Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 15. juni 2012 · Nr. 68 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Kringvarpið bar í gjár í bøtu­ flaka fyri at hava sagt, at Flóvin S. Olsen, sum í hes­ um døgum er fyri rætt­in í Hollandi í einum barna­porn­ o­máli, skal hava játtað seg sek­an í at hava neyðtikið eitt pinku­barn. Í Degi og Viku mikukvøldið segði sjón­varps­kvinn­an greitt, at mað­ur­in sam­bært verj­a­num »í dag« hevði játtað seg sek­an. Sambært keldum hjá Rás2, so hevði verjin als ikki út­tal­að seg til nakran, og sam­bært hollendskum tíð­ind­a­fólk­um á staðnum, so nokt­aði maðurin seg sekan. Kanska Kringvarpið tók feil, men Kringvarpið skrivar á heim­asíðuni, at »lurtarar og hyggj­arar kunnu hava fingið ta fatan, at maðurin hevur játtað seg sekan í at hava neyðtikið eitt barn, yngri enn eitt ár«. Sjálvandi fáa »lurtarar og hyggj­ara ta fatan«, tá Kring­ varp­ið sigur orðarætt: »Verjin segði í dag, at maðurin hevur játtað seg sekan í hesum brotinum«. Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov vikuskiftisblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo At vandin við royking er staðfestur, hava vit sæð og hoyrt so ofta. Kort­ ini vísa kanningar, at nógv fólk roykja, og at nógv ung fólk – børn – roykja dagliga, og at talið av teim­ um ungu, sum byrja at roykja, er sera høgt. Hetta er sjálvandi av teirri ein­ faldu or­søk, at vandin verður ikki tik­in í álv­ara. Tey vaksnu eru ikki nóg góð­ar fyri­mynd­ir. Lær­ar­ar eru ikki nóg góð­ar fyri­mynd­ir, og for­ eld­ur eru ikki nóg góð­ar fyri­mynd­ ir. Bara tað at vit hava sæð heilsu­ mál­a­ráð­harr­ar standa uttan fyri løg­ting­ið og roykja vísir, hvussu lít­ ið hes­in trupulleikin verður tikin í álv­ara í politisku skipanini. Men Karsten Hansen, núverandi heilsu­mála­ráðharra, kunnu vit ikki lasta við slík­um. Fyrsta dagin fær hann til­mæli frá Fólkaheilsuráðnum um, hvat kann gerast fyri at minka um roykingina, og hann er sann­ førd­ur um, at tað er neyðugt at seta til­tøk í verk fyri at avmarka royk­ ing. Eftir sum at Karsten Han­sen ikki sjávlur er roykjari, so trúgva vit hon­um. Ein pol­it­ik­ari, sum ikki sjálvur klárar at liva upp til ide­alini um ikki at roykja, hann klárar held­ ur ikki at gjøgnumføra slík politiskt, tað sigur seg sjálvt. Tað er nógv broytt viðvíkjandi hug­burði til royking. Størsta broyt­ ing­in er, at roykj­ar­ar hava tapt slag­ið um ar­beiðs­pláss­ini, mat­stov­ ur­nar og dansi­støð­ini. Hetta var ó­hugs­andi bara fyri fá­um ár­um síð­ ani. Og vit skulu ikki meira enn eini 20 - 30 ár aft­ur í tíðina, so var loyvt at roykja í skúla­garðu­num í á­vís­um barna­skúl­um, har lær­ar­ar­nir vóru ser­liga peda­gogiskt bevístir um, at tørv­ur næm­ingsins eisini fevndi um frælsi at sleppa at roykja. Hetta er tí­betur søga nú. Men kortini eru tað nógv ung, sum fara at roykja. At slíkur hug­ burð­ur er galdandi millum ung í 21. øld, tað er tekin líkasælu hjá for­eld­ rum – sum á onkran hátt fær okk­ um at hugsa um vanrøkt, tí tilvitað for­eldur kunnu ikki góðtaka, at teirra 12-13 