hósdagur 11. mars 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 49 - 11. mars 2004
15
UTTAN ÚR HEIMI
Sharon til reiðar
at hitta Qurie
Sníkiskjútti fekk
deyðadóm
Tann 43 ára gamli
John Allen Muham-
mad, sum myrdi fleiri
fólk á Washington-
leiðini í oktober í
2002, er dømdur til
deyða.
REVSING
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Nevningarnir í Virginia
vóru ikki í iva um, at John
Allen
Muhammad
var
sníkiskjúttin, sum herjaði á
Washington-leiðini á heysti
í 2002. Í rættinum var hann
ákærdur fyri at hava skotið
Dean Howard Meyers, sum
var í ferð við at fylla tangan
á bili sínum, tá hann bleiv
skotin.
Dean Howard Meyers var
ein av teimum tíggju, sum
John Allen Muhammad og
hjálparmaður hansara, Lee
Boyd Malvo, skutu. Tann
19 ára gamli Malvo hevur
fingið lívlanga fongsuls-
revsing.
Undir
rættarmálinum
helt John Allen Muhamm-
ad uppá, at hann var ósek-
ur, og verjarnir mæltu rætt-
inum frá at døma hann til
deyða. Men LeRoy Mil-
lette, dómari, staðfesti í úr-
skurðinum, at maðurin hev-
ur uppiborið deyðarevsing.
Horvin á veg til
Norðpólin
Franska kvinnan
Dominick Arduin
ætlaði sær at gerast
tann fyrsta kvinnan,
sum megnaði at
røkka Norðpólinum
uttan hjálp frá øðr-
um. Eingin hevur
frætt frá henni síðani
seinasta fríggjadag
PÓLFERÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tann 43 ára gamla Domick
Arduin fó úr Norðursibiria
við kós ímóti Norðpólinum
seinasta hósdag. Tað gjørdu
fýra onnur eisini, men trý
teirra máttu sleppa ætlan-
ini, tá tey komu til opið hav.
Tað vildu Dominick Ar-
duin og ein fransmaður,
Frédéric Chamard-Boudet,
ikki. Tey valdu at rógva
tvørturum, men Frédéric
mátti kortini gevast. Men
Dominick
helt
fram.
Seinasta fríggjadag boðaði
hon frá, at hon var farin til
árarnar, men síðani hevur
eingin hoyrt frá henni. Tey
serkønu hava ikki góðar
vónir um hana. Tað frystir
40 stig har á leiðini.
Dominick Arduin hevur
búð í Norðurfinnlandi sein-
astu árini. Hon royndi eis-
ini at ganga til Norðpólin í
fjør, men endaði á sjónum,
so ein tyrla mátti taka hana
upp. Ta ferðina misti hon
allar tærnar.
Ísraelski forsætisráð-
harin, Ariel Sharon,
skal ætlandi hitta
palestinska forsætis-
ráðharran, Ahmed
Qurie, í næstu viku
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fleiri ferðir hevur ljóðað, at
Sharon og Qurie skuldu
hittast, men hvørja ferð teir
eru vorðnir samdir um ein
fund, hava víðgongdir pal-
estinar søkt at málum í
Ísrael við tí úrsliti, at Shar-
on hevur avlýst fundirnar.
Í gjár upplýsti ein ísra-
elsk kelda, at nú eru teir
aftur vorðnir samdir um at
hittast. Ahmed Qurie, sum
vitjaði í Noregi týsdagin,
váttaði á fundi við norsku
leiðararnar, at partarnir
royndu at fáa ein fund í lag.
Eydnast tað at fáa teir
báðar til fundarborðið,
verður tað fyrsti fundurin
teirra millum, síðani Qurie
tók við sum palestinskur
forsætisráðharri í oktober í
fjør. Undanmaður hansara,
Mahmoud Abbas,
hitti
Sharon fleiri ferðir.
Ísraelska blaðið Haaretz
skrivaði í gjár, at fundurin
ímillum Sharon og Qurie
verður helst týsdagin í
næstu viku. Blaðið visti
eisini at siga, at embætis-
menn hjá báðum pørtum
eru í ferð við at leggja eina
skrá fyri fundin.
Einki samband
Ísrael sleit alt samband við
teir palestinsku myndug-
leikarnar í august í fjør, tá
ein palestinsk sjálvmorðs-
atsókn kravdi meiri enn
tjúgu mannalív í Jerusalem.
Ariel Sharon hevur síðani
sagt fleiri ferðir, at hann vil
einki hava við teir pal-
estinsku myndugleikarnar
at gera, tí teir gera ikki nóg
mikið fyri at forða víð-
gongdum palestinum at
søkja at málum í Ísrael.
Palestinsku myndugleik-
arnir hava svarað, at teir
duga ikki at síggja nakra
orsøk til at samráðast við
ísraelsku
leiðsluna,
so
leingi Ísrael heldur fram
við arbeiðinum at byggja
tann umstrídda trygdar-
múrin, sum palestinar siga
vera ein hersetingarmúr.
