Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 13. juni 2012 · Nr. 67 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Pál Weihe heldur eisini, at ein effektivur máti at av­ marka roykingina, er at seta prísin á sigarettum upp. Hetta er eisini eitt av teim­um sjey tilmælinum frá Fólka­heilsuráðnum til polit­iska myndugleikan og sum vit vísa á í aðrari grein her á síðuni. – Vit vita, at prísurin hev­ ur stóra ávirkan á søluna, legg­ur Pál Weihe afturat. Hann hevur ikki nakra greiða fatan av, hvussu dýr­ar sigarettirnar eiga at verða. Men hann heldur, at ein hækking upp á 10%, er eitt passaliga runt tal. Í løtuni kostar ein pakki av sigarettum ímillum 50 og 60 krónur. Tað merkir, at hækkar avgjaldið 10%, fer pakkin at kosta millum 55 og 66 krónur. Í hesum sambandi halda vit eisini, at tollfría sølan av tubb­akki til fólk, sum ferðast til Føroya, skal av­ takast. Tí halda vit ikki, at tað er rætt, at tað skal bera til at selja avgjaldsfrítt tubbakk. – Tað er eitt sindur rang­ vørgt at brúka olju og økja um Co2 útlátið til at flyta tað bera eitur. Tátta allar skrúvur Pál Weihe heldur, at málið e at vera at ongin skal roykja yvirhøvur og vit eiga at tátta tær skrúvur, sum eru, sigur Pál Weihe. – Og eg haldi harafturat, at vit eiga at tátta skrúv­ ur­nar alla tíðina, so um­ støð­urnar hjá roykjarum alla tíðina verða trengri og trengri, sigur formaðurin í Fólka­heilsuráðnum. Fleiri lond hava sett ára­ mál á fyri, nær royking skal verða útruddað í landinum. Í Nýsælandi hava tey sett sær sum mál, at landið skal vera roykfrítt í 2025 og hetta er eitt rák, sum vindur meiri og meiri upp á seg. Í Føroyum hevur Fólka­ heilsuráðið sett sær sum mál, at ongin, sum er føddur síð­ani 2000, skal fara at roykja. aki@sosialurin.fo Fólkaheilsuráðið leggur stóran dent á at fáa før­ oy­ingar at minka um tubbaks­nýtsluna. Heilsuvandin, ið stendst av at roykja, er skjal­pógvaður so væl, at ongin ivi er um longur, hvussu heilsu­skaðiligt tað er. Tí kemur Fólkaheilsu­ ráðið javnan við tilráð­ing­ um til politiska myndug­ leikan um tiltøk, sum kunnu setast í verk fyri at minka um nýtsluna av tubbakki. Serliga nú í ár hevur Fólkaheilsuráðið lagt ser­ ligan dent á at fáa ung fólk at halda seg burtur frá tubbakki og tað verður gjørd við lýsingum og upp­lýsingum. Men í hesum sambandi hevur Fólkaheilsuráðið eis­ini ítøkilig tilmæli til politiska myndugleikan um sjey ymisk tiltøk, sum eiga at verða sett í verk fyri at tálma roykingini. Tey sjey tiltøkini eru: 1. Herða ásetingar í reglugerðini um sølu av tubbaki til ung undir 18 ár. Umhugsast eigur at hava serliga loyvisskipan. 2. Prísurin á tubbaki eigur at verða settur upp. 3. Eigur tubbakslógin ikki at verða herd eitt vet, so tað ikki verður loyvt at roykja á skúlans øki ella á økinum hjá barnagarðinum? Endamálið er, at børn skulu ikki síggja lærarar ella námsfrøðingar roykja yvirhøvur. 4. Vit eiga at seta ræðumyndir á sigarettpakkar, akkurát sum tey hava gjørt í Danmark. 5. Tað eigur at verða umhugsað at strika møguleikan at innflyta tollfrítt tubbak, tá man ferðast til Føroya. 6. Ásetingin um serlig roykirúm á privatum arbeiðsplássum eigur at strikast so at øll skulu út at roykja. 7. Í húsum har børn eru í dagrøkt, eigur tað at verða bannað at roykja. aki@sosialurin.fo Tey 7 boðini ROYKING Prísurin á sigarettum eigur at verða hækkaður og tollfría sølan eigur at verða avtikin Prísurin á sigarettum eigur at hækkast 10% Royking Ein hækking upp á 10%, er eitt passaliga runt tal handlar skulu hava serligt loyvi at selja tubbakk. – Men verður tey tikin í at selja tubbakk til ung undir 18 ár, skal tað bera til at taka loyvið frá teimum aftur, so at tey ikki sleppa at selja tubbakk, sigur Pál Weihe. – Tað hevði verið ein skila­góð skipan, tí tað er ikki rímiligt, at tað skal bera til at selja ungum undir 18 ár siga­ rettir, uttan at tað fær av­leið­ ingar. Endamálið er at geva eina greiða ábending um, at tubbakksøla skal takast í størsta álvara. – Ein loyvisskipan hevði víst, at myndugleikin tekur tubbakksølu í størsta álvara, akkurát sum at søla av rús­ drekka verður tikin í álvara, tí har fellur hamarin, tá ið lógin verður brotin. – Og eg haldi ikki, at tað er rætt, at tað ongar avleiðingar fær fyri kioskir og handlar, sum ikki halda lógina, heldur Pál Weihe. Úr eygunum Fólkaheilsuráðið mælir eisini heilt til at banna royking á skúlum og á dagstovnum, har børn eru. Somuleiðis skal tað ikki vera loyvt at roykja í húsum, har børn eru í dagrøkt. Tí mælir Fólkaheilsuráðið til, at royking verður bannað á øllum matrikulnummarinum hjá skúlanum, dagstovninum ella dagrøktini. – Tað kann ikki vera mein­ ingin, at lærarar of Peda­gogar ikki skulu sleppa at roykja innandura, tí tað er longu bannað, men at teir so bara fara út í tún at roykja upp í andlitið á børnunum, sam­ stundis sum roynt verður at prentað niður í tey, hvussu skaðiligt, tað er. Ì hesum sambandi kann nevnast, at hetta stigið hava fleiri myndugleikar nú tikið. Eitt nú hevur Tórshavnar Kommuna bannað royking á øll­um matrikulnummarum hjá skúlum og og dagstovnum í kommununi og tað sama hevur skúlin á Tftum gjørt. loyvið rettir Tað er ikki rímiligt, at tað skal bera til at selja ungum undir 18 ár sigarettir, uttan at tað fær avleiðingar Tubbaksloyvi Kioskir og handlar sum verða tikin nakrar ferðir fyri at selja sigarettir til ung undir 18 ár, eiga at missa loyvi at selja tubbaksvørur, heldur Fólkaheilsuráðið