fríggjadagur 15. juni 2012síða 24
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. juni 2012 · Nr. 68
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvussu tosar tú við tey
ungu um seksualitet?
Oftari enn nakrantíð áður,
verða ung møtt av eini ør-
grynnu av seksuellum signal-
um. Í óteljandi “reality”-
sendingum kemur hetta til
sjóndar og alnótin gevur
ótarnaða atgongd til globala
pornoheimin við spennandi,
lokkandi og ørandi tilfari um
kynslívið.
Spurningurin er, hvussu
hettar ávirkar hugburð og
atburð hjá teimum ungu, og
hvussu lofta eitt nú skúlin og
aðrir myndugleikar nútíðar
krøv til seksualundirvísing?
Arbeiðir tú við ungum, sum
lærari, heilsufrøðingur,
pedagogur, sálarfrøðingur,
sjúkrarøktarfrøðingur,
hjálparfólk v.m., so er
hendan ráðstevnan júst
nakað fyri teg.
Serfrøðingar geva tær
innlit
Á ráðstevnuni fara serfrøðing
-ar at varpa ljós á hetta tor-
føra øki, ið er sera taburakt.
Tú fært innlit í metodur og
amboð til at loysa eitt nú
undirvísingaruppgávuna, tú
fært íblástur til menning,
gransking og til samstarv.
Ráðstevnan er ætlað at
vera byrjanin til eitt miðvíst
arbeiði at menna seksual-
undirvísingina í Føroyum og
til at eggja til gransking á
økinum.
Brellbitar úr skránni
Seksualitetur og kyn.
Seksualundirvísing.
Avbjóðingar, krøv, dygd og
menning. Leikarar og leik-
vøllir í samband við seksual-
undirvísing. Gransking og
royndir í Norðurlondum.
Seksuellur hugburður og
atburður hjá ungdómi.
Alnótin og ávirkan á hugburð
og atburð. Ung og porno.
Tilmelding
Les meiri um og tekna teg til
ráðstevnuna á heimasíðuni
www.ungogseksualitetur.com
ella á heimasíðuni hjá
Synergi, www.synergi.fo.
Stigtakari
Stigtakarar til rástevnuna eru
Malan Egholm, MPH og Fía
Lindenskov, cand.scient.san.
publ.
Synergi samskipar ráðstevn-
una, og hevur tú ivamál ella
spurningar, ert tú vælkomin
at venda tær til Ásu hjá
Synergi, tel. 322355.
Vælkomin
| Ráðstevna | Ung og seksualitetur í Føroyum | 17. september 2012 |
| í Norðurlandahúsinum | www.ungogseksualitetur.com |
| Fyriskipari: Synergi | asa@synergi.fo | www.synergi.fo |
RÁÐSTEVNA Í NORÐURLANDAHÚSINUM