Tann 14. oktober skal John Allen Muhammad avrættast
Ariel Sharon og Ahmed
Qurie hittast ætlandu fyri
fyrstu ferð næsta týsdag
15
14
Nr. 49 - 11. mars 2004
Sálarligur ræðuleikur í Atlantis:
Øvundjúka
og hevnd
Ótrúskapur, øvund-
sjúka og barndóms-
minni, vit øll helst
vilja gloyma, verða
grivin fram í nýggja
sálarliga ræðuleik-
inum "Vinkonur"
SJÓNLEIKUR
Anna V. Ellingsgaard
ave@post.olivant.fo
Í hesum døgum leggja 3
kvinnuligir
leikarar
í
Klaksvíkar
Sjónleikara-
felag seinastu hond á eina
heldur øðrvísi sjónleika-
ætlan. Tað munnu vera eini
tvey ár síðani ein av teim-
um var við til at taka stig til
hendan leikin, har leikarnir
sjálvir hava valt leik, leik-
arar og ásett tíðarætlanina.
Hesa tíðina hevur leikurin
so at siga livað sítt egna lív
við síðuna av leikskránni
hjá
sjónleikarafelagnum
annars. Leikarnir hava vant,
tá tær hava haft tíð og ikki
fyrr enn aftaná jól, av-
gjørdu tær at fáa ein leik-
stjóra við í ætlanina.
Saman við Biritu Mohr,
leikstjóra, er ætlanin nú
komin so langt ávegis, at
dagurin fyri frumframførsl-
una er ásettur. Leikurin hev-
ur fingi heitið "Vinkonur"
og verður framførdur fyrstu
ferð í Atlantis 27. mars.
Tað er bretski leikstjórin og
leikhøvundurin Tamsin Ogl-
esby, ið hevur skrivað leikin,
sum hevur fingið framúr góð
ummæli aðrastaðni.
Finst nakar sannleiki?
Tá leikurin byrjar, eru tær
báðar gomlu vinkonurnar
Em og Bee júst komnar til
eitt hugnaligt, gamalt hús í
Suðurfraklandi. Tær hava
ikki sæð hvørja aðra í mong
ár, og lagt er upp til eitt
hugnaligt vinkonukvøld við
góðum, gomlum minnum.
Og minnini verða eisini
tikin fram, tey eru bara ikki
tey somu hjá teimum báð-
um, sjálvt um hendingarnar
eru tær somu. Tá so triðja
vinkonan Chris kemur upp í
leikin, hevur hon enn eina
útgávu av fortíðini við sær.
Minnini verða spøkilisi í
ymsum hami, hugnaliga
kvøldið gerst ein marra og
sannleikin otar seg spaku-
liga út av pallinum, út til
áskoðaran at avgerða ella
…? Leikurin fær ein skak-
andi og óvanliga ógvusligan
enda, ið ikki fær verðið øðr-
vísi, tá menniskju verða
sorlað undir sálarligum
trýsti.
Náðileyst
Sjálvt um mátin, tær tríggj-
ar, Em, Bee og Chris, fara
hvør við aðari, oftast er
bæði ráur og óndskapsfull-
ur, kenna vit tær allaflestu
støðurnar aftur frá okkum
sjálvum og okkara egna
barndómi. Løturnar, har vit
vórðu fryst úti ella vóru við
til at frysta onkran annan
úti frá vinarskaranum. Sælu
kensluna av at vera tann
best umtókta av øllum í
flokkinum og ræðsluna, tá
onkur hótti við at taka leik-
lutin frá tær. Samansvørj-
ingar, lygnir, slatur, smikur
- alt tað, ið fær maktstríðið
millum børn at forfylgja
okkum langt inn í vaksna
lívið, verður grivið fram í
"Vinkonur". Í so máta er
leikurin náðileyst realist-
iskur, tí tey flestu av okkum
vilja helst gloyma hendan
partin av barndóminum,
sigur Birita Mohr.
Tú kennir "typuna".
Á ein hátt er "Vinkonur"
ein leikur, ið meir enn aðrir
verður til, meðan hann
verður spældur. Vit fáa lítið
og onki at vita um tær
tríggjar kvinnurnar framm-
anundan, og ongir eyka-
leikarar eru at lýsa høvuðs-
persónarnar.
Tað eru tær tríggjar Jako-
bina Joensen, Eyð Matras
og Jacobina Heinesen, ið
fáa lív í hesar loyndarfullu
kvinnurnar á pallinum.
Jakobina verður til Bee,
barnleysa karrierukvinnan,
ið altið er í verjustøðu, Eyð
hevur leiklutin sum Chris,
tann óstøðuga, ið roynir at
krøkja seg fasta í ein farnan
ungdóm, meðan Jacobina
átekur sær leiklutin sum
semingskvinnan Em, ið ger
alt fyri at glatta út, tá
okkurt er áfatt.
