hósdagur 11. mars 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 49 - 11. mars 2004
Nr. 49 - 11. mars 2004
11
Vit hava eina rúsdrekkalóg, ið loyvir innflutningi av
víni og brennivíni, men føroysku myndugleikarnir
loyva ikki framleiðslu av hesum vørum í Føroyum.
Moralurin tykist verða, at tað er í lagi, at føroyingar
leska sær við innfluttum vørum, men teir mugu fyri alt
í verðini ikki sleppa at framleiða vín ella brennivín
sjálvir. Hvør grundgevingin er fyri hetta er ringt at
siga, men Løgtingið hevur ivaleyst eina forkláring,
hóast vit loyva okkum at ivast í góðskuni av hesari.
Tað tykist verða dupultmoralskt, at hava ein politiskan
hugburð, ið sigur, at tað er í lagi, bara kenningin út-
lendsk er.
Eitt annað løgið við okkara rúsdrekkalóg er, at man
loyvir eitt nú víni og portvíni, men ikki øli sterkari enn
5,8%. Hetta man helst eisini hava eina forkláring, men
spurningurin er um nøkur forkláring, ið heldur í ár
2004, finst.
Fyri at skilja okkara rúskdrekkalóg, so má ein hyggja
at søguni. Tá atkvøðugreiðslan um nýggju rúsdrekka-
lógina var í 1992, ið loyvdi Rúsdrekkasølu í Føroyum,
heldur enn postordrasølu, tá kom henda lóg akkurát
ígjøgnum. Tað tykist, sum allar broytingar eru sera tor-
førar at fáa ígjøgnum, og tí eigur man at hava virðing
fyri teimum politikarum, ið hava megnað at fingið
broytingar ígjøgnum, við at taka smá stig rætta vegin.
Ein alt ella einki hugburður kemur okkum ongan veg.
Vónandi fara hesi smáu stigini rætta vegin at halda
fram. Tað eru helst nøkur í hesum samfelagnum, ið
ynskja sær eina skipan sum í Danmark, men um onkur
legði uppskot um hetta fyri tingið nú, so fall tað við
einum braki. Vit mugu minnast til, at ein minniluti í
Føroyum framvegis ynskir fullkomuligt rúsdrekka-
bann, meðan mong vilja tað sum nú, men ikki fríari.
Vegurin fram uppá stutt sikt má finnast í millum tey, ið
vilja lata púra leyst og tey, ið vilja, at alt vín í Føroyum
gjørdist vatn.
Spurningurin er, um hetta ikki er rætta løtan at sleppa
av við í hvussu so er einari av mongu andsøgnunum í
rúsdrekkalógini. Hví ikki byrja við at loyva føroysku
bryggjaríunum at bryggja øl sterkari enn 5,8%? Hetta
grundgeva bryggjaríini væl fyri í umsókn til Vinnu-
málaráðið, og leggja tað fram sum eina útflutning-
verkætlan. Tað hevði verið gott, um man kundi útflutt
hesa vøru, men vit loyva okkum at spyrja, hví man ikki
eisini kann loyva føroyingum at drekka hesa vøru.
Føroyingar sleppa sum er at keypa vín og brennivín, ið
er nógv sterkari, enn tann vøra, føroysku bryggjaríini
ætla at framleiða. Hvat er endamálið við at forbjóða øli
sterkari enn 5,8%?
Ein endurskoðan av rúsdrekkalógini er uppá sítt pláss,
og helst er tíð at taka eitt fet afturat fyri at koma mongu
andsøgnunum í hesu lóggávu til lívs.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Mugu endiliga ikki
framleiða sjálvi
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
JónBrianHvidtfeldtjonbrian@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard ave@post.olivant.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Hans J. Petersen
Slíkan hevndarhug, jonka-
sligheit og illoyalitet móti
sínum floksfelaga og lands-
stýrismanni, skal ein leita
leingi eftir
Tað er einki annað enn
stór skomm, at sambands-
menn og kvinnur í Suður-
streymoy,
Eysturoy
og
Klaksvík í berum illsinni
og á besta jantelógarhátt,
vóru teir sum undirgróvu
trúvirði landsstýrismansins
og harvið, við hjálp frá
Jóanes Eidesgaard, avhøvd-
aðu sín egna landsstýris-
mann tann 23. februar.
