mánadagur 11. juni 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. juni 2012 · Nr. 66
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
mánadagsblaðið
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðið hjá Landsfelag Pensjón
ista, »Sólsetur«, skal hava nýtt
navn.
Felagið sigur, at samtykt
er, at blaðið eigur at fáa annað
navn, ið breitt signalerar, hvat
felagið stendur fyri í dagsins
samfelag.
Kapping verður tí útskrivað
um nýtt navn til blaðið hjá, og
skulu uppskotini skulu verða
felagnum í hendi í seinasta
lagi 1. september 2012.
Uppskot til blaðnavn skulu
sendast
Landsfelag
Pen
sjónista, Tróndargøtu 13, 100
Tórshavn.
Navnanevnd verður sett
at velja út nýtt blaðnavn
ímillum innsendu uppskotini.
Øll uppskot eru kærkom
in. og fær vinnarin 1.500 kr. í
vinnaraløn.
Tað eru sera áhugaverd sjónarmið,
sum Uni Arge førir fram í tíðargrein
her í blaðnum í dag, nevnd »Egin
girnd og seráhugamál syndra land
ið«. Greinskrivarin vil vera við, at
vit í dag ongan kærleika merkja
til landið frá landsins leiðslu, har
fyrrverandi vinnulívsmenn spæla
sær ovast uppi, sum onga heildar
hugsan hava um Føroyar, og sum
lítið innlit tykjast hava í samfel
agsmenning og søgu. Erpni og eg
ináhugamál stýra teimum fyrst og
fremst, skrivar hann.
Í Danmark hevur javnaðarstjórn
in hjá Helle ThorningSchmidt møtt
stórari mótstøðu, tí hon hevur framt
so nógv lyftisbrot. Undirtøkan hjá
stjórnini og stjórnarflokkunum
sambært veljarakanningum er met
vánalig og har stendur so illa til,
at eygleiðarar geva stjórnini ongan
kjans at halda fram aftan á valið, tí
hon megnar ikki at vinna tað tapta
innaftur. Orsøkin er tann einfalda,
at flokkarnir fóru til val upp á ein
politikk, sum teir ikki hava framt
í verki men hava gjørt beint tað
øvugta.
Støðan kundi verið tann sama
hjá okkum. Men her verða flokkar
ikki revsaðir fyri lyftisbrot. Her
verða lyftisbrot brúkt taktiskt. Mál
ið um flatskattin er eitt, og málið
um at hækka blokkstuðulin úr Dan
mark er eitt annað dømi um slík
lyftisbrot. Og at fólk í samgonguni
virka sum atkvøðuneyt og ferð eftir
ferð atkvøða ímóti síni sannføring,
tað tykist ikki sørt margháttligt.
Vit hava eisini sæð ta broyting í
føroyskum politikki seinnu árini, at
tað snýr seg meira um at profilera
persónar heldur enn flokkar. Hetta
førir við sær, at vit fáa fleiri fólk
vald á ting og í kommunustýri, har
hugsjónarliga grundstøðið ikki er í
lagi. Ofta virkar tað, sum hesi fólk
als ikki kenna sín egna flokk og sín
egnu hugsjón. Og við øllum landi
um sum einum valdømi, er einstak
lingsdyrkanin styrkt. Fara vit aftur
í tíðina, so var betur áralag innfloks
í øllum flokkum. Tá snúði tað seg
um at »velja okkum« heldur enn at
»velja meg«, sum øll siga í dag.
Kanska júst tað er orsøkin til
tað, sum greinskrivarin kallar fyri
deyðvekt á tingi. Hann sipar tá til
atkøvðuneytini, sum ikki tora at
standa við sína egnu sannføring,
men atkvøða eftir boðum úr erva.
Øsingin og misstemningurin,
sum vit hava sæð síðani valið er ikki
serliga uppbyggjandi. Tað hevði tí
verið ynskiligt, at ovasta politiska
leiðslan dugdi betur at draga í felag.
