hósdagur 11. mars 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 49 - 11. mars 2004
Nr. 49 - 11. mars 2004
13
Tíðirnar
broytast
– Nógv ung arbeiða
í dag, men tað tyk-
ist ikki at vera so
nógv arbeiðspláss
til ungar dreingir á
landi sum til gent-
urnar, sigur Her-
man Oskarsson,
stjóri á Hagstovu
Føroya
UNG OG PENGAR
Sigga-Maria/Fríða
Herman sigur, at ung
eru farin meira út á ar-
beiðsmarknaðin,
enn
hvat tey hava verið. Ser-
liga vóru tað krambúðir,
har tær ungu genturnar
arbeiða. Men arbeiðs-
støð til dreingir eru ikki
nógv
av.
Summir
dreingir velja heldur at
fara til skips í summar-
frítíðini, enn arbeiði á
landi.
- Tey ungu í dag vinna
rættuliga nógv, og hava
tí ráð at nýta peningin til
merkivørur og líknandi,
sigur Herman Oskars-
son.
Tað førir við sær, at
meira verður flutt inn.
Tó verður vøran ikki
dýrari,
men
úrvalið
størri. Tað hevur so aftur
við sær, at nógv matstøð
verða bygd, sum til
dømis Burger King.
Tess meira tey ungu
vinna, tess meira støð,
har tey kunnu nýta pen-
ingin, verða bygd. Hetta
er bæði gott og ringt fyri
samfelagið, greiðir Her-
man Oskarsson frá.
– Vansarnir við tí,
kunnu verða, at tann
einstaki í samfelagin-
um, ikki lærir at spara, tí
har er so nógv at nýta
peningin til, sigur Her-
man Oskarsson.
- Tað góða við tí, er, at
um vit nýta nógvan pen-
ing, gevur tað tekin
uppá at har eru meira
pengar í samfelagnum.
Tíðirnar broytast og tað
ger samfelagið eisini,
endar Herman Oskar-
son.
Ein kanning um ung
og peninganýtslu
teirra, sum prakti-
kantar á Sosialinum
hava gjørt, vísir pen-
inganýtsluna millum
ung í framhaldsdeild-
ini á Venjingarskúl-
anum í Havn. Meira
enn helvtin av teim-
um spurdu nýta
millum 100 og 500
krónur um mánaðin
KANNING
Sigga-Maria/Fríða
Í vikuni, sum fór, vóru vit
úti á Venjingarskúlanum og
deildu út spurnarbløð til
framhaldsdeildina. Hetta
spurnarblaðið snúði seg um
peninganýtsluna hjá teim-
um ungu millum 14 og 17
ár. Vit spurdu 100 ung,
nakrar spurningar. Til døm-
is spurdu vit, um tey hava
fartelefon.
Heili 97% hava fartele-
fon, meðan bert 3% onga
hava. Síðan vórðu tey, ið
hava
fartelefon,
spurd,
hvussu nógvur peningur
verður nýttur til hetta, um
mánaðin. Prosentini vóru
deild ymisk:
Fyri at nýta pening, má
peningur vera til taks. So
vit hildu tað vera viðkom-
andi at spyrja tey, hvaðani
tey fáa peningin, um tey ar-
beiða ella fáa lummapen-
ing. Har var rættliga javnt,
46,2% arbeiða, 49,6% fáa
lummapening, meðan 4,2%
hvørki arbeiða ella fáa
lummapening. Flestu teirra
hildu seg hava pening eftir,
tá mánaðurin er liðin.
Hugburðsbroyting
Vit fóru eisini út og spurdu
nøkur vaksin, hvat tey hildu
um peninganýtsluna hjá
teimum ungu. Har vóru
ymiskar meiningar, men tó
vóru øll samd um, at lýs-
ingar ávirkaðu ungdómin.
Tey halda eisini, at ung
brúka sera nógvan pening
uppá mótaklæðir og at fara
í býin um vikuskiftini.
Tí settu vit teimum
spurningin: "Hvat kundi
verðið gjørt, fyri at minka
um peninganýtsluna hjá
teimum
ungu?"
Nøkur
svaraðu, at kvota kundi
verðið sett á kontoina.
Onnur hildu fyri, at tey
ungu kundu sjálvi vinna
sær pening og síðani ráða
yvir teimum. Uppaftur onn-
ur hildu, at foreldrini skulu
hava ábyrgdina av hesum,
meðan ein heilt onnur
meining var, at tað er neyð-
ugt at upplýsa tey ungu og
harvið gera tey meira
tilvitandi um teirra egnu
val.
– Tað ræður um, at fáa
tey ungu at hugsa meiri um,
hvussu tey velja at nýta sín
pening,og at læra tey, at tað
ikki er neyðugt at "muga
hava" tað, sum lýsingar
siga er "cool". Og mest av
øllum, ræður um at gera tey
tilvita um, at tey eru nakað
í sjálvum sær, sigur ein av
teimum spurdu.