Tit eru stór skomm fyri
flokkin og eru als ikki
nøkur góð fyridømi fyri
hvussu ein skal vera, fyri at
vera politiskt korrektur í
sambandseygum. Eingin av
tykkum røkkur sambands-
tingmanninum úr suðri til
kníggja.
Allar tær svínsku illgit-
ingar, niðurgerð og bein-
leiðis ósannindir sum tykk-
ara tabloidpressa gamla
Dimma, saman við Fregn-
um smíðaðu saman vóru á
siðiligan hátt afturvístar,
men tit hava gjørt tykkum
og flokkinum fyri skomm-
um, skamm fái tykkum og
»óheftu politisku« Dimmu
fyri tað.
Tað var munur á at
síggja, hvussu væl fólka-
floksmenn vardu sín mann
tá álopini frá pressuni leik-
aðu harðast á, meðan tit
ístaðin søgdu sum farise-
ararnir á sinni »krossfest,
krossfest«, og tit fingu
eisini
landsstýrismannin
krossfestan. Líti á míni orð,
handan skarnsgerðin kemur
tykkum aftur um brekku í
gráum kálvsskinnið.
Johan Dahl hevur ikki á
nakran hátt forbrotið seg,
men hevur verið við í
vinnulívinum bæði her
heima og útlondum frá heilt
ungum árum og roynt at
bygt brýr, tað er meir enn
kann sigast um tykkum,
sum stungu hann so dyggi-
liga í ryggin.
Johan Dahl var uttan
nakran iva nógv best egnaði
landsstýrismaðurin
til
fiskivinnumál, sum er í
hasi samgonguni, við síni
stóru altjóða vitan um
fiskivinnu og sínum altjóða
netverki.
Úrslit av hansara effek-
tiviteti sást eisini eftir hans-
ara einans 20 døgum í stýr-
inum sama dag sum hann
fór frá, tí ikki nakar ivi er
millum manna um, hvør
setti tær framdu broytingar-
nar, ella sokallaðu um-
rokeringarnar í leiðsluni í
fiskimálastýrinum út í kort-
ið.
Sannleikin
um,
hvat
einkjan og dótturin hava
goldið sjálvar, kemur ein-
ferð fyri ein dag.
Ein harmilig gerð, ein
skomm fyri politisku skip-
anina og ein skomm fyri
rættarsamfelagið Føroyar.
Sverre Midjord
Á móttøku, sum var á
Tvøroyri fyri løg-
manni Jóannes
Eidesgaard, helt
Sverri Midjord røðu
Harra løgmaður!
Fyrst hjartaliga tillukku
og góða eydnu við hesum
stóra áliti sum tú hevur
fingið.
Tað er ein stór avbjóðing,
tað verða ikki bara viðrák
og ljósar tíðir. Rákið verður
ikki altíð við. Tá er avger-
andi fyri teg, at tú hevur
baklandið við, ikki bara tað
politiska men meira tað
persónliga, og at tú hevur
familjuna við tær, bæði tú
og kona tín eru av góðum
bergi brotin.
Tann legendariski yrkj-
arin Pól Johs. av Miðgerði
er ættarfaðir tykkara. Mið-
gerð ættin er kend fyri at
vera erlig, hjartalig og
hjálpsom.
Poul F. sáli sigur í sein-
astu heilsan síni til P. M.
