mikudagur 6. juni 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. juni 2012 · Nr. 64
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Sum vit nevndu í oddagrein
ini fríggjadagin, so saknaðu
vit í øllum hesum arkitekta
kappingum og hugskotum
at síggja, hvussu vit skapa
hugnalig býarrúm í vanligum
føroyskum veðri. Tað vil siga
í keðiligum veðri.
Tað skertst ikki burt, at
veðrið flestu dagar er tað, vit
kunnu kalla ófantaligt. Tí er
tað eitt sindur misvísandi, at
arkitektar altíð vísa myndir í
fagrasta veðri.
Og tað ber prísin, tá vinn
arauppskotið í Klaksvík
sum annars sær rættiliga
spennandi út er myndprýtt
við parasollum og baðandi
fólkum á hvítum sandi í
Klaksvík.
Fordómar ella ikki. Slíkt
veður fáa vit ikki í Klaksvík
ella fyri tað nakra aðra
staðni her á landi, at tað ber
til vaða upp undir bringu á
eini føroyskari strond. Til
gjørda myndin úr Klaksvík
vísir okkum, hvussu tað í øll
um førum ikki verður!
Seinastu árini eru nógv
fólk vorðin havsvimjarar.
Hetta er eitt ítriv, ið tekur
dik á seg. Men hyggið eftir
teimum, sum loypa á blám
an: 10-20 sekund, so tey uppi
aftur, og so er dagsins svimju
túrur liðugur. Kalt og lekk
urt, siga tey. Men harfrá og til
Costa del Klaksvík tað man
vera at taka í so rívan til...
Vit kunnu geva Høgna Hoydal rætt
í, at best hevði verið, um føroyska
fólkið varð spurt á sinni, um vit
tóku undir við donsku grundlógini
ella ikki. Í grein í gjár spyr fullveld
isstríðsmaðurin mikli, hvussu tað
ber til, at danski grundlógardagurin
verður hildin í Føroyum, eins og var
hann ein hátíðardagur.
Høgni Hoydal, sum er tann ein
asti í føroysku politisku skipanini
á tingi og í landsstýri, sum hevur
skrivað undir uppá at heiðra og æra
donsku grundlógina sum fólkatings
maður, sigur, at danska grundlógin,
sum fyri danir var frælsisbrævið
mikla, fyri føroyska fólkið gjørdist
tað øvugta. Altso danska grundlóg
in er ófrælsisbrævið hjá føroyingum.
Danska grundlógin fær skuldina fyri,
at føroyingar liva í ófrælsi.
Í politikki kann man siga so nógv.
Og man kann loyva sær so nógv.
Men politikkur og politiska skipan
in er ein mynd av fólkinum. Vit fáa
tað løgting og tað landsstýrið, sum
vit hava valt. Føroyingar hava – síð
ani vit sluppu at endurstovna løg
tingið, brúkt tað mesta av tíðini at
diskutera júst tað sama, sum Høgni
Hoydal og Tjóðveldi gera. Um vit
skulu vera í ófrælsi saman við Dan
mark, ella skipa okkum sum fullveldi
– ella republikk, sum ein harðmæltur
tjóðveldismaður plagar at rópa um.
Men tað hava vit ikki valt. Tá
lagaliga løtan hevur verið – og fólkið
hevur valt sjálvstýris- ella fullveld
isflokkar í meiriluta á ting, so hev
ur tað kortini ikki riggað. Vit kundu
ímyndað okkum, at tá hesi flokkar
endiliga høvdu meirilutan, so tóku
teir av. Men har kom altíð okkurt
annað í vegin. Møguleikin var í 1946,
undir sjálvstýrislandsstýrinum frá
1963-67 og undir fullveldislandsstýr
inum um aldamótið.
Vit kunnu altíð diskutera um or
søkirnar til, at tað miseydnaðist. Sagt
verður, at danska imperialisman
kolldømdi fólkaviljan í 1946. Kanska
tað var so. Men fólkið valdi so ikki
loysingarflokkarnar í meiriluta á
tingi í 1946. Sjálvstýrislandsstýrið
varð kallað klandurslandsstýrið,
og seinasti møguleikin – undir full
veldislandsstýrinum, varð endaliga
bumbaður niður og norður, tá næst
formaður Tjóðveldisfloksins legði
Anfinn Kallsberg og Jørgen Niclasen
undir at stjala.
Øll hava ikki somu hugsjón um
frælsi, sum Høgni Hoydal. Tí kenna
flestu føroyingar seg frælsar undir
donsku grundlógini, hóast tilgogdin
í sínari tíð kanska ikki var so demo
kratisk, sum hon átti at verið. Men
harfyri hava vit sum tjóð, sum fólk,
við landsstýri og løgtingi og fólka
tingsmonnum góðtikið hesa skipan
við at virka undir henni.
Vit kundu eisini havt eina fólkaat
kvøðu fyri ella ímóti donsku grund
lógini – og sæð, hvussu leikur fór...
Øll okkara politiska skipan
hevur virkað undir grundlógini
Finnur Koba Eg og mín
persónligi
coach/stylist
ur, Rúni Friis Kjær, skatta
mótadýpið til nýggju tíð
indasendingina
í
sjón
varpinum
í
summar.
Húðin skal fáa sólviðgerð,
hárið skal av; men eftir
tógvið
stríð
eydnaðist
mær at yvirtala stylist
in at lata yvirskeggið fáa
frið at vaksa seg sterkt til
29. juni, tá fyrsta fríggja
kvøldssendingin verður á
skíggjanum. Phew!
– Ja, okkurt hava tey tíð
til í sjónvarpinum, hóast
tey ikki at tíð at gera tíð
indi í summar...
fræls undir grundlóg dana
Costa del Klaksvík
Siga vit
hurrá fyri
ófrælsinum?
Høgni Hoydal
kjak á síðu 19
Góðan
grundlóg
ardag
Edmund JOensen
kjak á síðu 19
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lisið á
Við jøvnum millumbilum
gevur
Býarbókasavnið
í Havn út ljóðbókalista,
og
nú
er
2012-útgávan
komin.
Ljóðbøkur
eru
bøkur, sum eru lisnar inn
á band, fløgu ella mp3. Tær
geva møguleika at lesa
bókmentir, hóast umstøður
ella stundir ikki eru at seta
seg niður við eini vanligari
bók. Allir lánarar kunnu
læna ljóðbøkur.
Ljóðbókalistin
er
ein
lítil bók við yvirliti yvir
allar tær ljóðbøkur, sum
Býarbókasavnið
eigur
í
løtuni, men hvønn mánað
koma fleiri titlar afturat.
Listin er ókeypis og fæst á
Býarbókasavninum í Havn.
Eisini er hann teldutøkur á
www.bbs.fo.
Nýggjur ljóðbókalisti