Lýsingar ávirka
Í samband við einari verk-
ætlan, í Eysturskúlanum,
var ein okkara við í einum
bólki um sama evni, ung og
peninganýtsla.
Bólkurin
var hjá Petur & Petur, Kall
og Føroya Tele, og settu
nakrar
spurningar,
um
hvussu tey hildu seg ávirka
tey
ungu.
Fyritøkurnar
vóru rættliga samdar um, at
lýsingarnar
skula
vera
stuttligar og ungdómligar,
nakað tey ungu kunnu sam-
anbera seg við. Tí tey ungu
í dag vita, hvat tey vilja
hava.
Fyritøkurnar, sum rætta
seg móti teimum ungu,
mugu laga seg eftir krøvun-
um, ið tey ungu seta.
Henda marknaðarføring
hevur stóran týdning fyri at
fanga áhugan hjá teimum
ungu, vísti tann kanningin
millum annað.
Ung og peninganýtsla
• 50% nýttu
….……………………… 50 – 100 kr.
• 32,3% nýttu ....………………………. 100 – 200 kr.
• 14,6% nýttu ....……………………… 200 – 500 kr.
• 3,1% nýttu
…………………………. 500 – hægri.
Eisini spurdu vit, hvussu nógvan pening tey ungu hildu
seg brúka í alt, um mánaðin:
• 8% nýttu
…………………………… undir 100 kr.
• 57% nýttu
.………………………… 100 – 500 kr.
• 18% nýttu .………………………… 500 – 1000 kr.
• 10% nýttu .………………………… 1000 – 2000 kr.
• 7% nýttu
………………………… 2000 – hægri.
Og hvat tey brúka peningin til:
• 18,9% nýttu sín pening til dans og líknandi
• 28,4% nýttu sin pening til klæðir.
• 26,3% nýttu sin pening til góðgæti.
• 26,4% nýttu sín pening til annað, til dømis fløgur og
telduspøl og so framvegis.
Sigga-Maria Hjalmarsdóttir Højgaard og Fríða Marjunadóttir Thomsen hava verið í starvsvenjing á Sosialinum, og tær hava millum annað arbeitt við eini
kanning av peninganýtslu millum ung í Venjingarskúlanum
Mynd: Álvur Haraldsen
Herman Oskarsson sigur,
at ung í Føroyum í dag
vinna nógvar pengar, tí
tey arbeiða nógv
Ársins »Herðaklapp«
sjónleikaviðurkenn-
ing verður latin á
Grækarismessu
HERÐAKLAPP
Tíðindaskriv
Sjónleikavirksemið er sera
virkið í Føroyum. Í Tórs-
havn verður nærmastu dag-
arnar ikki færri enn 3 stórar
frumsýningar.
Havnar
Sjónleikarfelag frumsýnir
leygardagin 13. mars leikin
»Sleeping around«. Norð-
urlandahúsið
frumsýnir
týsdagin 9. mars stóra
sangleikin »Jósef og ótrú-
liga litfagra dreymakotið«
og Gríma fer eisini í mars
at frumsýna leikin »Vak-
urleikadrotningin
frá
Leenane«. Bæði í Gøtu og í
Klaksvík
verða
leikir
sýndir í løtuni. Hesir eru
ávíkavist »Hin sjúkuræddi«
og »Kaktusblóman«. Aðra-
staðni í landinum verður
arbeitt við leiki. Leikhúsið
Gríma hevur sýnt fleiri
leikir hetta leikárið. Og
MáF skipar í næstum fyri
áhugaverdum
skeiði
í
»viewpoint«-leikhátti og
røddvenjing. Eisini eru 2
sjónleikaskúlar í Havnini.
Teir eru Dramaverkstaðið
hjá Hjørdis Johansen og
Sjónleikarskúlin í Sjónleik-
arhúsinum.
Men hóast hetta virksemi
er eisini neyðugt á annan
hátt at kasta ljós á sjón-
leikin og tað stóra arbeiði,
ið liggur aftanfyri, hvørja
einastu ferð leikur kemur
fram á pallin.
Leikpallur Føroya gjørdi
tí av í 2001 at gera hetta
meira sjónligt við í fram-
tíðini at geva ársins »herða-
klapp« á stovningardegi
Leikpalsins ið er 12. mars.
»Herðaklappið« er pen-
ingaupphædd
upp
á
12.000,- kr. ið er ætlað sum
ískoyti til ferð í útheimin at
hyggja at sjónleiki. Um-
framt er tilevnað gríma og
silvurnál til meira varandi
minni.