Dam sála
Tú ofta stóð sum drangur
í ódn –
Ein viti sum langa leið
lýsti
mót øllum á lívsins
skuggasíðu
tú hjálp og hjartalag vísti
Neyvan javngóður maður
kemur
í merkismanns sess at sita
Dam hann sum lyftir tín
mikla arv
má næstan fjøll kunna
flyta.
Eg havi lagt merki til, at
tú Jóannes ofta endurgevur
Oluf Palme sála, og tað er
bara gott. Tú hevur Oluf
Palme sum fyrimynd, eg
havi P. M. Dam.
Vit byggja okkara polit-
iska á tey og teir, sum
undan fóru. Tú ert fimti,
løgmaður úr Suðuroy –
fjórði á Tvøroyri – og ikki
at gloyma annar av Tipp-
inum. Livir tú upp til teir,
sum undan fóru, so fer at
gangast væl.
Hjartaliga tillukku og
góðan byr.
Skomm Sambandsfloksins
Fjórði løgmaður av Tvøroyri …
Zacharias Bech
Porkeri
Eftir løgtingsvalið kom
sambandsflokkurin í Sam-
gongu, og vit í Suðuroynni
fingu ein landstýrismann,
nakað, vit ikki høvdu havt í
34 ár.
Sjálvandi vóru vit fegin,
tá valið fall á Johan Dahl, tí
vit sum kenna hann og
hansara ágrýtni og hansara
arbeiðsevni, vóru ikki í iva
um, at hann fór at vera til
gagns, fyrst fyri føroyska
fiskivinnu og harvið fyri alt
Føroya land og síðan fyri
menning av Sambands-
flokkinum í Suðuroynni.
Samstundis vóru vit eisini
fegin um at fáa Jaspur Vang
inn sum tingmann. Hóast
hann ongantíð hevði roynt
tað fyrr, so eri eg onga løtu
í iva um, at hann hevði
roynst Sambandsflokkinum
fyrst og síðan Suðuroynni
góður stuðul.
Men gleðin var stokkut,
tí bert tjúgu dagar seinni
bleiv Johan Dahl av Jóann-
es Eidesgaard, løgmanni,
loystur úr starvi, orsakað av
skriving í bløðunum um
hansara fortíð sum stjóri á
Vágs Skipasmiðju og eftir-
fylgjandi greinar, fyltar av
pástandum og illgitingum,
sum allar høvdu til enda-
máls at seta Johan Dahl í
ringt ljós.
Bløðini drivu, tá ið hann
sat sum landsstýrismaður,
eina heksajakt móti Johan
Dahl.
At
Oyggjatíðindi
og
Fregnir gjørdu tað, er at liva
við, men at Dimmalætting
skuldi ganga á odda í út-
spilling av einum lands-
stýrismanni hjá Sambands-
flokkinum, kann eg sum
sambandsmaður ikki góð-
taka. Havi tí gjørt av at
gevast sum haldari av
hesum blað.
Tá Dimmalætting sigur
seg ikki longur at vera heft
at Sambandsflokkinum, átti
blaðstjórin, sum nú er limur
í landsnevnd Sambands-
floksins, sjálvboðin at farið
úr nevndini.
Eisini er tað at fara út um
alt mark, tá bæði fyrrver-
andi og núverandi formað-
ur á forsíðuni í Dimmalætt-
ing, krossfesta sín egna
landsstýrismann eftir eini
grein, sum ein fríggjamorg-
un stóð í Fregnum, beint
áðrenn tingmanning Sam-
bandsfloksins er saman-
kallað til at fáa eina frá-
greiðing frá Johan Dahl um
tað, sum fregnir hevur
skrivað, fyri síðan eftir
fundin sama kvøld at koma
í sjónvarpið og siga, at øll
tingmanningin stóð aftan
fyri Johan Dahl sum lands-
stýrismann.
Sambandsflokkurin hev-
ur tað ikki gott í løtuni.
Hann hevur ongan leiðara,
og tað hevur hann ikki havt
trý tey seinastu árini.
