Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-11, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mars 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 49 - 11. mars 2004 Nr. 49 - 11. mars 2004 17 UMMÆLI Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Tað er ein løgin og sera tor- før uppgáva at skriva um sangleikin »Jósef og ótrú- liga litfagra dreymakotið«. Fyrst og fremst tí nakrar hendingar her í lívinum einfalt skulu upplivast, tí orð eru nevniliga ikki ment at lýsa og fevna um stór- bæru frumframførsluna í Norðurlandahúsinum týs- kvøldið. Fyri tað næsta vóru áskoðarar og áhoyrar- ar vitni til eina so ferðmikla framførslu við so nógvum og fjølbroyttum listagrein- um samstundis í fokus, at hyggjarar og lurtarar (og ikki minst ummælarar) kenna seg hjálparleysar at lýsa sangleikin og hvørja einstaka umboðandi lista- grein til fulnar. Tó sita vit eftir við eini heildaruppliv- ing, og tað er hana, vit eru noydd at krøkja okkum í. Sjálvtøkuborð við alskyns tónleiki Søgugongdin í leikinum verður úr enda í annan frá- søgd við sangi og tónleiki, og frásøgugenturnar Erla Bech Jensen og Ann Cha- nett Danielsen rúnarbundu frá byrjan við yndisligari rødd. Við vakra og týðiliga frásøgusanginum vóru tær ein berandi megi gjøgnum sangleikin, og lagaðu tær støðugt rødd og kropsmál eftir huglagnum í leikinum. Sangframførslur teirra vóru alt frá friðarligum og yndis- ligum balladum til lívligari rokk og humoristiskum vís- um. Tónleikurin í sangleikin- um kann samanberast við eitt stórt og fjølbroytt sjálv- tøkuborð, tí so ymiskar sjangrur vóru umboðarar í frálíka musical tónleikin- um. Friðarligar og sorgblíð- ar balladur, rokktónleikur, franskar fólkavísur og stór- slignar big band framførsl- ur í klassiska Eirikur Skála stílinum eru at hoyra kryddaðar við funk kend- um stíli og kalypso, og ofta verður lurtarin tikin á bóli, tá tónleikurin tekur eina brádliga vend samsvarandi søgugongdini. Eitt av mongu dømunum um hetta er, tá Jósef verður seldur til Egyptalands. Við óhugna- ligum tónleiki syngur Ann Chanett um lagnu Jósefs sum trælur, síðani verður skift yvir í skemtingarsamt vísulag, tá kona Potifars roynir at tekkjast Jósefi, og so fer tónleikurin yvir aftur í vreiðikendan, dramatisk- an og horrorkendan stíl, tá Jósef verður blakaður í fangahús av harra sínum. Í djúpari kreppu í einsemi í fangahúsi fær leikurin mel- ankolsku kenslurnar upp á kók, tá Jósef saman við barna- og rútmiska kórin- um syngur um vónleysu støðu sína, sum tó er eyð- kend av vón og trúgv á lyftið um, at »okkum er lovað eitt undurfult land«. Undan hesum er sorgblídni eisini í hásæti, tá Erla sam- an við blásarunum og kór- unum staðfestir fyri brøðr- unum, at »tit seldu hann sum træl«. Áðrenn steðgin tekur leikurin aftur eina vend við sanginum »Koyr á Jósef«, har fjøldin verður fóðrað við rokki, blásarum og einum palli á tremur við leikarum, sangarum og dansarum. Vit gleddu okk- um longu til, at seinna hálva skuldi fara í gongd… Elvis the King Av meiri skemtingarsomu løtunum er eitt hæddar- punkt, tá Jósef skal týða dreymar kongsins. Heilt óvæntað tekur leikurin eina vend, tá Farao kongur blak- ar krúnu sína og trínur fram sum Elvis Presley, meðan hann í besta rock´n roll stíli við Elvis frisuru greiðir Jósefi frá dreymum sínum. Í samanrenningini av Elvis og Farao stendur René Bischoff fyri einum stutt- ligum og sera óvæntaðum íkasti, sum fekk láturin at runga í salinum. Tí er tað spell, at teksturin hjá Farao í júst hesum broti hoyrdist ov illa. Tá øll søgugongd verður fortald gjøgnum sang, er tað ein fortreyt, at sangtekstirnir hoyrast, og tískil var hetta eitt minus. Somuleiðis hevði røddin hjá Erlu Bech Jensen lyndi til at hvørva í góða rokk- tónleikinum í sanginum »Hvør er tjóvurin«, tá silv- ursteypið hjá Jósefi varð funnið í sekki Benjamins. Júst tað at gera tekstin skill- igan er ein høvuðsavbjóð- ing í sangleikum, og oftast varð henda uppgávan loyst til fulnar, men tað var tí- verri í løtum, at torført var at hoyra sangtekstin. Und- antikið hesum at sangtekst- irnir onkuntíð fánaðu, tykt- ist ljóðið sum heild vera sera gott. Ein glaspláta stóð fyri rokkbólkin og tók broddin av ljóðinum, og somuleiðis var flotta ljósið eisini eitt avgjørt pluss. Tá Jósef er fyristøðu- maður kongsins í Egypta- landi, og kreppa herjar heima hjá faðiri og brøðr- um hansara, uppliva áhoyr- arar og áskoðarar eisini eitt komiskt meistaraverk. Í eini fólkavísu við harmon- ikutónleiki syngur Høgni Reistrup (Simeon) á før- oyskum við franskari dial- ekt um neyðina í Kánans- landi. Høgni tykist her vera tann føddi komikarin, og er hetta avgjørt av stuttligastu brotunum. Brøður Jósefs eru sum heild grundarlagið undir stuttligaru síðuni av sangleikinum, og av teim- um 11 brøðrunum stóðu Ragnar Djurhuus (Ruben) og Rani A. Skaalum (Juda) saman við Høgna Reistrup fyri stuttligum og góðum soloframførslum. Dreymurin gjørdist veruleiki Tempo Framførslan er støðugt eyð- kend av dynamikki og turbulensi. Fleiri leikarar og ikki minst dansarar reik- andi kvikliga á pallinum skapa eitt tempo, sum gevur leikinum spenning, men sum samstundis krev- ur, at hyggjarar og lurtarar konsentrera seg 100%. Tað verður lagt hart fyri, tí longu í triðja sanginum um »Jákup og tey« er fram- førslan brádliga samansett av barnakóri, brøðrum Jós- efs, frásøgugentunum og dansarum, og borið av lív- liga tónleikinum frá blásar- um, trummum, bassi, el- guitara og keyboardi er hetta eitt stórfingið show, sum heldur fram í næsta sanginum »Dreymakotið«. Hvør lítil partur í fram- førsluni harmonerar, og gongur alt tískil upp í eina hægri eind. Viðvíkjandi búnum er talan um eina blandaða samanseting av gomlum og nýggjum. Yngri bróður Jósefs, Benjamin, hevur t.d. ein »streetwear« tann- áringastíl við skateboardi undir arminum, meðan fleiri ymsar typur eru at finna millum hinar brøð- urnar: Simeon líkist einum skúlanørdi, Gád er í undir- troyggju og mascara, með- an Ruben kundi verið tikin beinleiðis úr einum western filmi. