Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-04, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. juni 2012 · Nr. 63 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fríggjakvøldið bjóðar Norður­ landahúsið til mentanarnátt og summarframsýning. Summarframsýningin í ár er Laterna Magica, ið er ein stór altjóða ferðaframsýning við trimum av okkara fremstu listafólkum: Astri Luihn, Sigrun Gunnarsdóttir og Edward Fuglø. Framsýningin letur upp mentanarnáttina við tónleiki frá ungum tónlistafólki úr musikkskúlanum og kór­in­ um 17 sangarar. Húsið letur upp klokkan 21. og klokk­ an 22 heldur Bjørn Kalsø, lands­stýrismaður í menta­ málum røðu og setir framsý­ ningina. Síðani sigur Eva Furseth, kurator, nøkur orð um Laterna Magica, fram­ sýningina og stuttsøguna hjá Williami Heinesen. Framsýningin kann síggj­ ast í Norðurlanda­hús­in­um í alt summar til síðst í au­ gust. Síðan fer hon til Vejle Kunstmuseum í Danmark, har hon hongur uppi til november. Í 2013 er hon boðin til Osaka og Nagoya í Japan, til Tróndheim í Noregi og hon endar sína ferð um heystið í Listasafni Kópa­ vogur í Íslandi. Listfrøðingurin Eva Fur- seth hevur valt listafólkini og kuraterað framsýningina. Í bók, sum kemur út í sambandi við framsýningina, skrivar Furseth m.a. fylgjandi, um hví hon hevur valt Laterna Magica sum heiti og tema: »Heitið sipar til stutt­ søguna hjá William Heinesen við sama heiti. Teksturin sigur frá einum barnaminni; kitlandi spenninginum hjá tveimum dreingjum undan eini laterna magica sýning. Hesaferð var tólið, eitt slag av ljósmyndatóli, í ólagi og framsýningin av ongum. Hóast hetta ella kanska júst av hesum, verða teir mongu tímarnir hjá dreingjunum við spentari bíðan og fabulerandi ímyndingum standandi sum eitt virðismikið minni hjá rithøvundinum. William nem­ur her við eina av týdn­ ingarmestu æðrunum í listini – eggjanina av áskoðarans tanka og hugflogi.« Víðari skrivar Furseth: »Framsýningin vísir máln­ingar eftir tríggjar sera ymiskar málarar. Teir hava rein­dyrkað hvør sína heilt ymisku leið innan figura­ tiva samtíðarlist; Astri Luihn arbeiðir innan lýriska abstraktión, Sigrun Gunn­ ars­dóttir leggur seg eftir tí sym­bolska, meðan Edward Fuglø nærkast surrealismu og popart.« Listafólkini hava arbeitt í trý ár við framsýningini. Eva Furseth vildi hava stór­ ar myndir, og tað hev­ur hon fingið. Í øllum Norð­ur­ landahúsinum, í Klingruni, í Forhøllini og í Athøll síggjast veldiga stórir málningar, og í Dansistovuni er ein digital fotosýning, íblástur av stuttsøguni hjá William Heinesen eftir hugskoti hjá Evu Furseth, og sum Brynj­ olvur Andreasen hevur skapt. Stjórin í Listasavni Føroya, listfrøðingurin Nils Ohrt skrivar í framsýningarbókini um tey trý listafólkini. Um Astri Luihn skrivar hann m.a.: »Tað er eitt í allar mátar fantastisk univers, ein upp­ livur í málningunum hjá Astri Luihn, og við síni ekspansivu, ja eksplosivu megi úteftir og uppeftir hava teir í sær eina kosmiska dimensión. Tað sublima formatið verður ikki minni við teimum elasmáu fuglunum, men sjálvt um tað er so, at teir draga fantasi­heimin aftur inn í ein veruleika, hendir hetta bert eitt bil, tí tær yvirjarðisku litformatiónirnar lætta sær aftur á og flúgva út har, ið okkara hugflog leiðir tær«. Um Sigrun Gunnarsdóttir skrivar hann m.a.: »Í ljósinum av hennara tekniska dugnaskapi skal ein ikki fara skeivur av teimum einføldu formunum og teimum stóru littu flat­ unum í listini hjá Sigrun Gunn­arsddóttir. Hetta eru medvitin val, og tað sama eru hin barnsligi stramleikin og einfeldin í kompositiónini, ið nærkast modernaðari minimalismu og planskjóting. Men tað steðgar ikki her, tí tey einføldu og strammu gerandisligu motivini vaksa í næstu løtu inn í gandin.