Eg havi verið óvanliga
heppin við hesum leikar-
num, sigur Birita Mohr. Tær
høvdu sjálvar valt leiklutir-
nir, áðrenn eg kom inn í
myndina, men fyri meg var
tað ongantíð nakar ivi. Hvør
sær hava tær júst tað, sum
skal til, fyri at endurgeva
júst hesar tríggjar væl kendu
kvinnutypirnar.
Sálarligur ræðuleikur
Størsta avbjóðingin við at
leikstjórna ein sálarligan
ræðuleik, sum hendan, er at
fáa alt tað ósagda fram,
sigur Birita. Tað er ikki
nokk at leikarin minnist,
hvat hon skalt siga og nær.
Hvørja einastu ferð leikarnir
opna munnin, skulu tær vita
akkurát hví, tær siga júst
handan setningin ella hatta
orðið. Leikurin er á tremur
við undirtýdningum og til-
sipingum, sum bara eg og
leikarnir kenna týdningin
av. Um áskoðarin skal hava
ein kjans fyri at vita, hvat í
grundini gongur fyri seg
millum hesar vinkonurnar,
mugu leikarnir leggja allan
sín kropp í leiklutin. Eitt
eygnabrá, ein rørsla ,ein lítil
broyting í tónalegu - hvør
einasti lítil smálutur kann
verða avgerandi fyri, um til-
sipingarnar raka, har tær
skulu.
"Vinkonur" er eisini ein
avbjóðing fyri áskoðaran.
Hvørja ferð tú heldur teg
vita, hvussu hendan søgan í
veruleikanum hongum sam-
an, kemur ein nýggj útgáva
av sannleikanum á borðið,
og áskoðarin má hugsa seg
um einaferð afturat.
Og tað var eisini eitt av-
gjørt ynski frá leikarnum:
Ein leik ið, gevur áskoðar-
anum okkurt at hugsa um,
sigur Birita Mohr, leik-
stjóri.
Á ein hátt er "Vinkonur" ein
leikur, ið meir enn aðrir
verður til, meðan hann verð-
ur spældur. Vit fáa lítið og
onki at vita um tær tríggjar
kvinnurnar frammanundan,
og ongir eykaleikarar eru at
lýsa høvuðspersónarnar
"Vinkonur" er eisini ein
avbjóðing fyri áskoðaran.
Hvørja ferð tú heldur teg
vita, hvussu hendan søgan í
veruleikanum hongum sam-
an, kemur ein nýggj útgáva
av sannleikanum á borðið, og
áskoðarin má hugsa seg um
einaferð afturat
C
M
Y
K
14
ROVER 827 COUPE DE LUXE
AUTOMATIC
Árg Apr-98, Km 28.000. Sera væl-
hildin Top modell: Bert koyrt 28.000
km Klimaanlegg- Leðurinntrekk-
Sóltak- El. rútar- El. spegl- Central-
lás-Radio-Alufelgur-Spoylarar v.m..
Kr. 220.000.
TOYOTA COROLLA 1.6 16 V
EFI HATCHBACK
Árg 23-Jul-91, Km 164.000. Radio
v.Bandspælara og C.D. Box
Sóltak- Spoylara v.m. Kr. 38.000.
KIA SEPHIA 1.5 GTX
Árg Mar-97, Km 152.000. Fjarðstýrt
centrallás-El.rútar-El-spegl-Spoylara
aftan- Alufelgur- v.m. Tilboð uttan
bil í býti kr. 56.000. Kr. 66.000.
DU300
FORD ESCORT STATIONCAR
1.8 TURBO DIESEL
Árg Okt. 1997, Km 159.000. El-
rútar.fr.- Valnød Instrumentbretti-
Takboylar- Sleipikrók v.m. Kr. 66.000
ROVER 620 SI
Árg Jun-99, Km 81.000. Sera væl-
hildin: Aircondition- Alufelgur-Fjar-
stýrt centrallás- El-rútar-El-spegl
v.hita. C.D.Anlegg- Sleipikrók v.m.
Kr. 158.000.
SUBARU LEGACY 2.0 GL
AUTOMATIC
Árg 06 Sept. 1995, Km 96.000.
Sera vælhildin: Centrallás-El-rútar-
El-spegl- Radio v.bandspælara v.m.
eyka tectylviðgjørdur. Kr. 78.000.
SUBARU LEGACY 2.0 GL
Árg 03 Marts 1993, Km 82.000.
Sera vælhildin: El-sóltak- Central-
lás- El-rútar- El-spegl- Radio
v.bandspælara v.m. tectylviðgjørd-
ur 3 hvørt ár 1.eigari. Kr. 60.000
Jónas Broncksgøta 15
Tel. 310600 - Fax 310650