hósdagur 11. mars 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 49 - 11. mars 2004
Nr. 49 - 11. mars 2004
3
Nú fáa føroyskar fyri-
tøkur møguleika fyri at
hitta og knýta sambond
við russiskar fyritøkur.
Menningarstovan hevur
í samstarvi við Skipafel-
agið Føroyar og russiska
konsulátið í Føroyum
gjørt av at luttaka á fisk-
ivinnuframsýning
í
Moskva 21. - 24. apríl í
ár. Somuleiðis verður
skipað fyri handilsferð í
sambandi við tiltakið.
Framsýningin
verður
væl vitjað, m. a. av russ-
iskum reiðaríðum, sum
Skipafelgið
Føroyar,
Árni Dam og Ivan Eg-
insson, persónliga hava
sett seg í samband við.
Handilssáttmálin
millum
Føroyar
og
Russland, sum væntandi
skjótt verður undirskriv-
aður, fer at skapa møgu-
leikar fyri størri sam-
handli við Russland.
Fleiri føroyskar fyri-
tøkur hava víst áhuga
fyri at vera við á fram-
sýningini, og ivaleyst
eru enn fleiri, sum
kundu fingið gagn av
størri
samstarvi
við
russisk reiðarí og russ-
iskar fyritøkur. Higartil
hava fyritøkur, sum á
ein ella annan hátt eru
veitarar til fiskivinnuna
víst áhuga. Til dømis
frystigoymslur, havnar-
myndugleikar, veitarar
av útgerð og tænastum
til russisk fiskiskip.
Aðrar vinnur, t. d. bygg-
ivinna, fiskaseljarar og
onnur eru eisini væl-
komin til at vera við.
Til ber at kunna seg
um framsýningina á
http://www.amscort.ru/f
ish/eng/
Fiskivinnufram-
sýning í Moskva
Bussur er nú keyptur
til Sjúklingahotellið
Tórshavn í Keyp-
mannahavn, ið hýsir
føroyingum á sjúku-
vitjan í Keypmanna-
havn
SJÚKLINGABUSSUR
Símun J. Hansen
Herfyri varð ein minibussur
keyptur til Hotel Tórshavn í
Keypmannahavn. Bussurin,
ein 8 ára gamal Mercedes
Sprinter 214, er til 9 per-
sónar og hevur lift til fólk,
sum sita í koyristóli. Trý av
setrunum kunnu leggjast
saman, soleiðis at meira
gólvpláss verður tøkt til eitt
nú vøru og koyristól. Bilur-
in er ein bensinbilur við au-
tomatiskum kervi og auto-
matiskari svaliskipan. Góð
dekk fylgja við á sportfelg-
um og hampuliga góð vetr-
ardekk eru undir bilinum.
Stigið at keypa ein bil
varð tikið av Kára Petersen,
sum hevur vitjað á Hotel
Tórshavn nakrar ferðir.
Hann legði til merkis, at
nógv av teimum, sum búðu
á hotellinum ikki sluppu so
lætt runt í býnum, og av-
gjørdi tí at stovna eina
trivnaðarnevnd í Keyp-
mannahavn og ein trivnað-
argrunn í Føroyum við tí
endamáli at keypa ein min-
ibuss.
Talan er kortini ikki um
eina fasta flutningsskipan,
men hetta er ætlað sum ein
hjálp hjá teimum, sum
búgva á sjúklingahotelli-
num, um tey t. d. skulu
onkran túr í frítíðini.
Í nevndini í Føroyum sita
Kári Petersen, formaður,
Dánjal Joensen, kassa-
meistari, Erland Viberg Jo-
ensen,
skrivari,
Gudna
Midjord og Petur Mohr
Reinert.
Í nevndini í Danmark sita
Niels Jacob Nielsen, for-
maður, Øssur Berghamar,
Ina Fristal, Martin Fjall-
stein og Bergljót Midjord.
Trivnaðarnevndin í Dan-
mark fór í september í holt
við at arbeiða við myndug-
leikunum í Danmark fyri at
fáa ein avgjaldsfrían bus til
Hotel Tórshavn, men tað
eydnaðist ikki. Hetta við tí
úrsliti, at um ein nýggjur
bussur skuldi keypast, fór
hann at kosta stívliga
800.000 kr, og henda ætl-
anin varð tí slept.
Men nevndin gav ikki
upp. Avgerð varð tikin um
at leiga ein minibuss ann-
aðhvørt vikuskifti, fyri at
vita, um brúk var fyri buss-
inum og um áhugi var fyri
ætlanini.