Skaðin hendi, tá nakrir
ávísir persónar í Sam-
bandsflokkinum tóku seg
saman at fáa Edmund
Joensen frá sum formann.
Teir royndu fyrst í 1998. Tá
miseydnaðist tað, men trý
ár seinni var eydnan við
teimum, til stóra ólukku
fyri Sambandsflokkin, tí
var hann áðrenn í øskuni,
so bleiv hann eftir hetta
førdur inn í eldin.
Hvørjir hesir persónar
vóru er eingin grund til at
nevna, men teir eru næstan
allir farnir í gloymskuna,
sum taparar politiskt sæð.
Men teir náddu at sáa vind,
og flokkurin heystar nú
storm.
Edmund Joensen, haraft-
urímóti, sum av sambands-
fólki bleiv vrakaður sum
formaður fyri flokkin, fekk
uppreisn. Ikki av sínum
egnu, men av sínum polit-
isku
mótstøðumonnum,
sum
lyftu
hann
uppá
hægsta politiska tindin við
at velja hann til løgtingsfor-
mann. Øll kenna vit frá-
søgnina um »steinin, sum
smiðirnir vrakaðu«.
Eg havi fyrr ásannað tað,
men ongantíð so nógv sum
nú, tá framstandandi tjóð-
veldismaður, umborð á
»Smyril« segði við meg
kvøldið eftir at Edmund
Joensen var farin frá sum
formaður fyri Sambands-
flokkin, at hetta var ring-
asta gerð, ið nakar flokkur
hevði gjørt ímóti sær sjálv-
um. Og hann meinti tað.
Tá nýggjur landsstýris-
maður skuldi veljast fyri
Johan Dahl høvdu vit her
suðuri ein kvalifiseraðan
mann. Vit hildu eisini, at
tað var heilt natúrligt, at vit
varðveittu
landsstýris-
mannin.
Men meirilutin í ting-
bólkinum vildi tað øðrvísi.
Teir valdu nýggjan lands-
stýrismann úr Norðoyggj-
um. Hví teir gjørdu tað, er
ilt at meta um. Men tað
verður áhugavert til aðal-
fundin hjá Sambandsflokk-
inum at síggja, hvønn at-
kvøðurnar frá norðoyggj-
um fara til, tá atkvøtt verð-
ur um nýggjan formann
fyri flokkin. Fara tær
møguliga til Suðurstreym?
Mítt hægsta ynski er, at
Sambandsflokkurin
til
aðalfundin komandi fær ein
góðan og sterkan formann,
sum kann føra flokkin fram
til tað, hann var. Álitið í
føroyskum politikki.
PS. Nú eru útvið 2 vikur
gingnar, síðan Johan Dahl
var settur frá sum lands-
stýrismaður. Í hesum tíðar-
skeiði hevur einki verið at
sæð í Dimmalætting um
nevnda persón.
So er tað altso veruleiki,
at skrivingin hevði til enda-
máls at fáa Johan Dahl frá
sum landsstýrismann.
Spurningurin, um hetta
var bílagt arbeiði, og av
hvørjum tað bleiv bílagt,
stendur framvegis eftir.
VIÐMERKINGAR
Ringasta gerð nakar flokkur
hevði gjørt ímóti sær sjálvum
Opið bræv til:
Tórshavnar Býráð,
nevndin í sosialu deild
og Almanna- og
heilsumálastýrið
Hugleiðingar og spurn-
ingar eftir at Dagur og
Vika tann 16. feb. 2004
segði, at tað er upp á tal
at senda ein 5 ára gaml-
an drong, við diagnosuni
DAMP, til Danmarkar á
viðgerðarstovn.
Tó at vit ikki kenna
alla søguna um hendan
drong, so má tað sigast,
at tað kennist sum at
verða send 40 ár aftur í
tíðina, tá ið vit sendu
evnaveik børn av land-
inum, tí vit ikki áttu ser-
kunnleika til at taka okk-
um av hesum børnum.
