Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-08, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2012síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 65 · 8. juni 2012 4 VIKUSKIFTI Hundalív Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo – Ein rúgva av fólkum siga seg verða í dýrastu neyð, tí tey hava ongastaðni at koyra hundin, meðan tey eru burtur­ stødd, sigur Árna Joensen, sum júst hevur latið upp eitt hundahotel í Syðru­ gøtu. Her kunnu hundarnir vera, ímeðan eigararnir eru uttanlands í summarfrí. Hundarnir, sum eru á hundahotellinum í løtuni, eru sjey í tali, og teir tykjast stórtrívast í umbygda seyðahúsinum Uppi í Gerðinum í Syðrugøtu. Tørvurin er stórur Tað byrjaði alt fyri einum góðum mán­ aði síðani, tá Árna frætti, at lykilin til hundahotellið, sum hevur verið á Norð­ skála, var snaraður, og at fleiri hunda­ eigarar tískil høvdu tørv á onkrum at ansa hundunum, tí tey skuldu uttan­ lands í summarfrí. – Mær hevur altíð dámað hundar, og eg eri uppvaksin í einum heimi við nógvum djórum. Tá eg frætti um stóra tørvin á hundaansing, vildi eg fegin hjálpa, sigur Árna, sum fekk fyrstu fýr­beintu gestirnar á hotelli seinast í mai mánaði. – Omma eini vinkonu hevði eitt seyðahús Uppi í Gerðinum, har møgu­ leiki var fyri at gera onkrar smávegis broytingar, soleiðis at seyðahúsið kundi brúkast til hundar. Harafturat stendur húsið í haganum omanfyri landsvegin í Syðrugøtu, so hundarnir kunnu renna frítt í stóra innhegnaða økinum, sigur Árna, ið hevur tikið frí frá dagliga starv­inum sum heimahjálp, ímeðan hon ansar hundum fram til august mán­aða. Gamla seyðahúsið er bygt nakað um, so at eitt nú básar eru inni til hundarnar. – Hundar, sum koma úr sama húsi, kunnu vera í einum búri, tí búrini eru rættiliga stór. Flestu hundarnir hava egna hundaskál, kurv og kanska onkra leiku við, tá teir koma. Harafturat skulu eigarar syrgja fyri, at hundurin hevur egnan mat við, tá hann kemur á hundahotelli, sigur Árna. Halda festival í Gøtu Ikki einans hundaeigarar, sum fara uttan­lands í feriu, hava tørv á hunda­ ansing um summarið. Longu nú hava fleiri fólk biðið um at fáa pláss til hundin hjá sær á hundahotellinum, tá stevnur og festivalar eru kring landið. Tá kann hundurin vera her í nakrar dagar, har hann ikki verður órógvaður av ókend­um fólkum, børnum og larmi, sigur Árna. Hundarnir, sum eru á hotellinum, eru ikki einans úr Eysturoynni. – Hundarnir eru úr øllum Føroyum, og eg haldi, at teir trívast allir væl her í Syðrugøtu, sigur Árna, sum hevur havt onkrar hundar, sum ikki hava riggað so væl saman við hinum hundunum. Men teimum er tað eisini pláss fyri Uppi í Gerðinum. – Um so er, at onkrir hundar ikki kunnu saman við øðrum hundum, so ber til at hava teir atskildar bæði inni og úti á stóra fríøkinum, greiðir Árna frá. Allir hundar eru vælkomnir á hundahotellið, men tó eru nøkur krøv, ið skulu lúkast. – Hundarnir skulu hava fingið ormakur og tær vanligu vaksinatión­ir­ nar. Tá eigarar ringja, um at fáa pláss til hundin á hotellinum, plagi eg at spyrja, hvussu hundurin er, um hann er vanur við aðrar hundar og so framvegis. Harafturat vil eg hava upplýsingar um djóralækna og møguligar sjúkur, um hundurin skuldi blivi sjúkur, ímeðan hann er her. Fer við nógvari tíð Fyrstu hotelgestirnir hava fyri skjótt einum mánaði síðani tjekkað inn á hunda­hotellið hjá Árnu, og líka síðani hevur Árna havt úr at gera sum hunda­ansari. Hon býr í Gøtugjógv, og hvønn dag koyrir hon einar tríggjar til fýra ferðir niðan til hundarnar Uppi í Gerðinum. – Hetta fer sjálvandi við nógvari tíð, tí hundarnir skulu ikki bara ganga einsamallir. Eg fari til teir minst tríggjar ferðir um dagin og plagi at vera hjá teimum í einar tveir tímar hvørja ferð, greiðir Árna frá. Og tá tað er fult hús á hunda­hotellinum, er ovmikið at takast við. – Her er pláss fyri tilsamans 11 hundum, og tá eru tveir hundar í onkrum av búrunum. Tíðliga um morgunin sleppa teir út í hagan her at renna, meðan eg syrgi fyri nýggjum vatni til hundaskálirnar, lufti út og so framvegis. Eftir middag sleppa teir aftur út, meðan eg takist við eitthvørt ímeðan. Um kvøldið fari eg so enn ein túr til hundarnar, har eg gevi teimum at eta, sigur Árna og fortelur, at teir flestu hava ein posa av fóðri við sær, men at tað meir enn so kemur fyri, at eigarin hevur fryst portiónir við vanligum mati, sum hundurin so fær, meðan hann er í ansing hjá Árnu. Sjálv hevur Árna ein hund, sum er ein blandingur av border collie og golden retriver. – Hundurin hjá mær kemur við, tá eg fari niðan í seyðahúsið til hundar­ nar. Hann trívist væl millum hinar hundarnar, men siti eg for leingi við ein­um av hundunum, sum eg ansi, kann mín egni hundur gerðast heldur øvund­ sjúkur, sigur Árna og flennir. Av tí at áhugin fyri hundahotellinum í Syðru­ gøtu hevur verið so mikið stórur, væntar Árna, at hon aftur komandi summar fer at bjóða hundum vælkomnum á hundaferiu Uppi í Gerðinum. Sum nú er ber ikki til at ansa hundum í vetrar­ hálvuni, av tí at eingin hiti er í seyða­ hús­inum. Hóast alt summarið hjá Árnu fer við hundalívi, so ætlar hon sær at fara í summarfrí. – Men tað verður ikki fyrr enn í sep­tember, tá eg og maðurin fara ein túr uttan­lands – uttan hundar, sigur Árna. Tað eru ikki øll, sum hava familju ella vinir at taka sær av hundinum, tá tey fara uttanlands. Nú ber til hjá hundum at fara á hundaferiu í Syðrugøtu Hundar halda feriu í Gøtu myndir: eyðbii myndir