29. novembur var fyri
fyrstu ferð ein bilur leigað-
ur, soleiðis at vitjandi á
sjúklingahotellinum kundu
støkka inn á gólvið á
nýggju Norðuratlantisku
bryggjuni. Koyrt varð eisini
runt í býnum - m.a. til Fisk-
atorgið, Blå Pakhus og Am-
alienborg. Undirtøkan var
so góð, at síðan 29. novem-
bur hevur trivnaðarnevndin
fimm ferðir leigað mini-
buss til Hotel Tórshavn.
Ein túrur hevur eisini verið
til Frederiksborg slot og ein
túrur til Helsingør umframt
ta vanligu koyringina.
Asberg Johansen, sum er
ein teirra, sum umboðar
Mercedes í Føroyum, var
fyri nøkrum vikum síðani í
Danmark og var ein túr við
Niels Jacob Nielsen, sum
var bilførari henda dagin.
Asberg bjóðaði seg at
kanna
marknaðir
fyri
brúktar bilar og ringdi
longu mánadag við einum
tilboð upp á ein minibuss
fyri 195.000 kr. Bilurin var
mettur at vera væl hóskandi
til endamálið, og nevndinar
avgjørdu at keypa hendan
minibussin. Nøkur setur
skuldu setast í bilin, og
sjálvandi skuldi hann eisini
gerast klárur á annan hátt.
Hósdagin 4. mars var bilur-
in
handaður
trivnaðar-
nevndini á Hotel Tórshavn.
Niels Jacob Nielsen sig-
ur, at hann er sera væl
nøgdur við bilin, og hann
hevur longu verið nógv
nýttur. Gott hevði verið við
einum fløguspælara og ein-
ari GPS skipan, soleiðis at
tað verður lættari at finna
runt í Keypmannahavn.
Kostnaðurin á hesum er
umleið 7.000 kr.
Hann leggur aftur at, at
navnið Hotel Tórshavn átti
verið broytt til Sjúklinga-
heimið Tórshavn. Á tann
hátt hevði tað verið lættari
at greitt fólki á gøtuni og
myndugleikum sum heild,
frá arbeiðinum á Hotel
Tórshavn. Fólk halda at tað
er handilsvirksemi, sum
talan er um, altso eitt rætti-
ligt hotel, og tað tekur ofta
langa tíð at greiða frá,
hvussu arbeiðið á Hotel
Tórshavn hongur saman.
Trivnaðarnevndin fer nú
at finna bilførarar, sum
skulu
góðkennast
av
nevndini, og fer at arbeiða
við at fáa skipanina at virka
so væl sum gjørligt.
Verkamannafylkingin og
Føroya Sparikassi hava lat-
ið ávíkavist 87.000 kr. og
100.000 kr. Síðani er pen-
ingur komin frá fleiri
kommunum, virkjum, Li-
ons Club í Tórshavn og
fleiri einstaklingum sum m.
a. hvønn mánaða lata eina
ávísa upphædd til trivnað-
argrunnin. Hettar er sjálv-
andi við til at tryggja tiltak-
ið framyvir.
Niels Jacob Nielsen takk-
ar vegna trivnaðarnevndina
á Hotel Tórshavn inniliga
fyri gávuna úr Føroyum.
Hotel Tórshavn fingið minibus
Formaðurin í trivnaðarnevndini á Hotel Tórshavn framman fyri stásiliga minibussin, sum er keyptur til Hotel Tórshavn.
Mynd:: Símun J. Hansen
Bæði tey føroysku
bryggjaríðini hava
søkt Vinnumála-
stýrið um at fáa
lovyi at bryggja øl
sterkari enn 5,8% –
bert ætlað til út-
flutnings
STERKT ØL
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
– Tað er lættari at sleppa
inn á hyllarnar i handl-
um í Norðurlondum við
sterkum øli – vit tosa
um ein stóran marknað,
sum bryggjaríini í løtuni
ikki kunnu troyta við
núverandi hámarki uppá
5,8%. Hetta siga bæði
føroysku bryggjaríini,
Føroya Bjór og Rest-
orffs Bryggjarí í kunn-
ingarskrivi.
Bryggjaríini vænta, at
heimamarknaðurin fer
at minka orsakað av
broytingartíðum,
og
heldur hann tað tí vera
sera neyðugt at hugsa
um útflutning av sterk-
um øli.
– Hetta vil verja og
skapa nýggj arbeiðs-
pláss og bøta um hand-
ilsjavnan, siga tey.
