fríggjadagur 8. juni 2012síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 65 · 8. juni 2012
2
VIKUSKIFTI
Fólk hava tað inntrykkið av mær, at eg eri ein
øgiliga varin persónur, men veruleikin er tann,
at eg eri ein risikotakari. Til dømis dámar mær
væl at koyra skjótt á týska motorbananum.
Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum
X Factor
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Føroyingar hava av álvara sett dám á
donsku X Factor sjónvarpskappingina.
Vinnarin Linda Andrews og profilar
sum Anna Nygaard og Sveinur Gaard
Olsen hava verið millum tey bestu í
kappingini. Og nú leitað verður eftir
nýggjum luttakarum til X Factor næsta
ár, er spurningurin, um føroyskir sang
arar aftur hesaferð fara at bjóða seg
fram og gera vart við seg.
Danmarks Radio hevur gjørt av, at
sætta umfarið av X Factor verður næsta
ár, og enn einaferð verður tað fram
leiðslufelagið Blu, sum skal standa fyri
kappingini.
Nógv vilja við
DR bjóðar nú fólki at tekna seg til kapp
ingina, og gongur tað sum vanligt, so
verða tað eini 2.000 fólk í øllum aldri,
sum fara at bjóða seg fram.
Í fyrsta umfari skulu fólk tekna seg
til umvegis heimasíðuna hjá DR, men
longu í heyst verða innleiðandi upp
tøkuroyndirnar – precasting, sum tað
so fínt eitur – í Keypmannahavn og
Aarhus.
Kravið fyri at verða við í X Factor er,
at tú ert blivin 15 ár áðrenn 1. februrar
næsta ár, og at tú ert danskur ríkis
borgari. Og tú mást ikki hava avtalu
við nakað plátufelag ella líknandi um
tónleik.
Á heimasíðuni hjá DR verður eisini
greitt frá, hvat roknað verður við av
luttakarunum – millum annað at teir
kropsliga og sálarligar megna at luttaka
í eini sjónvarpskapping av hesum slag
num.
At varnast
tað, sum
er gott...
Redaktørur: Eyðun Klakstein
Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo
Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen
Forsíðumynd: Facebook / Mynd: Pætur Eyðunson Jensen
klumman
Eydna
Skaale
Leitað verður nú eftir nýggjum luttakarum
til donsku X Factor kappingina, og í heyst
verða fyrstu upptøkuroyndirnar
Hevur tú
X Factor?
Eg mátti steðga, tá eg ein dagin kom fram
á eina grøv í kirkjugarðinum, sum er við
síðuna av har eg búgvi í Keypmannahavn.
Tað er eitt deiligt, vakurt og friðarligt
stað, har eg plagi at spáka. Tað er eisini eitt
hugvekjandi stað. Túsundavís av grøvum
kunngera og sláa púra fast, hvussu stutt lívið
í veruleikanum er.
Ein dagin, nakað undan páskum, kom eg
fram á eina grøv, har ein ungur maður lá.
Hann var føddur sama ár og sama mánað,
sum eg. Eg mátti steðga eina løtu. Varnaðist,
at á grøvini – við síðuna av gravsteininum
millum blómur og gravarljós – stóðu tvær øl.
Onnur var tóm – hin var óásett.
Eg ímyndi mær, at tað var ein vinmaður
tann unga mannin, sum hevði sitið har og
drukkið eina øl saman við honum. Kanska
teir plagdu at halda p-dagin saman. Kanska
hann saknaði vinmannin og ynskti at vera
saman við honum eina løtu í tonkunum.
Bara at sita har við grøvina, drekka eina øl
og hugsa um alt tað, sum var gott, meðan
vinmaðurin enn var á lívi.
Ølirnar við grøvina – onnur tóm og hin
full – fingu meg at hugsa. Um hvussu vit
altíð skunda okkum, og hvussu skjótt tað er,
at vit ikki varnast tað góða. Og um vit ikki
varnast tað og hugsa um tað – hvussu kunnu
vit tá njóta tað?
Bíblian byrjar við, at Gud í seks dagar
skapti heimin. Sjeynda dagin gjørdi hann
nakað týdningarmikið. Nakað eins týdn
ingingarmikið, sum sjálva skapanina: hann
hugdi at tí, hann hevði gjørt. Hann setti ein
heilan dag av, ein sjeyndapart av tíðini, og
tann sjeyndi dagurin varð einans nýttur til
at njóta tað, sum var gott. Hann rættaði ikki,
hann angraði ikki, hann hugsaði ikki um sítt
næsta projekt. Nei. Hann bara neyt, at tað,
sum var, var gott.
Kanska ein heilur dagur av refleksión
og njóting er í meira lagi fyri okkum
vesturbúgvar, sum altíð hava so nógv um
oyruni. Men um vit altíð skunda okkum,
hugsa produktivt, effektivt og langt fram
í tíðina, og um vit ongantíð geva okkum
stundir at njóta tað, sum vit gera og uppliva
beint nú, hvat er lívið so í grundini vert? Um
vit ongantíð steðga á, líta aftur á tað, sum vit
hava gjørt, og njóta, at tað var gott, er tað
so veruliga alt stríðið vert? Geva vit okkum
ikki far um alt tað góða, sum lívið hevur at
bjóða, hvussu skulu vit so nakrantíð varnast,
hvussu gott lívið í veruleikanum er?
Ølirnar á grøvini talaðu greitt um, at
onkur hevði upplivað okkurt gott saman við
honum, sum var jarðaður. So gott, at tað var
vert at fara heilt út á grøvina at minnast.
Vónandi góvu teir sær eisini far um, hvussu
gott tað var, meðan tað var.
So segði
hann...
mynd: DR
Ein av føroysku profilunum í donsku X Factor kappingini – Sveinur Gaard Olsen