Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. juni 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. juni 2012 · Nr. 63 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nøvn Okkum barst frá at fylgja Jógvani til gravar, tí vil eg minnast Jógvan við nøkr­ um fáum orðum. Eg havi kent Jógvan alt mítt lív. Familjur okkara vóru bund­ nar saman, við tað at ein systir hansara giftist við beiggja mínum, og ein syst­ ir mín giftist við beiggja hans­ara. Tó at eg annars ikki havi havt so nógv við Jógv­an at gera gjøgnum lívið, so hava vegir okkara kross­að alla tíðina. Longu sum níggju ára gamal var eg fyrstu ferð saman við hon­um. Teir høvdu tá í tíð­ini ein bát í Klaks­vík, “Sendi­boðið”, sum varð nýtt­ur til at boða evan­geli­ið við. Hvørt ár, tá í nøkur ár í fjør­ut­un­um, brúkti Jógv­ an summar­frí­tíð sína til at sigla í Sunda­lag­num og á Skála­fjørð­in­um og halda møti sam­an við pápa mín­ um og øðrum monn­um. Tað árið, sum eg fyrstu ferð var við, vóru tað, umframt teir báðar, Theo­dur við Keldu, Dánjal beiggi mín og Tom Nicolejsen, van­liga róptur fergu Tom úr Havn, og so eg og beiggi mín Hans Christ­ ian, sum vóru smá­dreingir. Tað eru aðrir, sum eru nærri til at skrivað um Jógv­an enn eg, men eg eri glað­ur um, at eg fekk lov at fáa nakrar túrar í lag saman við Jógvani, nú hann var vorð­in gamal, men hevði so góðan hug at koma til nøkur pláss, sum hann ikki hevði verið í fyrr. Vit gjørdu ein túr til Hest, ein til Koltur og ein til Skúvoy og Stóru Dímum. Alla staðni var tað hetta, sum Jógvani lá mest á hjarta, tað at siga nøkur orð ella syngja ein song um Jesus. Eg eri glaður fyri, at eg kundi gera hesar túr­ar­ nar saman við gamla sam­ arbeiðs­manni pápa míns. Harrin styrki teg Astrid góða og øll tíni. Ærað veri minnið um Jógvan Gerðalíð. Richard Danielsen Dagurin verður hild­in leyg­ ardagin 9. juni í kjall­aranum í samkomusalinum í Nebo á Toftum frá kl.18.00 og út á kvøldið. Tey, sum ynskja at heilsa upp á Hervør, eru væl­ komin í Nebo. Mamma vaks upp í Húsa­ vík. Sum 6 ára gomul var hon fyri tí vanlagnu at missa sína kæru mammu, og bert 14 ára gomul misti hon pápa sín. Hetta vóru herviligu tuberkl­ arnir, sum tóku familju henn­ara og hon stóð utt­ an foreldur. Men familjan í Húsa­vík var góð við hesa for­ eldraleysu gentu í bygdini. Sum allar gentur tá í tíðini fór mamma at tæna bert 15 ára gomul. Hon kom at vera í Skopun hjá Monu og Andrias í Hvannasundi. Hon plagar at siga, at tíðin í hesum heimi var sum eitt Paradís. Sum blaðung kom mamma til stórbýin at vera; ein dreymur fyri eina ungu bygda­rgentu tá í tíðini. Hon kom at arbeiða á vaskarínum á Dronn­ing Alexandrin­es hospi­tali (Lands­sjúkra­húsið). Eisini kom hon at arbeiða á pen­sjonat­inum hjá Hall­gerð og John Sivert­sen á Abba­ trøð. Har kom hon at kenna pápa mín, Andrew Djurhuus, sum tá koyrdi hýruvogn í Havnini. Pápi var av Gjara­ nesi á Skalafjørðinum. Hann andaðist fyri 13 árum síðani. Pápi og mamma fingu bert tað eina barnið, sum var ein drongur. Hervør ynskti at kalla pápa sín upp, sum bar navnið Poul Jóhan. Eftir kríggið fór Tórs­havn­ ar kommuna at stykkja út byggigrundir langt uttanfyri tað, sum tá var Havnin. Hend­an