Bryggjaríini vísa á, at
tað ikki er neyðugt at
broyta rúsdrekkalógina.
– Loyvið til at bryggja
sterkari øl krevur bert
eina lítla víðkan av
galdandi
lóg.Henda
broytingin vil ikki við-
føra
nakrar
soaialar
vansar og heldur ikki
økta fyrisiting.
Bryggjaríini vísa eis-
ini á, at í okkara alsamt
størri globalisering av
vinnulívinum er tað
møtimikið, at lokalar
føroyskar lógir skulu
forða fyri framleiðslu og
útflutningi.
– Vit hava ta tiltrúgv
til okkara vinnumála-
ráðharra, at hann fremur
ynsktu broytingina, før-
oysku bryggjaríunum og
føroysku arbeiðspláss-
um at frama, siga bæði
føroysku bryggjaríini í,
Føroya Bjór og Rest-
orffs Bryggjarí, í kunn-
ingarskrivinum.
Bryggjaríini vilja
bryggja sterkt øl
TULIPANTILTAKIÐ
LC Tórshavn
Nei til narko er herrópið, tá
ið lionslimir í Havn næstu
vikuna seta seg í samband
við virki og fyritøkur í Suð-
urstreymoy og heita á tey at
keypa tulipanir.
Endamálið er at savna
inn pening til góðgerandi
endamál, men eisini at seta
fokus á vandan við narkot-
iskum evnum.
Seinastu árini hevur Li-
ons í Føroyum regluliga
skipað fyri skeiðnum Lions
Quest, sum serliga er ætlað
fólkaskúlalærarum. Enda-
málið við Lions Quest er at
geva børnum og ungum
lívsvirði og sjálvsálit, so at
teir m.a. betur duga at siga
nei til rúsevni.
Næsta
Lions
Quest
skeiðið verður 20. og 21.
apríl í ár. Nøkur fá pláss er
eftir, um onkur er, sum hev-
ur hug at taka lut. Tulipan-
tiltakið fíggjar m. a. áður-
nevnda skeið. Tulipantyss-
ini, sum heitt verður á virki
og stovnar at keypa, kosta
250 kr. Ætlanin er so, at
tyssið saman við einum
skelti við áskriftini Nei til
narko skal standa frammi á
sjónligum staði í vikuni
fyri páskir.
– Hetta er 4. ferð, at vit
skipa fyri tiltakinum. Í fjør
vórðu seld um 500 tyssi,
sigur Niels Nattestad, for-
maður í LC Tórshavn.
Fjórða árið við tulipanum frá Lions Club
Glastrevjabáturin
Hella kom í eina íðu.
Báturin tók sjógv inn
aftan, motorurin
steðgaði og gjøgnum
opnu hurðina kom
sjógvur fram í stýr-
húsið, áðrenn hann
sakk. Alt gekk sera
skjótt fyri seg, og
Gudmund Isfeldt
hevði ikki stundir til
at koma sær í bjarg-
ingarbátin, staðfestir
Skipaeftirlitið
VANLUKKA
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Orsøkin til syrgiligu van-
lukkuna í Nólsoyarfirði 7.
januar, tá glastrevjabáturin
Hella við eigaranum Gud-
mundi Isfeldt umborð sakk,
er nú staðfest.
Gudmundur Isfeld hevur
verið í arbeiðsørindum í
Nólsoy og var á veg til
havnar aftur við báti sínum
henda seinnapart í januar.
Vindmegin er umleið 12
m/s
av
landsynningi
sunnan við hvirlum upp í
18 m/s. Tað regnar illa og
er
yvirskýggja,
og
streymurin er harður suður
gjøgnum fjørðin.
Eftir at hava ráðført seg
við staðkent fólk fer Hella
klokkan eitt korter til trý úr
Nólsoy og setur kósina
móti Buchvald. Gudmund-
ur Isfeld skal stýra móti
Buchvald, til hann kemur
inn um streymstrongin, og
síðan snara suður við
Streymoyarlandinum.
Úr Nólsoy verður fylgt
við glastrevjabátinum, og
haðan sæst, at tá komið er
móti Streymoyarlandinum,
verður kósin løgd suður
fram við landi. Men síðan
hvørvur Hella í einum
grovum æli.
Avtalað var við fólk í
Nólsoy, at Gudmundur Is-
feldt skuldi boða frá, tá
hann kom til lands. Men tá
eingi boð eru komin ein
tíma eftir at hann fór úr
Nólsoy, boða nólsoyingar
frá. Síðan verður farið at
leita, men ikki fyrr enn fýra
dagar seinni, tann 11.
januar, verður Hella, ið er
eitt frambygt áttamannafar
frá 1975, funnin á botni.