ára gamla barn byrjar at roykja. Tað er hesa líkasælu, sum Kar­ sten Han­sen sum lands­stýr­is­mað­ur kann gera nakað við, og tað er slík líka­sæla sum ger, at neyðugt er við víð­gongd­um til­tøk­um, sum fyri tey flestu átti at verið ó­neyð­ug. Sjálvandi eigur ikki eitt einasta barn at byrja at roykja í 2012. Vit kunnu ikki tvinga tey vaksnu at leggja av at roykja, men vit kunnu við av­gjøld­um og av­mark­ing­um ger tað so trup­ult, at tey troytt­ast – og leggja av. Argumentini fyri hesum eru eyð­sýnd. Og loysn­in fyri at leggja siga­rett­ina er einføld: Tað er bara ein spurn­ing­ur um vilja, so koyr á, Karsten Hansen! Bara líkasæl foreldur góðtaka, at børnini roykja Í næstu viku sendir Rás2 úr sólríka katalanska høv­uðs­ stað­num Barce­lona. At­lants­flog fer sunn­u­ dagin undir rutuflúgvingina til Barc­e­lona, og Rás2 verður við fyrsta flog­far­i­num til spanska stór­bý­in. Í komandi viku fara fólk frá Rás2 so at fram­leiða og senda radio úr Bar­ce­lona. Sent verð­ur týs­dag­in og miku­dag­in kl. 9-12 og 15-17 og hós­dagin kl. 9-12. Í sendingunum verður leit­að út í Barce­lona bý. Sent verð­ur av Rambluni – stóru og kendu hand­ils­gøt­uni – av strond­ini og úr bý­num ann­ars. Tos­að verður við span­i­ól­ar, við føroyingar í Span­ia, og Rás2-fólkini fara eis­ini at gera reportasjur av mat­stovu, av Camp Nou fót­bólts­leik­vøll­i­num og av strondini. Rás2 fólkini í Barcelona verða Rann­vá Gaard Fossa­ berg, Eyð­un Klak­stein og Hjalm­ar Hvítklett. Rás2 live úr Barcelona Í morgun stóðu tveir før­oysk­ir hest­ar framman fyri Um­hvørv­is­ stov­una saman við ein­um skelti við ein­um sitati frá end­a­mál­i­num hjá Um­hvørv­ is­stov­uni. Har stendu­r: »Missurin av lív­frøð­i­lig­um fjøl­ broytni er støðg­ að­ur . – Fyri at hjálpa Um­hvørv­is­stov­ uni at halda sín­ar mál­setn­ing­ar hava vit sett hetta fitta par­ið av sterkt hótta djór­a­slagn­um á teirra vøll«. Føroyski hesturin er hótt­ ur, og tað eru bert ein­stakl­ ing­ar, sum royna at gera nak­að við at verja um hest­ in. Tey, ið hava sett hest­ar­nar framm­an fyri um­hvørv­is­ stov­una vilja við hesum vísa á, at tað er rættast at byrja um­hvørv­i­s­vernd­ina her heima held­ur enn at ferð­ast kring allan heim og skriva und­ir pro­kla­m­a­ti­ón­ir, sum ongantíð blíva hildn­ar her heima. Verjið heldur umhvørvið heima! Fráflyt­ ing av­bjóð­ ing yvir øllum Hans Pauli STrøm Tíðargrein á síðu 19 Veðrið er sum poli­tikkur Jan Otto Holm Eygamálið síðu 18 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Misskiltu vit Kringvarpið? Lisið á Kaj Leo Holm Johannesen »Tað er gott at íleggjarar hava stórt álit á Føroyum eft­ir objektivum kriterium, eft­ir­sum at vit hava end­ur­ fíggj­að 1123 mia kr við met­ lág­ari rentu upp á einans 1,43%, hetta var super.« – Jú av sonnum er Kaj Leo óførur. 1.123 milli­ard­ir krón­ur svar­ar til blokk­stuð­ ul í gott og væl 2.000 ár. Men hvat? Sjálvt hjá ein­ um løg­manni kann bland koma í mill­iard­ir og mill­i­ón­ir... Bara spurningur um vilja Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mynd: Jónheðin Tróndheim