mánadagur 11. juni 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. juni 2012 · Nr. 66
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
effo-deildin 11. umfar
Pætur Albinus
Bæði liðini høvdu undan dystinum
havt tað striltið og í mun til
leikaratilfeingi verið eitt vónbrot.
Tey høvdu somuleiðis bæði stóran
tørv á øllum trimum stigunum, og tí
var væntað, at ein tøtt og spennandi
uppgerð fór at seta dagsskránna.
Bæði liðini høvdu eisini nakrar
skaðar at dragast við. Av nýggjum
skaðum í skaðadarvaðu B68-leguni
vóru Jann Ingi Petersen og Niklas
F. Joensen limaðir afturat skaða
listanum, meðan B36 framvegis er
uttan verjuskansan Jonas Flindt
Rasmussen.
Heimaliðið á odda
Tað vóru frálík veðurlíkindi á
Svangaskarði sunnudagin, og legði
tað lunnar undar einari góðum og
ferðmiklum dysti. B68 kom á odda
longu í 11. minutti, tá ið Ndende
Adama Guéye stútaði eitt horna
sparksinnlegg í málið.
Eftir leiðslumálið hjá heima
liðnum settu gestirnir seg á dystin,
men teir høvdu – eins og hevur
verið alt ov vanligt í ár - trupult við
at spæla seg til teir stóru málmøgu
leikarnar. Meistaraspælið frá í fjør
er ikki til at fáa eyga á, og tað var
tað heldur ikki henda dagin.
Tað var ein fyrri hálvleikur við
fáum málmøguleikum, og hann
slapp B68 best frá við 1-0-leiðsluni.
Lukasz javnaði
Í seinna hálvleiki helt B36 fram við
at mynda dystin og royndu teir at
fáa útjavnandi málið. Á seinasta
triðinginum av vøllinum vóru teir
lítið avgjørdir, men onkran mál
møguleika fingu teir tó. Besta
møguleikan fingu teir, tá ið tvør
træið var fyri einum skoti. Besta
málmøguleikan
hjá
B68
fekk
Kristian Anton Andreassen, men
úr stuttari fjarstøðu fór skotið hjá
honum omanfyri.
Sjey minuttir fyri leiklok hevði
Lukasz Cieslewicz fingið nóg mikið
og tók sakina í egnar føtur. Han
gjørdi tað, hann er bestur til, nevn
iliga at reka framvið trimum mót
støðuleikarum og sendi hann síðani
bóltin í netið til 1-1.
Hóast bæði liðini lógu framvið
fyri at fáa øll trý stigini við úr dyst
inum, so máttu tey semjast um
remis og dysturin endaði 1-1.
Hetta var ikki meira enn hvørki
av liðunum kundu vænta, men hin
vegin ikki nakað, tey kundu brúka
til tað stóra. B36 er á 6. plássi níggju
stig aftanfyri oddaliðið, meðan
B68 so dánt heldur seg omanfyri
niðurflytingarstrikuna og er á 8.
plássi við 11 stigum, sum er eitt
meiri enn NSÍ undir niðurflytingar
strikuni.
albinus@sosialurin.fo
B68 og B36 svølta
Fótbóltur Tvey lið, sum ikki fáa spælið at riggað. B36 og B68 kundu valla vænta sær meiri enn eina stigið,
og umvegis 1-1-javnleik var tað eisini tað, tey fingu. Hvørki av liðunum kann tó brúka hetta til nakað
Jákup á Borg hjá B36 var eftir
dystin harmur um, at teir ikki
megnaðu at umseta fleiri mál
møguleikar til mál.
–
Hetta
er
eitt
sindur
frustrerandi. Spælið var í lagi,
vit stríddust væl og vit koma
til nóg nógvar málmøguleikar
til at vinna dystin. Vit royndu
at trúgva upp á tað og hóast
1-1 ikki er nøkur katastrofa, so
høvdu trý stig verið ógvuliga
týdningarmikil, segði Jákup á
Borg við Rás 2 eftir dystin.
B36 hevur ikki serliga góð
hagtøl á Svangaskarði, og tað
eru tað kanska onkur orsøk til,
metir hann.
– Tað er eingin ivi um, at
hasin vøllurin er gysiligur at
spæla á. Tað eru toftamenn
samdir við okkum í, og sjálvt
teir gleða seg til at fáa nýggja
vøllin og at fáa møguleikan fyri
betri fótbóltsspæli. Tað er ein av
orsøkunum. Toftamenn skulu
tó hava rós fyri at vera raskir
á heimavølli og teir gera tað
trupult fyri mótstøðuliðið, segði
Jákup á Borg, sum ikki vildi við
ganga, at hann var nøgdur við
eina stigið.
Jákup á Borg:
Spælið var í lagi
Pætur Albinus
FC Suðuroy hevði undan dystinum
framvegis sín fyrsta sigur í Effo
deildini til góðar, men í einari roynd
at bróta upp úr nýggjum høvdu teir
sett verjuleikara teirra, slovenska
Sasa Kolman, sum høvuðsvenjara.