Ein íða tók Hellu
Skipaeftirlitið hevur kann-
að, hvat fór fram í Nóls-
oyarfirði hesa lagnuløtu.
Niðurstøðan er, at Hella er
komin í eina íðu, júst sum
hon hevur snarað og ætlað
at siglt fram við landi.
Báturin hevur tikð sjógv
inn aftan, og motorurin er
steðgaður. Fyrst er aftur-
endin á bátinum sokkin, og
sjógvur er komin inn í
stýrhúsið gjøgnum opnu
hurðina.
Nógvi sjógvurin hevur
elvt til so stórt trýst inni í
húsinum, at teir fimm rút-
arnir eru trýstir út. Og full
av sjógvi hevur uppdriftin í
Hellu ikki klárað at hildi
henni flótandi.
Alt gekk sera skjótt fyri
seg, og Gudmundur Isfeldt
hevur lítla tíð at umráða
seg.
Bjargingarbáturin
Ikki fyrr enn 16. januar
varð
gummibáturin
av
Hellu funnin, stutt úr landi
sunnan fyri Akraberg. Tá
hekk maðurin íbundin út-
loysaralínuna.
Í sínum kanningum stað-
festir Skipaeftirlitið, at
bjargingarbáturin tá hevði
verið uppblástur í umleið
fimm samdøgur. Tað vil
siga síðan umleið 11. jan-
uar, ella fýra dagar eftir at
Hella sakk. Tí ber til at
staðfesta, at Gudmundur
Isfeldt ikki hevur megnað
at útloysa bjargingarbátin.
Hol í skrokkinum
Tá Hella varð tikin upp
vísti tað seg, at hon hevði
eitt stórt hol i bakborðs-
síðu, beint framman fyri
miðskips. Men holið er
komið, tá Hella hevur rakt
botn, staðfestir Skipaeftir-
litið,
hvørs
kanningar
somuleiðis vísa, at tað ikki
er grundað á veikleikar í
skrokkinum, at Hella er
sokkin.
Hella kom
í eina íðu
Glastrevjabáturin
Hella kom í eina íðu í
Nólsoyarfirði, og tað
var orsøkin til at
báturin sakk, staðfestir
Skipaeftirlitið
C
M
Y
K
3
2
J. Broncks gøta 37 · Postsboks 370 · FO-110 Tórshavn
Tlf: 34 59 00 · Fax: 34 59 50 · booking@smyril-line.fo
Til Íslands
Íroknað prísin er: Ferðin fram og aftur við
Norrönu í 4 koyggjukamari v. wc/bað innv. 7
nætur á hotelli í Íslandi. Morgunmatur og
døgurði á hotellunum. Føroyskur bussur og
ferðaleiðari.
7.995,-
BUSSFERÐIR VIÐ NORRÖNU
Aftur í ár verður skipað fyri áhugaverdum buss túr um
bæði til Danmarkar, Noregs, Íslands og Týsklands.
til Danmarkar/Týsklands
Íroknað prísin er: Ferðin fram og aftur við Norrönu í 4
koyggju kamari v. wc/bað innv. 1 nátt á hotelli í Suður-Jút-
landi, 4 nætur á hotelli í Týskalandi og 2 nætur á hotelli í
Aalborg. Morgunmatur og døgurði. Bussur og ferða leið ari.
7.680,-
Pensjónistaferð 09. - 18. 06.
Til Noregs
Íroknað prísin er: Ferðin fram og aftur við
Norrönu í 4 koyggjukamari v. wc/bað innv. 7
nætur á hotelli í Noregi. Morgunmatur og
døgurði týskvøld, miku kvøld, sunnukvøld og
mánakvøld. Atgongumerkið til dansiband-
festivalin í Seljord. Føroyskur bussur og ferða-
leiðari.
6.995,-
Dansibandferð 28. 06 - 07. 07.
Til Noregs
Íroknað prísin er: Ferðin fram og aftur við
Norrönu í 4 koyggjukamari v. wc/bað innv. 7
nætur á hotelli í Noregi. Morgunmatur og
døgurði. Føroyskur bussur og ferðaleiðari.
6.295,-
Hotellferð 09. - 18. 08.
Eykaprísur er fyri
onnur kamarssløg
Hotellferð 14. - 24. 05.
deild
gleði e
r tvíf
øld
gle
ði
deild
gleði e
r tvíf
øld
gle
ði