mánadagur 4. juni 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 4. juni 2012 · Nr. 63
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Megintankin í uppskotinum
er at skapa eitt eyðkent og
væl vart býarrúm í miðjuni
á tí útlagda økinum, ein
miðdepil og eitt borgara
torg, sum samstundis verður
týdningarmesta savningar
staðið í býnum við handlum,
kaffistovum, miðstøð fyri
ferðafólk og vitjandi í einum
ringi, uttan um torgið og við
skrivstovum, vinnuvirkjum
og íbúðum í teimum ovaru
hæddunum á húsunum.
Hetta býartorgið hevur
eitt skap, sum fer at verja fyri
veðri og vindi og gera, at har
verður dámligt at vera, eisini
gerandisdagar, tá ið virk
semið er avmarkað.
Út frá hesari kjarnuni
ber so til at byggja út í stig
um so hvørt, bygningar sum
mentanarhúsið,
sjóvinnu
savnið, umsitingarhús til
kommununa við tænastum
til borgararnar. Týdningar
mikið er tað, at miðbýurin
longu kann vera ein veruleiki
sum handilsmiðstøð innan
fyri eitt stutt áramál og uttan
at krevja stórar almennar
íløgur í fyrsta umfari.
Støðuplanurin
er
ein
faldur og sannførandi við
teimum báðum áunum, Ósá
og Vágsá, sum lata seg upp
móti vánni, Vágsá sum ein
býarkend kanal, ið førir inn
til ein bátahyl í suðursíðuni
á býartorginum, Ósá sum
ein frítt rennandi á, ið end
ar í víkini á sólsíðini við
Biskupsstøð við sandstrond
og neystum, soleiðis sum
fyrr var í Klaksvík.
Hetta gevur tilsamans eitt
skap, ið vendir sær natúrliga
móti vágni og útsýninum, og
her úti, í vøkrum sambandi
við býartorgið, standa teir
týdningarmestu bygningar
nir: Mentanarhúsið og sjó
vinnusavnið.
Klaksvík í framtíðini
Í kappingarskránni bað Klaksvíkar
kommuna um uppskot, sum
millum annað fara:
•
at skipa Klaksvík til ein meira samlaðan bý
tvørtur um Eiðið, sum bindur saman báðar
síður í býnum
•
at skipa ein nýggjan miðbý við almennum
funktiónum, sum vilja økja um títtleikan av
fólki, sum hava ørindi í miðbýnum
•
at geva framtíðar miðbýnum loysnir, ið eru
burðardyggar í mun til Agenda 21 prinsippir
•
at vísa á ein meira tættan miðbý við shared
space prinsippum fyri ferðslu
•
at vísa á loysnir, ið taka hædd fyri veðri og
vindi, har serliga vindurin tvørtur um Eiðið
má avmarkast fyri at fáa lívd meginpartin
av árinum, fyri uppihaldi úti fyri gangandi
og súkklandi
•
at gera Klaksvík til ein attraktivan bý, ið
kann kveikja nýggjar vinnur, nýggja mentan
og nýhugsan
•
at geva Klaksvík bygningar í miðbýnum,
sum saman skapa útiøki, har arkitektonisk
dygd og umhvørvi verða raðfest høgt
•
at styrkja og betra um miðøkið sum
møtistaðið, ið varpar ljós á samleika, sum
fer at tryggja eina menning av staðnum og
fólkagrundarlagnum
•
at geva eina heildarætlan, ið skipar miðøkið
og koplar nýtt við verandi bygging í
miðøkinum
•
at geva eitt tilmæli til eina miðbýarætlan,
sum verður implementerað í eini lokalari
byggisamtykt fyri økið.
Byggja út
í stigum
Vinnandi uppskotið
Uppskot 62, mrk. 13542. Klaksvík City Center.
Biskupstorg.
Uppskotsstillari: Henning Larsen Architects, Ósbjørn
Jacobsen, ark., Maine Godderigde, stud.ark., Anna
Sundstedt, stud.ark., Wesam Asali, visualisering, Kalle
Park, Veðursimulering (Danmark)
Vann 1. heiðursløn: 400.000 krónur
Í uppskotinum verður eisini
nortið við ferðsluviðurskift
ini.
Teir
báðir
armarnir
í
býnum
verða
styrktir
við gongubrúgv fram við
innasta partinum av vág
ni, og innaru megin gongu
brúnna verður skotið upp
at hava tættari bygging
við handlum, skrivstovum
og íbúðum nakað sum utt
an um býartorgið. Á vest
ara
arminum
inn
ímóti
miðøkinum er skotið upp
at byggja eitt nýtt hotel.
Ferðsluskipanin
er
ein
føld við einum vegi inn
til
busstøðina
tætt
upp
at torginum og annars at
hava løgd tún felags fyri
koyrandi,
gangandi
og
súkklandi ferðslu. Harum
framt verður skotið upp
at gongubrúgvarnar verða
bundnar saman og halda
fram tvørtur um Eiðið til
Borðoyavík og økið Úti í
Grøv.
Teir einstøku partarnir í
uppskotinum kunnu verða
nærri viðgjørdir í enda
ligu ætlanini, men tað er
týdningarmikið
ikki
at
sleppa
høvuðsskapinum
við sínum greiðu útsýnis
linju, eitt skap, sum á stór
fingnan hátt er vístur í
stjørnuskapaðu tekningini
av samanbindingini millum
verandi býin og tann nýggja,
sum er komandi hjartað í
býnum.
Dómsnevndin heldur, at
hetta uppskotið er eitt greitt
og
byggilistarliga
vakurt
svar til settu uppgávuna,
og
at
tað
fer
at
geva
býnum eitt spennandi og
hugvekjandi grundarlag fyri
framhaldandi
arbeiðinum
at gera nýggja miðbýin í
Klaksvík til veruleika.
Nýtt hotell
TORGIÐ
Ein partur av uppskotinum er at gera eitt fullkomuliga nýtt torg –
Biskupstorgið – sum kann koma at síggja soleiðis út í framtíðini
ÁHUGI
Fleiri fólk vóru til tiltakið, tá vinnarin av kappingini varð avdúkaður
HEIÐUR
Gunvá við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík handar vinnaranum heiðursbræv fyri uppskotið
Mynd: Dávur Winther