Anti Doping
Danmark í 2003, eru nú yvir 200 royndir tiknar
av føroyskum ítróttarfólkum, og enn er ongin
tikin fyri at hava tikið ólóglig stimbrandi evni.
– Vit gera fyribyrgjandi arbeiði ímóti doping
bæði við at upplýsa og við at kanna ítróttarfólk,
og enn er so einki føroyskt ítróttarfólk tikið fyri
doping, sigur Petur Elias Petersen.
Eingin tikin fyri doping