fríggjadagur 8. juni 2012síða 56
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin
Fríggjadagur 8. juni 2012 · Nr. 65
UKRAINA
PÓLLAND
Gdansk
Poznan
Wroclaw
Lviv
Kiev
Kharkiv
Donetsk
Warsaw
HVÍTARUSSLAND
RUSSLAND
ROMENIA
UNGARN
SLOVAKIA
KEKKIA
TÝSKLAND
LITAVA
Dómararnir: Petur Reinert (FIFA dómari)
Leikvallirnir: Átta stadion, fýra í Póllandi og fýra í Ukraina
Municipal
Stadium
Heimavøllur hjá
Slask Wroclaw
Áskoðaratal: 42.771
Arena Lviv
Heimavøllur hjá
Karpaty Lviv
Áskoðaratal: 34.915
City Stadium
Heimavøllur hjá
Lech og Warta Poznan
Áskoðaratal: 43.269
Metalist Stadium
Heimavøllur hjá
Metalist Kharkiv
Áskoðaratal: 38.633
PGE Arena
Heimavøllur hjá
Lechia Gdansk
Áskoðaratal: 43.615
Donbass Arena
Heimavøllur hjá
Shakhtar Donetsk
Áskoðaratal: 52.518
National Stadium
Heimavøllur hjá polska landsliðnum
Áskoðaratal: 58.145
Olympic Stadium
Heimavøllur hjá Dynamo Kiev
Áskoðaratal: 65.720
Hvassari dómarar! 12 dómarar eru
útnevndir sum høvuðsdómarar við EM
hesaferð. Hetta verður fyrsta enda
spælið, har nýggja skipanin við fimm
dómarum verður nýtt. Tveir dómarar,
sum eisini eru høvuðsdómarar í heim
landi sínum, koma at vera dómarar
á hvør sínari baklinju. Okkara FIFA-
dómari, Petur Reinert, metir, at hetta
er ein fyrimunur.
– Um støðið verður nógv betri,
tað veit eg ikki, men vit fara at sleppa
undan støðum sum við Lampard-
málinum. Leikarar fara nokk eisini at
vera varnarni í feltinum, nú ein maður
afturat stendur og hyggur at teimum,
sigur Petur Reinert.
Vit spurdu hann, hvønn hann hevði
valt sum dómara í EM-finaluni hesa
ferð.
– Har eru øgiliga nógvir góðir dóm
arar. Eitt nú Nicola Rizzoli, Wolfgang
Stark, Viktor Kassai og Howard Webb.
Eg kann ikki ímynda mær, at Howard
Webb sleppur at døma HM-, CL- og
EM-finaluna upp á tvey ár, men kanska
dagsformurin verður avgerandi. Um eg
hevði skula valt ein dómara, so hevði
tað verið Wolfgang Stark. Týskland
hevur ein sera góðan dómara í Felix
Brych, og um Stark klárar at halda
honum niðri, so er hann ófatuliga
góður, sigur Petur Reinert.
Finaluvøllurin
Dómaralistin EM2012:
Howard Webb (Ongland)
Stéphane Lannoy (Frakland)
Wolfgang Stark (Týskland)
Viktor Kassai (Ungarn)
Nicola Rizzoli (Italia)
Björn Kuipers (Holland)
Pedro Proença (Portugal)
Craig Thomson (Skottland)
Damir Skomina (Slovenia)
Carlos Velasco Carballo (Spania)
Jonas Eriksson (Svøríki)
Cünet Çakir (Turkaland)