« Um Edward Fuglø kunna vit m.a. lesa: »Surrealisman hjá Ed­ ward Fuglø hevur dám av teknisøgu, reklamu, filmi og tekniskari tekning. Held­ ur ikki er hann kræsin í til­ farsvali. Akrylmáling, plexi­ glas, foto, nylon, áratollar, plast, blaðgull, baðikør, út­ stappaðir fuglar og mangt annað verða nýtt eftir regl­ uni: Heldur gott kitsj enn góðan smakk. Úttrykkið kann vera figurríkt, fabu-ler­ andi, men er oftast minimal­ ist­iskt, og innan fyri hin stramma formin kann so mangt henda.« Bókin við nógvum mynd­ um hevur heitið á fram­ sýningini: Laterna Magica. Tey ið skrivað hava eru Willi­am Heinesen, Anne- Kari Skarðhamar, professari og doktari og listfrøðingarnir Eva Furseth og Nils Ohrt. Hon er skrivað á enskum, donsk­um, norskum og japansk­um. Grafia hevur lagt til rættis, og Estra hevur prentað. Útkomudagin 8. juni kostar bókin 100 kr. – Vælkomin til ment­anar­ nátt í Norður­landa­hús­inum, siga tey í Norð­ur­landa­hús­in­ um. Lambið píndist illa Bóndin Petur Karl av Rana varð fríggjadagin dømdur 10.000 krónur í bót millum annað fyri at hava latið eitt lamb ganga á trimum beinum og pínst Randi Jacobsen Í apríl 2010 meldaði Djóra­verndarfelagið bóndan Petur Karl av Rana fyri djórapínslu. Orsøkin var eitt lamb, sum var komið fyri ein bil, og í staðin fyri at ringja til djóralækna ella drepa lambið valdi Petur Karl av Rana at lata lambið ganga á trimum beinum. Hann kappaði bara brotna beinið av lambinum. Hóast politiið álegði bóndanum at drepa lambið, læt hann tað ganga ein dag aftrat og drap ikki lambið, fyrr enn politiið annan dagin fór eftir honum og fekk hann at drepa lambið. Málið var fyri aðru ferð í rættinum fríggja- dagin. Petur Karl av Rana vardi seg við, at hann læt lambið ganga, tí hann hevði ætlað at funn­ið ærini eitt annað lamb. Tað eydnaðist ikki. Tað ráddi um at finna ærini eitt annað lamb, tí ein nýlemba, sum missir lambið, fer illa, tá ið mjólk­in etur til, og einki lamb er at súgva hana. Hann vardi seg eisini við, at tað tekur tíð at fáa ein djóralækna úr Havn at koma til Suður­ oyar. Hann var tí sjáldan noyddur til sjálvur at meta um, hvat best var at gera. Í hesum førinum tók hann atlit til ærina, og hann metti, at lambið hevði tað gott, tí tí hopp­ aði runt. Birna Mørkøre, lands­ djóralækni var førd sum vitni, og hon var ikki í iva um, at lambið hevði pínst heilt illa, tí kjøtið var bert, og nógvar nerv­ ar eru í bein­inum. Líka sum hjá menn­iskj­um. Skitið fjós Tá ið hetta málið tók seg upp, vóru Búnaðarstovan og politiið farin undir at kanna viðurskiftini í neytafjósinum hjá Petur Karl av Rana í Øravík. Hann hevði fingið eina avtalu, og á næstu vitj­an, stóð betur til, men so var aftur galið. Ar­beiðsarmboðini vóru í ólagi, neytini fingu ikki nóg nógv drekkivatn, og tey stóðu upp um øklar í mykju, so tey fingu ikki lagt seg nakrastaðni á básinum. Fjósið var í ringum standi, tá ið Petur Karl av rana yvirtók tað. Rætturin dømdi Pet­ ur Karl av Rana sam­ svarandi ákærurit­in­um. Hann varð ikki dømd­ ur fyri djórapínslu og mis­røkt men fyri van­ sketni, og tað fekk hann 10.000 krónur í bót fyri. Haraftrat skal hann gjalda sakar­máls­út­ reiðsl­urnar. Petur Karl av Rana, sum er størsti seyðabóndi í Suðuroynni, hevur ikki longur festið í Øravík, og øll neytini eru tikin av. Gandað mentanar­nátt í Norðurlanda­húsinum FRAMSÝNING – við málarunum Astri Luihn, Sigrun Gunnarsdóttir og Edward Fuglø