Hava vit í Føroyum
einki lært av tí, sum fór
fram tá??
Vit hildu, at vit í Før-
oyum vóru blivnar klók-
ari, tí vit síggja í dag, at
tað vóru børnini, ið tá
vóru send av landinum,
og familjur teirra, ið bóru
tann
menniskjansliga
prísin fyri ta fávitsku, ið
var tá.
Tað kann ikki verða
rætt, at vit í Føroyum í ár
2004 senda kreppurakt
børn av landinum, tí vit
ikki megna at taka okk-
um av teimum. Er tað so,
má okkurt gerast! Væl
vitandi at hesin drongur-
in langt frá er tann ein-
asti, ið hevur DAMP ella
líknandi trupulleika í
Føroyum.
Vit/samfelagið eiga at
taka okkum av øllum
okkara borgarum og ser-
liga av børnunum. Vit
eru klár yvir, at børn við
serligum tørvi "kosta
nógv", men tað er júst tí,
at vit sum samfelag
mugu standa saman og
taka okkum av trupul-
leikanum, og ikki lata tað
til tann einstaka, so at tað
er tilvildin/pengapungur-
in, sum verður avgerandi
fyri, hvør ið fær ta røttu
hjálpina.
Vit eiga at taka okkum
av teimum trupulleikum,
vit hava her á landi og
ikki senda tey av land-
inum. Vit eiga ábyrgdina,
og eiga at gera tað besta
fyri okkara børn. Sjálv-
sagt eiga vit at fáa hjálp
og vitan aðrastaðni frá,
fara til kanningar og fáa
viðgerð aðrastaðni, tí
okkara samfelag er ov
lítið til at hava servitan á
øllum økjum. Men tað er
ikki tað sama sum at
senda eitt 5 ára gamalt
barn á bústovn í einum
øðrum landi. Við okkara
vitan í dag um, hvussu
umráðandi tað er, at børn
vaksa upp í einum trygg-
um umhvørvi saman við
teirra umsorganarpersón-
um (vanl. foreldrum), er
tað alt, ið talar ímóti eini
slíkari gerð. Hetta er tá
hugsa verður um tað væl-
virkandi barn, og sjálv-
andi enn minni, tá tað er
talan um eitt barn við
trupulleikum framman-
undan.
Man hevur fyrr sæð, at
tað hevur verið gjørdur
ein stovnur um eitt barn/
ungling, tí man onga
aðrastaðni hevði at koyra
júst hetta barnið/ ung-
lingin - hví ikki til hend-
an 5 ára gamla dreingin?
Hvar eru øll hini DAMP-
børnini
hjá
okkum?
Senda vit eisini tey av
landinum? Er tað enn
einaferð spurningur um
pengar? Hevði tað ikki
verið bíligari í longdini,
um vit í Føroyum fingu
okkum henda serkunn-
leika?
29.
februar
2004
kl.20.00 í SvF sóu vit
enn eitt dømi, har ein
familja ið hevði stóran
tørv á hjálp til dóttur
sína, meira ella minni
bleiv vrakað, bæði av
dagstovninum og komm-
ununi tey búgva í. Tað at
dagstovnurin og komm-
unan bera seg soleiðis at
mótvegis
familjuni,
kunnu vit bert síggja sum
hjálparloysi
ella
eitt
neyðarróp, tí at tey ongar
aðrar møguleikar vita
sær. Hetta rættvísger
kortini ikki teirra avgerð.
Tað kann í øllum før-
um ikki verða rætt, at
man ikki kann gera
nakað fyri henda stakkals
drong og familju hans-
ara, sum er so hart rakt
frammanundan.
Her
heima hevur hann hóast
alt tvær systrar, ommu,
abba, mostur, mammu-
beiggjar og onnur, ið
fegin vilja rætta eina
hjálpandi hond.