»Herðaklappið«
kann
verða latið einstaklingi ella
felag, sum á einhvønn hátt
hevur skarað framúr á
leiklistarliga økinum. Til at
gera av hvør skal fáa herða-
klappið, er sett nevnd við 2
limum fyri Leikpall Føroya
og einum limi fyri Føroya
Blaðmannafelag. Hesi eru:
Dánjal Joensen, formaður,
Dagny Joensen, skrivari og
Karin Kjølbro.
Tey, ið áður hava fingið
hesa viðurkenning eru Lina
Larsen, sjónleikari, Hans
Tórgarð, sjónleikari og
Hjørdis Johansen, sjón-
leikalærari og stovnari av
sjónleikaskúlanum Drama-
verkstaðið.
At leiklistin er tíðandi
táttur í mentanarlívi okkara
sæst eisini aftur m.a. í at
Løgtingið 22. apríl 2003
samtykti lóg um Tjóðpall
Føroya, ið endaliga skuldi
koma í gildi frá 1. januar
2004. Samstundis skuldi
Leikpallur Føroya, ið hevur
virkað síðani 12. mars
1989, niðurleggjast. Men
orsakað av, at val varð út-
skrivað, er Tjóðpallur Før-
oya ikki komin at virka
enn, og Leikpallur Føroya
heldur fram, til fíggjar-
løgtingslógin fyri 2004 er
samtykt.
Hvør, ið fær hendan
heiður í ár, verður avdúkað
Grækarismessudag
kl.
17.00 í Hans Andreasar-
húsi, har øll, ið hava áhuga,
eru vælkomin.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Leygarkvøldið bjóða
klaksvíkingar til
spennandi sangløtu í
ítróttarhøllini á Hálsi
SANGLØTA
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Høvuðsendamálið
við
sangløtuni, sum Yngra
Kvartettin úr Betesda í
Klaksvík skipar fyri, er at
fáa fólk at syngja við. Men
eisini verður annað áhuga-
vert á skránni hetta kvøld-
ið.
Ungfólk fara at framføra
ein leik, ið tey kalla "hend-
ur", og eisini verður eitt
filmsbrot á skránni.
Yngra Kvartettin hevur
verið á eini rundferð í Før-
oyum í vetur, sum byrjaði
Mentanarhúsinum í Fugla-
firði og endar í ítróttarhøll-
ini á Hálsi.
Umframt eina slíka sang-
løtu í ítróttarhøllini í
Klaksvík, hava teir eisini
vitjað á Tvøroyri og í
Vágunum.
Sangløturnar hjá kvar-
tettini hava fingið sera
góða undirtøku kring alt
landið.
Syng við í høllini
á Hálsi
Dagurin
11. mars, Thala. Ókend ung genta, sum tíðliga í fornkirkjuni varð tikin av døgum fyri trúgv sína.
Leygarkvøldið skipar Yngra Kvartettin úr Betesda í Klaksvík fyri eini sangløtu, har eisini framførsla og filmsbrot verður á
skránni. Myndin er tikin á eini slíkari sangløtu á flogvøllinum í Vágunum herfyri
Mynd. Magnus Gunnarsson
Nýggj avtala gevur ítrótt-
arfeløgum munandi betri
møguleikar at taka lut í
kappingum uttanlands
Atlantic Airways hevur
gjørt eina nýggja avtalu
við Ítróttarsamband Før-
oya um ferðing uttan-
lands. Avtalan hevur við
sær, at tey 15 sersam-
bondini undir ÍSF fáa
avsláttur í kostnaðinum,
tá ið tey ferðast uttan-
lands
á
føroyskum
veingjum.
Avtalan varð undir-
skrivað av Magna Arge,
stjóra í Atlantic Airways,
og Heðin Mortensen, for-
seta í ÍSF, og í ÍSF dylja
tey ikki fyri, at hann er
fegin um avtaluna.
- Hon betrar um møgu-
leikan hjá føroyskum
landsliðum at ferðast til
tiltøk uttanlands og út-
lendskum landsliðum at
koma hendan vegin undir
skipaðum viðurskiftum
og fyri ein fastan, sámi-
ligan prís. Sostatt er hon
við til at styrkja føroyska
landsliðsarbeiðið,
og
betra um møguleikarnar
hjá føroyskum ítróttar-
fólkum at umboða og
marknaðarføra Føroyar
úti í heimi," sigur Sølvi
R. Hansen, ítróttaráðgevi
-jm
ÍSF og Atlants-
flog gjørt avtalu
Heðin Mortensen og Magni Arge skriva undir avtaluna
Leikpallur Føroya
Tey, ið áður hava fingið hesa viðurkenning eru Lina Larsen, sjónleikari, Hans Tórgarð,
sjónleikari og Hjørdis Johansen, sjónleikalærari og stovnari av sjónleikaskúlanum
Dramaverkstaðið
C
M
Y
K
13
12