Eftir einans eitt stig í tveimum
teimum seinastu dystunum hevði
Víkingur latið oddasessin frá sær,
og skuldu teir royna at halda fast
í oddastríðnum vesturi á Eiðinum í
Vági sunnudagin.
Dreymabyrjan hjá FCS
Heimaliðið bragdligari fyri, enn
vanligt er, og áðrenn allir áskoðarar
nir vóru komnir at vøllinum, var
1-0 til FC Suðuroy. Teir góvu bóltin
upp og settu beina kós mótvegis
málinum, og uttanfyri feltið langaði
liðskiparin, Palli Augustinussen, til,
og bólturin sang í netmeskunum
og 1-0 var til heimaliðið. Málið kom
eftir bara 20 sekund.
Eitt korter seinni fekk Víkingur
ein sera góðan møguleika at javna,
tá ið teir fingu brotsspark. Fyrrver
andi FC Suðuroy-leikarin, Evrard
Blé, varð settur at skjóta, men
Stanislav Kuzma í FC Suðuroy-
málinum bjargaði skotinum hjá
fílabeinsstrandinginum.
1-0 til FC Suðuroy var eisini hálv
leiksstøðan.
Atli bjargingarmaðurin
Í seinna hálvleiki var tað Víkingur,
sum skapti dystin og hevði stóra
yvirvág í spælinum. Lætt var tað
tó ikki at bróta seg ígjøgnum tað
verjandi heimaliðið, sum kýtti allar
liðir í kroppinum fyri at verja um
úrslitið og harvið fáa fyrsta sigurin
í Effodeildini.
Tað sá leingi út til at hepnast og
Víkingur var um hava brúkt øll síni
hugskot upp, men í allar seinasta
minutti av dystinum bragdaði hjá
Víkingi. Ein skotroynd útifrá varð
bjargað, men bólturin stakk aftur í
spæl, har Atli Gregersen hegnisliga
setti bóltin upp í málhornið og
aftur hesaferð gjørdist bjargingar
maðurin hjá Víkingi.
Dysturin endaði nevniliga við
javnleiki 1-1. Hetta merkir, at tey í
FC Suðuroy framvegis bíða eftir
fyrsta sigrinum í Effodeildini. Tað
byrjar tó at lýsa í myrkrinum.
Víkingur misti møguleikan at
halda seg heilt nær EB/Streymi,
sum nú er rímiliga greitt oddalið,
men halda teir altso framvegis fast
í næstfremsta plássinum
Venjarin hjá Víkingi, Jógvan
Martin Olsen, hevði eftir dystin
ilt við at skilja, at teir ikki
vunnu.
– Vit misnýta eitt hav av mál
møguleikum. Vit sita á øllum
dystinum, sum hann er, og
skuldu fingið fleiri mál. Tað er
óskiljandi, at vit koma heim við
einum stigi, segði Jógvan Martin
Olsen við Rás 2 eftir dystin.
– Vit spæla væl til tíðir og
skapa eitt hav av møguleikum.
Vit fáa eitt brotsspark og mis
nýttu tað eisini, so vit kunnu
takka okkum sjálvum, at vit ikki
vunnu, segði Jógvan Martin,
men vísti á, at teir fóru at taka
tey góðu tingini við úr dystinum,
sum vóru, at teir skaptu óvanliga
nógvar málmøguleikar.
albinus@sosialurin.fo
Kolman fáar minuttir
frá dreymabyrjan
Fótbóltur Sasa Kolman var fáar minuttir frá at fáa eina
dreymabyrjan sum venjari hjá FC Suðuroy, men eftir útjavnandi
mál frá Víkingi í evstu løtu og endaliga úrslitinum 1-1 bíða
teir úr Vági framvegis eftir fyrsta sigrinum í Effodeildini
Jón Krosslá Poulsen hjá FC
Suðuroy var væl nøgdur við lið
avrikið ímóti Víkingi.
– Vit fáa eitt mál tíðliga í dyst
inum og so koma vit sjálvandi,
tá ið man spælir ímóti Víkingi,
undir eitt stórt trýst. Vit valdu
sjálvandi at leggja okkum aftur
og at dúva upp á mótálop.
Menn gjørdu tað ógvuliga gott
við at halda tætt har afturi.
Víkingur kláraði ikki at bróta
seg ígjøgnum í fyrra hálvleiki,
men í seinna hálvleiki klárar
teir tað og vit eru troyttir. Sum
so ofta er, so megna teir at fáa
eitt mál ímóti endanum, segði
Jón Krosslá Poulsen við Rás 2
eftir dystin.
– Hetta var súrt, men teir
høvdu nógvar møguleikar, so eg
haldi, at vit skulu vera nøgdir
við tað eina stigið. Vit hava júst
fingið nýggjan venjara og skulu
byrja av nýggjum, segði hann at
enda.
Jón Krosslá Poulsen:
Súrt, men nøgdir
Jógvan Martin Olsen:
Vit kunnu takka
okkum sjálvum