Tað er okkara innarliga
vón, at avvarandi lands-
myndugleikar finna eina
aðra loysn enn at senda
henda drong av landin-
um, til frama fyri hann
og onnur børn í líknandi
støðu.
Vinarliga heilsan
Edda Hjartvarsdóttir
og Maika L. Dahl (og
24 aðrar undirskriftir,
ið eru sendar avvarð-
andi myndugleikar)
Føroyar fyri 40
árum síðani ella
Føroyar í dag!
Helgi Abrahamsen
»Peningur fossar úr lands-
kassanum« er yvirskriftin á
eini grein, sum Høgni Hoy-
dal hevði í bløðunum 9.
mars. Greinin er partur av
eini herferð, sum Tjóð-
veldisflokkurin hevur koyrt
í fjølmiðlunum ta seinastu
tíðina, har endamálið er at
frásiga flokkinum alla á-
byrgd av fíggjarligu støð-
uni, sum landið er komið út
í.
Boðskapurin sum Tjóð-
veldisflokkurin roynir at
fáa fram, er, at til og við 5.
desember 2003 varð "sitið
tungt á kassanum", men at
longu dagin eftir at val var
útskrivað, kom vend í.
Vánaliga úrslitið hjá lands-
kassanum í 2003 hevur við
øðrum orðum einki við tær
49 vikurnar frá 1. januar til
5. desember at gera, men
alt er úrslit av manglandi
fíggjarstýring tríggjar tær
seinastu vikurnar av árin-
um (jólavikan íroknað).
Minni fossar inn
Hyggja vit eftir, so síggja
vit, at peningafossurin úr
landskassanum
er
ikki
vaksin meira hesa seinastu
tíðina, enn hann hevur gjørt
nú í nógv ár. Munurin er
bara tann, at nú fossar
minni inn í kassan, og tí
verður eisini minni eftir.
Og hví fossar minni inn í
kassan? Ein orsøk er verri
fiskaprísir, ein er trupul-
leikar í alivinnuni, og ein
er, at undanfarna lands-
stýrið bað um at fáa minni
ríkisstuðul úr Danmark
(bert fyri at nevna nøkur
dømi). Hetta seinasta hevur
tá inniverandi ár er íroknað,
kostað landskassanum 1,2
milliardir krónur. (Ein ikki
so lítil fossur).
At koma í bløðini nú og
siga, at tað er manglandi
avgjald á grønar keksir,
sum ger alt útslagið, er at
undirmeta vitanina hjá før-
oyingum.
Skjótir at rigga av
Sigast má, at Tjóðveldis-
flokkurin hevur lættari við
at rigga av, enn at rigga til.
Tí hóast Karsten Hansen
bleiv valdur til landsstýris-
mann tann 15. mai 1998,
so segði hann í samrøðu við
Sosialin tann 24. september
sama ár, at "tað verður ikki
fyrr enn á fíggjarlógini fyri
ár 2000, at politikkurin hjá
samgonguni rættiliga fer at
vísa seg". Tað vil siga, at
tað skuldi taka meira enn
hálvtannað ár, áðrenn før-
oyingar veruliga fóru at
merkja, at ein nýggj sam-
gonga var komin til. Men
nú tá Tjóðveldisflokkurin
riggar av, følir hann seg
leysan av allari ábyrgd
longu dagin eftir at hann
hevur latið hurðina aftur í
Tinganesi.
Hvør hevur ábyrgdina?
Tjóðveldisflokkurin
má
ikki halda, at tað er nýggja
samgongan, sum hevur
lækkað fiskaprísirnar á
heimsmarknaðinum, og tað
er heldur ikki samgongan,
sum hevur skapt trupulleik-
arnar í alivinnuni. Men allir
føroyingar vita, hvør hevur
staðið á odda fyri átakin-
um, sum tá hetta árið er
runnið, hevur kostað lands-
kassanum 1,2 mia. krónur.
Peningur sum fossar
C
M
Y
K
11
10