útstykkingin lá so langt uttanfyri býin, at tað hevði fingið navnið “Úti í Grønlandi,” tí at fara heilt har út var sum at fara til Grønlands. Hendan nýggja út­ stykkingini, sum so sanniliga var ein nýhugsan og nýbrot tá í tíðini, kom at umfata gøturnar Tórfinsgøtu, Jákup Nolsøesgøtu, Eiriksgøtu og Leivsgøtu. Í 1950 bygdi pápi og mamma hús í Jákup Nol­ søes­gøtu. Tey fluttu inn í hús­ini seinnapartin í sama ári, og mamma býr enn í Ják­up Nolsøesgøtu og í somu húsum. Í hesi gøtu og í hesum húsum í Jákup Nol­ søesgøtu 12 eigi eg míni bestu barnaminnir – takkað veri eini góðari mammu og einum góðum pápa. Av fólkunum, sum vóru millum tey fyrstu, ið settu búgv í Jákup Nolsøesgøtu, eru ikki mong eftir, men mamma sæst enn í gøtuni, ikki minst, tá hon ger sína dagligu gongd oman í handilin hjá Jóhannes Andreassen, sum hann kallaðist, tá foreldur míni bygdu úti í Grønlandi. Í dag eitur hann “Handilin úti í Grønlandi.” Mamma og pápi komu regluliga í samkomuna í Ebe­ nezer, og har kemur mamma framvegis. Tey lærdu meg at ganga trúfast til møtini og í sunnudagsskúla, har eg lærdi at elska Guds orð. Eg havi onkuntíð hoyrt mammu siga, at ein av monnunum, sum plagdu at siga eitt orð í Ebenezer, tá hon kom har sum nýgift, var Havna Jørgin. Hon minnist, at hann spurdi hana um hon var frelst. Hetta hevði eingin áður spurt hana um. Tað var gott, at tað vart onkur, sum spurdi eftir sálini hjá mammu míni, tí tað er ikki vist, at eg hevði verið ein trúgvandi í dag, um eg ikki átti eina trúgvandi mammu. Nú mamma er komin upp í árini, setur hon enn størri prís upp á samfelagið við samkomuna í Ebenezer, har hon eigur nógvar góðar vinir og nógv kær minnir. Mamma var heima­gang­ andi øll míni barna- og ungdómsár, og tað var gott at koma heim og vita at mamm­ an var heima. Tað var eisini gott at hava eina mammu heima í mínum ungu døgum, tí vinarringurin var stórur, og mangan hevði eg vinirnar heim við, og altið var mamma blíð og til reiðar við einum drekkamunni. Eg havi nógv at takka henni fyri m.a. tann góða upp­vøkstur hon, saman við pápa, gav mær, har linjurnar vóru greiðar, hvat tú kundi og ikki kundi. Mamma var ógvuliga umhugsin, at tað ikki kom nakað inn í mítt lív, sum kundi draga meg burtur frá tí andaliga. Eg minnist eitt barnaheim, sum var opið fyri gestum, og búgvandi gestirni vóru mangan nógvir, ikki minst tá samfelagsmøtini vóru í Ebenezer. Mamma hevur upplivað, at hóast hon kom at standa einsamøll eftir í sini egnu familju, og hóast hon einans fekk ein son, so eigur hon í dag eina stóra familju, sum hon er glað fyri. Eg má takka henni fyri, at hon tók so væl ímóti mær, tá eg kom inn í hennara lív við konu og fýra børnum, sum hon og pápi við tað sama tóku til sín og vísti sín stóra og uppoffrandi kærleika til. Mamma gleðir seg at møta vinum, skyldfólki og kenn­ ingum leygardagin 9. juni í Nebo á Toftum, sum eru hjartaliga vælkomin til opið hús, sum letur upp kl.18.00 Ein heilsan til tín mamma, Poul Jóhan Jógvani Gerðalíð til minnis Kend havnarkona verður 80 ár Hervør Djurhuus úti í Grønlandi rundar tey áttati sunnudagin 10. juni Hervør (v.m.) og ungdómsvinkona hennara, Anna, sum møttust aftur í Sønderborg eftir næstan 60 árum