Samgongan tykist halda fast við
sína í mongum førum arrogantu
støðu, men ilt er fáa eyga á, hvar
andstøðan er. Hon hevur hóast alt
14 umboð í tinginum – og tað átti at
givið betur afturljóð.
Í Føroyum verða flokkar
ikki revsaðir fyri lyftisbrot
Mortan Johann
esen er sinnaður
fyri saman við
Tórshavnar
býráð at virka
fyri, at fleiri
ymiskar vørur
kunnu seljast
á sølutorginum
í Vágsbotni
Randi Jacobsen
Vinnukærunevndin viðger
ósemjuna
millum
Tórs
havnar býráð og Heilsu
frøðiligu Starvsstovu um,
hvør hevur ábyrgdina av
sølutorginum í Vágsbotni.
Men Mortan Johannesen,
sum í áravís hevur selt fisk
og fiskavørur í Vágsbotni, er
ótolin, og tí var hann í sein
astu viku á fundi við fyri
sitingina í býráðnum.
–
Vit vóru samd um,
at sølutorgið skal útbyggj
ast, so eisini eplir, røtur og
annað kann seljast á torgi
num. Sølutorgið skal vera
eitt stað, har fólk dagliga
kunnu koma at keypa góð
ar vørur, sigur Mortan Jo
hannesen.
Hann fær seg ikki at
halda, at Heilsufrøðiliga
Starvsstovan verður nøkur
forðing og fer at steingja
torgið.
–
Eg gevi teimum
rætt í, at einhvør kann ikki
fara í Vágsbotn at selja. Har
skal bara kunna seljast
fyrsta floks vøra, og tað má
vera upp til keyparan at
meta um góðskuna. Nýggir
seljarar eru vælkomnir, men
treytin má vera, at teir bara
selja góðar vørur og taka
væl upp eftir so, so tað altíð
er reint og nossligt á torgi
num, sigur Mortan Johann
esen.
Ov nógv deyðvekt á tingi
Nú kunnu føroysk børn, sum
vitja á Søgusavninum í Vest
manna, fáa eina serliga frá
greiðing um tað, tey síggja.
Søgusavnið í Vestmanna
hevur nú fýra ár á baki, og
nógv fólk, bæði føroyingar og
útlendingar, hava nýtt møgu
leikan at uppliva søguna, frá
tey fyrstu fólkini komu til Før
oya og nærum fram til okkara
tíð. Tey, sum vitja Søgusavnið,
hava higartil havt møguleika at
velja ímillum føroyskt, danskt,
týskt og enskt mál, men nú er
eisini ein serlig føroysk útgáva,
ætlað børnum, gjørd.
– Vit ásannaðu, at fortelji
ngin, sum tann vitjandi fær
gjøgnum oyralurtið, meðan
hann gongur runt á savninum,
var serliga ætlað til vaksin fólk.
Og tá nú sera nógvir skúla
flokkar vitja savnið, hildu vit,
at tað var betur eisini at hava
eina serliga forteljing ætlað
børnum. Í ljóðsporinum, sum
er serliga ætlað børnum, leggja
vit okkum eftir at greiða frá
upp á ein pedagogiskan máta,
sum er lættari hjá børnum at
skilja, og sum svarar teimum
spurningum, sum tey ofta vilja
hava svar uppá, siga tey í Vest
manna.
Tað er kenda barnaútvarps
røddin hjá Elin á Rógvu, sum
fortelur um Sigmund, Trónd,
Húsfrúnna í Húsavík, Anniku
í Dímun, Seyðatjóvar, Svart
adeyða og allar hinar søgur
nar sum eru á Søgusavninum.
Jákup Veyhe hevur ljóðbland
að og lagt ljóðeffektirnar
afturat.
Søgusavnið er opið hvønn
dag í summar frá klokkan 9
til 17.
Pensjónstaablað nýtt navn
Egin
girnd
syndrar
landið
Uni Arge
kjak á síðu 23
Musikk
skúli í frið
ingarnevd
Tíðindi á síðu 10
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Meira skal á torgið
Søgusavnið fingið
ljóðspor til børn