mánadagur 11. juni 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. juni 2012 · Nr. 66
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Í fleiri ár hevur verið arbeitt
við ætlanini um at byggja
musikkskúlanum egið hús,
men tað hevur drigið út við
koma í gongd við at byggja.
Orsøkin er ikki illvilji frá
kommununi, og peningur er
eisini settur av, men tað eru
aðrar forðingar.
Eg eri líka ótolin sum tey
í skúlanum, sigur Jógvan
Arge, formaður í mentamála
nevndini og bygginevndini
fyri skúlan.
Tórshavnar Musikkskúli
hevur øll árini húsast undir
sera vánaligum umstøðum.
Nú heldur hann til i fleiri
ymiskum hølum í býnum.
Ymiskar ætlanir hava ver
ið um at byggja skúlanum
hús. Í 2005 varð arbeitt við
eini ætlan um at byggja
musikkskúla á Skálatrøð,
men sum fleiri aðrar ætlanir
fyri Skálatrøð, datt tann ætl
anin niðurfyri.
Seinni kom í at byggja í
Sortudíki, eystan fyri Norður
landahúsið.
Kommunan
eigur økið.
Øll samd
Hesa ætlan hevur býráðið
alla tíðina verið við uppá, og
á fíggjarætlanini er peningur
settur av til projektering, út
bjóðing o.a.
Men einki er hent enn.
Hevði gingið sum ætlað
varð tað arbeiðið byrjað longu
í fjør. Men seinasta hálva árið
hevur málið ferðast millum
teknisku deild býráðsins og
friðingarmyndugleikarnar.
Yvifriðingarnevndin fer at
hava fund um málið seinni í
mánaðinum.
Økið, sum ætlanin er at
byggja á, er ikki friðað, men
friðað øki liggur uppat tí
økinum.
Peder Riis-Jensen umboð-
ar bólkin av fólki, sum royna
at streingja á fyri at fáa
musikkskúlan bygdan.
Í okkara verð er tað reint
juristarí, at einki hendir, sig
ur hann.
Randi Jacobsen
Fríggjakvøldið var pall
borðsfundur í Havn
undir heitinum Hvar
bleiv
Musikkskúlin
av?
Býráðið
samtykti
í
fjør
einmælt,
at
musikkskúlin
skuldi
byggjast eystan fyri
Norðurlandahúsið. Bý
ráðið var sannført um,
at økið er ætlað tílíkari
bygging, men Skógfrið
ingarnevndin helt ikki
økið vera tað rætta, og
málið fór tí víðari til
Yvirfriðingarnevndina.
Á fundinum fríggja
kvøldið upplýsti Jógv
an Arge, formaður í
mentanarnevndini, at
í heyst vóru 3,7 milli
ónir krónur tøkar til
at fara undir sjálvt
projekteringsarbeiðið
og mælt varð eisini til
at fara undir tað. So
langt komst tó ikki, tí
ein høka var enn – at
myndugleikar skuldu
hoyrast um staðset
ingina.
Málið hevur ligið í
Yvirfriðingarnevndini
síðan fyri jól í fjør.
Í apríl kom ein fyri
spurningur frá Yvir
friðingarnevndin,i um
byggisamtyktin
frá
1970unum hevði verið
til góðkenningar hjá
Yvirfriðingini.
Tað hevur ikki verið
vanlig
mannagongd.
Sjónarmiðið hjá komm
ununi er, at byggisam
tyktin loyvir slíkari
bygging eins og bygg
ingini av grannahúsun
um Norðurlandahúsin
um og Kringvarpinum
í áttiárunum.
Býráðið
heldur
sín seinasta fund fyri
summarfrítíðina
28.
juni.
Vit vóna, at eitt ja
ligt svar frá Yvirfrið
ingarnevndini verður
klárt til tann fundin,
so býráðið kann sam
tykkja at seta sjálva
projekteringina
í
gongd,
sigur
Jógv
an Arge, formaður í
mentamálanevndini.
Býráðið
stendur
við sítt
Musikkskúlin í
friðingarnevnd
Bæði býráðið, musikkskúlalærarar og foreldur ótolnast eftir, at
Tórshavnar kommuna fær loyvi at byggja musikkskúla
Arkitekturin Mayfinn
Norðoy á teknistovuni
Kontrast hevur teknað
musikkskúlan, sum
ímyndar ein klovnan klett
Musikkskúlin skal byggjast eystan fyri Norðurlandahúsið, tætt við rennibreytina og thini ítróttartilboðini, sum ung gera nógv brúk av