fríggjadagur 8. juni 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 8. juni 2012 · Nr. 65
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Hvørgin av teimum báðum
føroysku
umboðunum
í
Fólkatinginum,
Sjúrður
Skaale úr Javnaðarflokki
num og Edmund Joensen úr
Sambandsflokkinum vóru í
Fólkatinginum
í
gjár,
tá
atkvøtt varð um at loyva sam
kyndum at giftast í kirkjuni.
Sjúrður Skaale segði, at
hann er fyri at samkynd skulu
sleppa at giftast, men hann
vil ikki kroysta slíka lóg
yvir kirkj
una.
Men tað vóru fleiri enn
Sjúrður og Edmund, sum ikki
vóru til staðar í fólkatings
salinum hendan dagin. Helle
Thorning-Schimdt og Villy
Søvndal vóru heldur ikki har,
eins og Lars Løkke Ras
mussen. Einasti floks
leiðari í stjórnarflokk
unum, sum atkvøddi,
var Margrethe Vest
ager, sum atkvøddi
fyri.
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
vikuskiftisblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tað er av sonnum eitt hugnaligt til
tak, sum mentanin og handilslívið
í Havn skipa fyri í kvøld – og hava
skipað fyri fyrsta fríggjakvøld í juni
alla hesa øldina. Mentanarnáttin er
vorðin eitt fast afturvendandi tiltak
– og tí verður tað helst sum á ólav
søku í havnargøtum í kvøld.
So er bert at vóna, at veðrið
heldur sær, tí so hepnast mentan
arnáttin væl, og fólk av bygd og bý
kunnu hugna sær við øllum teimum
forkunnugu tiltøkunum, sum er á
skránni í kvøld.
Miðbýir – bæði í Havn og í Klaks
vík hava verið á dagsskrá seinastu
dagarnar. Nógv góð hugskot eru
um, hvussu meira lív verður skapt
í miðbýunum – sum øll hava til
endamáls at skapa størri trivna í
býnum.
Tað er gott við góðum tankum
og góðum hugskotum, men tíverri
verður tað vanliga ikki meira enn
góð hugskot. Tað er tungt at fremja
broytingar. Býarstýri og býarum
siting eru sera tungar skipanir, har
trupult er at koma ígjøgnum. Tá so
onkur uttanfyri roynir seg við hug
skotum, verður tað kanska serliga
møtumikið.
Tí er júst eitt tiltak sum Ment
anarnáttin – har vinna og mentan
ganga hond í hond, eitt kærkomið
høvi at sýna alt tað fram, sum mið
býurin hevur at bjóða – og hvussu
væl tað ber til at sýna fram alt frá
heimavirki, list, søguligar bygn
ingar og forkunnug støð í býnum.
Eisini ber til at vitja fleiri tónleika
framførslur, kirkjur og samkomur
hava opið hús, søvn hava opið,
ymsir túrar verða fyriskipaðir – í
gomlu Havnini, í gamla kirkjugarð
og frá Kongaminni oman á Konga
brúnna, har tosað verður fyrstua
kongsvitjanina, sum var í 1874. Í
Tinganesi hevur landsstýrið opið
hús, og soleiðis ber ti at síggja støð,
ið ikki dagliga eru opin fyri almenn
inginum.
Tað er gott, at mentanarnáttin er
komin fyri at vera. Eisini eiga vit at
fegnast um øll tey góðu hugskotini
um tann góða miðbýin. Tí tað eru
slík hugskot, ið skapa gróðrarbotn
fyri konstruktivum tankum og
stimbra ta estetisku tilvitskuna,
sum skal til fyri at skapa hugna,
trivna og lív í miðbýnum.
Skulu skapa hugna,
trivna og lív aftur í miðbýin
Í gjár bórust deyðsboðini av
Peter Ferdinand Christian
sen í Havn, vanliga nevndur
Petur F.
Petur F. er kendur frá
starvi sínum sum stjóri á
Dimmalætting. Hetta starv
røkti hann frá 1947 til 1999.
Hann var tiltikin vandin í
peningamálum, og tað ljóð
aði, at tá Dimmalætting
bygdi nýggja, stásiliga hús
ið á Smyrilsvegi var so væl
húsað, at neyðugt var ikki
at taka lán.
Petur
F.
var
sonur
Vestinu og Peter F. Christ
iansen. Hann hevði real
prógv og handilsskúlaút
búgving. Áðrenn hann fór
á Dimmalætting var hann í
Landshandlinum, sum Løg
tingið stovnaði í 1939 við tí
endamáli at hava vørur á
goymslu. Har starvaðist
Petur F til hann fór á Dimm
alætting í 1947. Nøkur ár
seinni varð Landshandilin
tikin av.
Peter F er eisini væl
kendur úr politikki, bæði
kommunalum og lands
politikki. Hann hevur verið
býráðslimur í Havn 1965-70
og 76-84, og hann var bý
ráðsformaður 1968-69.
Hann varð valdur inn á
ting fyri Sambandsflokkin
í Suðurstreymoy í 1966 og
var tingmaður eitt valskeið.
Í 1970 gjørdist hann lands
stýrismaður og røkti hetta
starv til januar 1975.
Peter F. giftist við Paulu
Solveig, f. Abrahamsen, ætt
að av Strondum. Tey eiga trý
børn: Peter, sum býr í Keyp
mannahavn, John, sum býr
í Havn, og Guðrið, sum býr í
Keypmannahavn.
Peter F. fer til jarðar úr
Havnar
kirkju
týsdagin
klokkan 13.
Peter F. deyður
mentan í havnargøtum
– Nú skal Posta sigla sín egna
sjógv!
Tað sigur Johan Dahl,
landsstýrismaður, sum hevur
ábyrgdina av hesum almenna
partafelagnum, sum seinastu
fimm árini hevur brent
slakar 30 almennar milliónir
av í undirskoti.
Tað var Poul Michelsen,
løgtingsmaður, sum spurdi
landsstýrismannin
um
virksemið hjá Posta, tí hann
helt tað ikki vera rætt, at
Posta ár eftir ár arbeiðir
við undirskoti og avlagar
kappingina
við
privatu
flutningsfeløgini.
Tað
heldur
landsstýrismaðurin heldur
ikki vera nøktandi eins
og væl saktans øll onnur.
Men hann sigur tó, at stór
orka er løgd í at umskipa og
tillaga virksemið hjá Posta
fyriat venda hallinum til
avlop og sigur, at Posta
væntar at venda tær sløku
10 milliónirnar í halli í fjør til
eitt yvirskot næsta ár.
Men Johan Dahl slær
eisini fast, at Posta fær ikki
fleiri pengar frá landinum.
Eginpeningurin hjá Posta
er nú góðar 23 milliónir,
so stovnurin klárar nøkur
undirskotsár afturat...
Posta fær ikki fleiri pengar
Tingfólk
skulu onga
løn hava
Tórbjørn Jacobsen
Tíðargrein á síðu 15
Fiski
málaráð
harri á
glíðibreyt
Frank davidsen
kjak síðu 17
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Edmund og Sjúrður onga
ávirkan á homovígslur
Hesi fýra vóru millum teir 68 fólkatingslimirnar, sum ikki møttu í fólkatinginum í gjár