Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-11, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. juni 2012 · Nr. 66 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið effo-deildin 11. umfar Soleiðis er EB/Streymur FÓTBÓLTUR Hóast HB hevði bróðurpartin av spælinum, so var besti leikarin hjá teimum málverjin Teitur Gestsson. Tað er ikki sørt sigandi um dystin, og tað sigur heldur ikki lítið um EB/Streym Rólant Waag Dam Dysturin í Gundadali í gjár var ser­ stakliga áhugaverdur at eygleiða. Ein fínur fótbóltsdystur við góð­ari ferð, tøttum nærdystum, frá­líkum detaljum og sum var heilt væl leiktur til tíðir. Oddabrakið mill­um HB og EB/Streym var eisini áhuga­ vert á tann hátt, at tað enn einaferð stað­festi týdningin, sum Fróði Benjaminsen hevur fyri HB, og hvussu EB/Streymur er samansett sum lið. Ótolnir og spentir Sigfríður Clementsen hevur enn ikki eitt ár á baki sum venjari í HB, har hann stendur á odda fyri at byggja eitt nýtt lið. Eitt ungt lið, har ungir mans, sum eru uppvaksnir í felagnum, í stóran mun manna lið­ ið. Í slíkum førum spæla royndar kreftir ofta ein stóran leiklut. Hetta er sanniliga eisini galdandi fyri HB í ár, har Fróði Benjaminsen hevur ovur­honds stóran týdning. Tískil var saknurin í honum bæði stórur og sjónligur, nú hann var leikbannaður, eftir at hava fingið tvey gul kort í dystinum móti KÍ. Hetta sást aftur serliga aftur í upp­byggj­andi spælinum, har HB- leik­ararnir tóktust ótolnir og dekan ov spentir. Heldur enn at flyta bóltin skjótt runt sína millum, sum HB plagdi at gera og sum dagsins leikarar eisini duga, vóru vertirnir alt ov ótolnir og spentir. Hetta hevði við sær, at nógvir høgir og óneyvir bóltar vórðu sendir móti EB/Streyma- brots­teiginum, har ikki meiri spurd­ ist burtur úr. Ró í Sundalagnum EB/Streymur er í eini heilt øðrvísi støðu enn HB. Bulurin hjá EB/ Streymi hevur stórt sæð verið tann sami síðani 2003, tá menn sum Marni Djurhuus, Hans Pauli Samuelsen, Gert Hansen, Arnbjørn Hansen, Leif Niclasen og Brian Olsen byrjaðu at gera seg gald­ andi á besta liðnum, har Sorin Anghel var heilt stóri profilurin. Sein­astu sjey árini hava Egil á Bø og René Tórgarð somuleiðis verið millum álitini, og so spæla menn sum Pætur Dam Jacobsen, Pauli G. Hansen og Levi Hanssen nú á fjórða ári í felagnum. Aftrat øllum hesum hevur EB/Streymur havt ein og sama venjara í Heðini Askham seinastu fýra árini. Tað er, tíverri, sjáldsamt í føroyskum fótbólti, og upp­aftur meiri sjáldsamt er tað, at EB/Streymur einans hevur havt tríggjar venjarar seinastu tíggju árini. Sostatt hevur tað, hóast árið í fjør var turbolent á aðrar mátar, vald­að ein ávís ró á vøllinum og á síðu­linjuni, har útskiftingin í øllum hin­um feløgunum hevur verið mun­ andi størri og ógvusligari. Í Sundalagnum fegnast tey eis­ ini um, at ungar lokalar kreftir aftur verða slúsaðar inn í hópin. 20 ára gamli Arnar Dam hevur spælt til­samans tíggju dystir higartil í ár, 18 ára gamli Árni G. Olsen hevur spælt átta dystir, 20 ára gamli Poul G. Olsen er sloppin upp í part tvær ferðir, og tað sama er galdandi fyri bara 16 ára gamla Jóhannes Hansen. Tað er langt síðani, at so nógvir ungir mans eru slopnir framat í EB/Streymi. Teitur dagsins leikari Dysturin í gjár staðfesti greitt styrk­ ina hjá EB/Streym og veikleikan hjá HB. Hjá HB kostaði tað, at Fróði Benjaminsen var leikbannaður, og styrkin hjá EB/Streymi er ró yvir liðnum og trúgv á egnan mátt, hóast mótstøðuliðið hevur bóltin meginpartin av tíðini. Tí HB hevði bóltin mest, spældi seg eisini fram til onkrar vanda­ miklar støður, men fyri tað mesta høvdu Marni Djurhuus og restin av defensivu kreftunum hjá EB/ Streymi fullkomiliga tamarhald á støðuni. Samstundis framleiddu fram­ rættaðu kreftirnar hópin av vanda­ miklum kjansum, tá spælið brád­ liga vendi. Málið hjá Hans Paula Samuelsen var besta dømið um hetta. Marni Djurhuus vann ein luftbólt, sum Niels Pauli Danielsen síðani fangaði í vinstra borði. Hann varð álopin, men vann seg leysan, dróg skjótt niðan í vinstru og legði innfyri. Arnbjørn Hansen og Teitur Gestsson dystaðust um innleggið, sum í síðsta enda fall fyri føturnar á Hans Paula Samuelsen, ið var av­ gjørdur í fyrstu atløgu. Hetta var einasta ferðin, Teitur ikki megnaði at verja fyri. Annars var hann har hvørja einastu ferð – og tað var ofta. Teitur kom gott út úr málinum ferðir eftir ferð, stór­ bjargaði stútara frá Gert Hansen úr stuttari fjarstøðu, vardi væl fyri vandamiklum skoti frá Hans Paula Samuelsen og fekk fótin á skot­ roynd frá Leif Niclasen staddur skamt frá málinum. Teitur Gestsson var av sonnum dagsins leikari, hóast HB hevði bróður­partin av spælinum og kort­ ini tapti. Tað er ikki ofta, at tað kem­ur fyri. rolant@sosialurin.fo Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen