Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-15, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2012síða 42

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 68 · 15. juni 2012 2 VIKUSKIFTI Hevði eg vitað, at vegurin til succes fór at verða so strævin, var eg ongantíð byrjað. Sniðgevin Beinta Poulsen, sum hevur merkið Soul Made List Inna Tørnroos (sum lesur sjampofløskur) – Hugskotið til vesimálningarnar fekk eg, tá eg og ein vinkona tosaðu um, hvat vit høvdu við okkum inn á vesið. Hon spurdi, um eg hevði hoyrt um Lokum-bókina, og síðani tá havi eg lagt merki til, hvat fólk hava á vesinum, sigur Kristina Joensen. Vanliganir málar hon ekspressio­ nismu og stórar málningar. Vesimáln­ ingarnir eru lítlir, 5x10 cm, og málaðir í naivistiskum stíli. – Flestu myndirnar er slíkt, eg havi fingið fortalt, og nú tá myndirnar liggja á Facebook, eru nógvir mailar komnir frá fólki við fleiri hugskotum, sum eg eri í ferð við at mála. Hetta er herligt, sigur Kristina. Málningarnir eru við í summar­ framsyningini í Ribarhús og kosta 800 krónur hvør. Blanda teg uppí! Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Umbróting: Sosialurin · Høvuðssniðgevi: Pætur Eyðunsson Jensen Forsíðumynd: Teresa / Óla Jákup Rólantsson klumman Inna Törnroos Listakvinnan Kristina Joensen er farin inn um vesidyrnar og málar okkum, tá ið vit sita á bukkuni. Hon viðgongur, at hon hevur altíð eitt blað við, og síðani hon byrjaði at kanna evnið, hevur hon havt nógv stuttlig prát og nógv hugskot um, hvat fólk hava við sær inn Hvat gert tú á vesinum? Klokkan er 22.30 5 desember fyri nøkrum árum síðani. Eg og maðurin sita og hyggja eftir sjónvarpi, tá ið vit hoyra ein brest og og síðani eitt skríggj! Eg blívi bangin og kløkk. Grannarnir omanfyri hava skeldast eitt sindur seinastu tíðina, men at hann skuldi leggja hond á hana, hevði eg ikki væntað. Vit bíða og lurta. Nakrar minuttir seinni aftur skríggj og hørð ljóð. Nú er ræðslan horvin – og illsinni komið. Eg hugsi meg ikki um og fari stunandi uppá og banki á dyrnar. Ongin svarar, men innanfyri tagna skríggini. Eg havi mangan hugsað, hvat hevði hent, um eg ikki fór rennandi uppá hasu ferðina. Hon flutti út dagin eftir, og hann sá eg við brotnari hond nakrar dagar seinni – hann, sum er bankastjóri og koyrir Audi. Eg eri stolt av mær sjálvari, at eg legði mína egnu ræðslu til viks og tordi at banka uppá dyrnar. Men eg veit eisini, at tað er alt annað enn lætt at blanda seg upp í lívið hjá øðrum. Ein vinkona hevur ein slíkan trupulleika í løtuni. Hon hevur illgruna um, at børnini í familjuni, sum er granni hjá henni, verða sligin. Hon hoyrir róp og geylan og hevur sæð blá merki á børninum. Men enn hevur hon ikki gjørt vart við nakað. Hon torir ikki, tí tað er lætt hjá foreldrunum at gita, at tað er hon, sum hevur meldað. Eg skilji hana, men haldi eisini, at hon skal melda, hóast hon óttast tað. Familjan hevur kanska bara tørv á stuðli, og um støðan er so vánalig, sum vinkonan hevur illgruna um, so kunnu foreldrini ikki hava børn undir hond. Sum vaksin og medmenniskju er tað okkara skylda at blanda okkum uppí, tá ið vit hava illgruna um, at børn ella kvinnur eru fyri harðskapi. Gera vit ikki tað, svíkja vit faktiskt, og tí eru argument sum grannasemja og líknandi ikki nóg góð at koma dragandi við. Í mínum føri fluttu hon og børnini inn aftur nakrar mánaðir seinni. Vit fluttu seinni, so eg veit ikki, hvussu tað gekst hjá teimum. Eg veit bara, at um hann veit, at grannarnir vita, so kanska hann sissar seg eina aðruferð. So segði hon...