mikudagur 6. juni 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. juni 2012 · Nr. 64
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
U21 Landsliðið
U21-landsliðið argaði aftur:
Gott avrik
men hepnið
var við Serbia
Fótbóltur Aftur týskvøldið vísti føroyska U21-landsliðið,
at teir kunnu spæla upp við einum stórum evropeiskum
fótbóltslandsliði. Hesaferð var tað oddaliðið Serbia,
sum mátti kýta seg og hevði tørv á eitt sindur av hepni,
áðrenn teir vunnu 2-0 ímóti Føroyum í Gundadali
Pætur Albinus
Føroyska U21-landsliðsvenjaraparið,
Bill McLeod Jacobsen og Heðin
Askham, vórðu tvungnir at gera
í minsta lagi tvær broytingar
á liðnum í mun til dystin ímóti
Makedonia fríggjakvøldið. Karl
Løkin og Klæmint A. Olsen høvdu
nevniliga báðir fingið leikbann,
og kundu teir ikki vera við ímóti
Serbia.
Venjararnir høvdu valt at seta
Heina Vatnsdal á miðvøllin fyri
Karl Løkin, meðan Jóan Símun
Edmundsson røkti plássið á vong
inum ístaðin fyri Klæmint Olsen, og
síðani varð Dánjal á Lakjuni settur
í álopið.
1.307 áskoðarar vóru til dystin
í Gundadali, har tað vóru frálík
fótbóltslíkindi – turt, stilt og nakað
kalt. Áskoðarafjøldin var hálvt
triðja hundrað áskoðarar fleiri enn
til dystin ímóti Makedonia fríggja
kvøldið.
Hildu ikki aftur
Eins og í dystinum ímóti Makedonia,
so løgdu føroyingarnir bragdliga
fyri og longu í fyrsta minutti royndi
Gilli Sørensen at bróta ígjøgnum í
vinstru. Við mikla kvikleikanum
megnaði hann eisini at leggja høgra
bakkin aftur um seg, men hann
rak ov langt og málmaðurin kom í
vegin.
Serbia, sum annars ikki fekk frið
at spæla fyri ágangandi føroyskum
spælarum, fekk ein risa stóran
møguleika í sjeynda minutti, tá ið
Viljormur Davidsen ikki fekk beint
bóltin burtur, og Sasa Markovic
slapp at renna næstan púra leysur,
men úr spískum vardi Kristian
Joensen væl fyri.
Besta møguleikan fekk tó Før
oyar tá ið eitt korter var spælt.
Gott spæl hjá Føroyum úrslitaði
seg í einum innleggi frá høgru, men
skotið hjá Halli Hanssyni, sum ann
ars var leysur í feltinum, fór langt
við síðuna av.
Eftir hálvum tíma legði Serbia
seg á odda, hóast spæl teirra fyrr
í dystinum ikki beinleiðis týddi, at
mál var í luftini. Verjan hjá Føroy
um varð fangað, og gott spæl út á
vinstra vong endaði við innleggi,
sum Filip Malbasic prikaði bóltin
í netið til 1-0. Tað angaði av álvara
av rangstøðu hjá einum serbiskum
leikara í feltinum, sum eisini ávirk
aði spælið, men til misnøgd millum
føroyskar leikarar og áskoðarar
veitraði linjuverjin ikki.
Føroyar helt á
Føroysku leikararnir fullu ikki í
fátt og hildu fram við at vísa gott
ágrýtni og eisini dirvi at sjálvt
hava bóltin, men fimm minuttir
eftir leiðslumálið mátti Kristian
Joensen koma við tveimum stór
bjargingum fyri at verja um eitt
møguligt 2-0-mál til Serbia. Fyrst
bjargaði hann meistarliga einum
langskoti frá Luka Milivojevic og í
hornasparkinum beint aftaná fekk
hann bjargað á málstrikuni.
Í tíðini, sum dómarin hevði
lagt afturat, fekk Luka Milivojevic
sítt seinna gula kort fyri eina full
komiliga tápuliga takkling aftanfyri
miðjuna. Hann hevði løtu áðrenn
fingið sítt fyrra gula kort fyri at
gera sjónleik.
Fyrsti hálvleikur var annars
merktur av, at Føroyar als einki
stóð aftanfyri Serbia, men teir
dugdu bara betur at taka av møgu
leikanum, tá ið hann var til staðar,
og var hetta einasta orsøkin til at
teir vóru á odda 1-0 í hálvleikinum.
Yvirleggjarin var fyri
Tað sást frá byrjan í seinna hálvleiki,
at Føroyar vildu hava bóltin. Tað
var sjálvandi eisini skilagott, nú
teir vóru ein maður í yvirtali, men
Serbia kom tó væl fyri seg og hótti
Føroyar. Venjari teirra rópti eisini, at
teir ikki skuldu bakka, men royna at
halda trýstið frammi á vøllinum.
Føroyar ressaðust sanniliga, og
serliga var tað orsaka av einum
rimmar sterkum Heina Vatnsdal
mitt á miðjuni, sum setti seg ígjøgn
um. Miðvallarin úr FC Suðuroy vísti
stórspæl.
Eftir einum tíma var Føroyar
millimetrar frá at javna, tá ið Rógvi
Holm sparkaði eitt hornasparks
innlegg á yvirliggjaran.
Júst sum Føroyar av álvara vóru
um at leggja trýst á, so var bara seks
minuttir seinni galið. Føroyar hevði
nógvar mans frammi á vøllinum,
Heini Vatnsdal byrjaði
inni á miðvøllinum, fyri
leikbannaða Karl Løkin
Myndir: Álvur Haraldsen