Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-11, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2012síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. juni 2012 · Nr. 66 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í morgin hósdagin HITalag avfall lufttrýstið Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið mikudagin VESTFALLSKYRRINDI 3. juni Mánin næstur jørðini 11. juni Seinna kvarter 16. juni Mánin longst frá jørðini Kelda. Álmanakkin 2012 Suðuroyar-/ Vágafirði Skúvoyar-/ Skopunarfirði Hestfirði/ Sundalagnum Vestmanna- sundi Mykines- firði Nólsoyar- firði 2 fj. í LS úr Mjóvanesi Leirvíksfirði/ Haraldssundi Kalsoyar-/ Svínoyarfirði Hvanna- sundi Fugloyar- firði Dagur fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. fp. sp. Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og norði og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 4 og 7 stig. Lot til andøvsgul av norði, serinnapartin lot av ymsum ættum,Turt og sólglottar og hitin millum 5 og 8 stig. Fleyr til gul av norði ella av ymsum ættum og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 6 og 9 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Lot til andøvsgul av norði og landnyrðingi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 7 og 11 stig. 11. juni 00:58 13:33 - 12:33 00:13 12:48 02:58 15:33 03:58 16:33 11:48 - 10:48 23:22 01:13 13:48 02:13 14:48 00:43 13:18 01:58 14:33 12. juni 02:07 14:42 01:07 13:42 01:22 13:57 04:07 16:42 05:07 17:42 00:22 12:57 11:57 - 02:22 14:57 03:22 15:57 01:52 14:27 03:07 15:42 13. juni 03:02 15:23 02:02 14:23 02:17 14:38 05:02 17:23 06:02 18:23 01:17 13:38 00:17 12:38 03:17 15:38 04:17 16:38 02:47 15:08 04:02 16:23 14. juni 03:44 16:05 02:44 15:05 02:59 15:20 05:44 18:05 06:44 19:05 01:59 14:20 00:59 13:20 03:59 16:20 04:59 17:20 03:29 15:50 04:44 17:05 15. juni 04:25 16:46 03:25 15:46 03:40 16:01 06:25 18:46 07:25 19:46 02:40 15:01 01:40 14:01 04:40 17:01 05:40 18:01 04:10 16:31 05:25 17:46 3-8 m/s 1-6 m/s 5-10 m/s 1-6 m/s 1-6 m/s 1-6 m/s 4-9 m/s -5° 0° 5° 10° 15° 20° Mesti 10,0° 6° Hitin í dag Minsti hiti máldur 1,3° fyri juni fyri juni ––––––– 20 ––––––– ––––––– 40 ––––––– ––––––– 60 ––––––– ––––––– 80 ––––––– ––––––– 100 ––––––– ––––––– 120 ––––––– ––––––– 140 ––––––– ––––––– 160 ––––––– ––––––– 180 ––––––– 11 mm higartil Miðal: 61 mm Miðal: 6,7° Síðstu nátt: Eitt hátrýst, 1030 hPa. yvir Grønlandi breiður seg eystureftir og viknar nakað. Komandi nátt: Hátrýstið yvir Grønlandsfjørðinum stendur mestsum í stað, so høgættim stendur við nakað enn. Koyrdi 155 í Kaldbaks­ botni Hóast bilførarin neyvan grunaði, at løgreglan var á staðnum, so var tað júst tað sum hon var. Løgreglan er við jøvn­ um millumbilum úti og ger ferðmátingar – eisini um farið er væl av midnátt sunnu­dag. Í nátt – beint eftir klokkan hálvgum eitt – tók løg­regl­an ein bilførara sum koyrdi 155 kilometrar um tíman í Kaldbaksbotni. Tað vísti í øllum førum ferð­mát­arin hjá løgregluni, men hesum var bilførarin ikki samdur í. Hann helt seg nevniliga ikki hava koyrt sooo skjótt. Av hesi orsøk verður mál­ið nú lagt fyri ein dómara til víðari kanning og støðutakan. Koyrikortið hjá bil­ førara­num varð tó í øllum før­um tikið frá honum. Grann­skoð­ arar nú í sama felagi Í eina tíð hava nevndirnar í Felagið fyri Løggildar Grann­skoðarar og Felagið fyri Skrásettar Grann­ skoðarar arbeitt við at leggja feløgini saman. Fríggj­a­dagin varð hetta framt í verki og Felagnum Før­oyskir Grannskoðarar stovn­að. Samstundis við stovn­ an­ina, er endamálið eisini at at fáa eitt breiðari felag, sum er betri ført fyri bæði at verja og at stimbra limir fela­g­sins. - Hetta verður eisini gjørt fyri at kunna vera ein effektivari við- og mót­spælari hjá almennu myndug­leikunum, ikki minst, tá talan er um lógir og lógarbroytingar, sum á ein ella annan hátt hava ávirkan á grann­skoðara­ vinnuna ella vinnuna sum heild, sigur fyrsta nevndin í felag­num. Teirra vón er somu­ leiðis, at tað nú verður lættari at samskifta við al­mennar myndugleikar, stovn­ar og onnur, tá tað bert er ein og sami felags­ skap­ur, sum teir hava at venda sær til. Á stovnandi aðal­fundi­ num vórðu fýr góðkendir grann­skoðarar valdir í nevnd­ina, sum hevur skipað seg soleiðis: Jógvan Amons­son, formaður; Mark Høj­gaard, næstformaður; Mir­jam Haraldsen, pen­ inga­røkil, og Olaf Frits Joensen, skrivari. 6/9 °C 5/8 °C 4/7 °C Dagfinn Olsen Skúlabørnini høvdu í farnu viku ikki vanliga skúla­ gongd, men heldur vóru túrar og ymiskt virk­semi úti í náttúruni á skránni. Hós­ dagin ruddaðu skúla­børn­ ini bygdina, og fríggjadagin plantaðu skúlabørn trø á Sandi­num, ella í parkini, í Vági. Hesin dagurin byrjaði við, at gingið varð vestureftir ígjøg­num bygdina aftan á einum bili, ið spældi góðan og vælsvingandi tónleik. Og síðani plantaðu børnini trø, og so sluppu tey at fáa okkurt leskandi og spæla sær á økinum. Frítíðarskúlin í Vági skip­ aði fyri ítróttar- og hugna­ degi vesturi á Eiðinum í Vági fyri barnaansingini í Syðru helvt av Suðuroynni. Tey hittust øll á Sandinum, og bilurin við tónleikinum, sum jú var komin hartil við skúlabørnunum, koyrdi síða­ni framman fyri fylgið av børnum, 3 til 6 ára gomul, heilt vestur á Eiðið, men tónarnir ljóðmaðu úr við­ føris­rúmi­num. Á Eiðinum var ymiskt á skránni, spøl og hugni, eins og vitjan av brandbili, politi­ bili og sjúkrabili. Ábit var eisini, og endað varð við sangi og undirhaldi, m.a. við vitjan av klovni. Hesum skipaðu Niclas Heri Jákupsson og Finn Johannessen fyri. Hetta var av sonnum øðr­ vísi enn dagar flestir í skúla og barnaansing. dagfinn@sosialurin.fo Dagur í viku hjá børnum í Vági SKÚLI Fríggjadagin endaði hendingarík vika hjá skúlabørnum í Vági, og samstundis var hetta eisini ein serstakur dagur hjá børnum í barnaansingini í syðru helvt av Suðuroynni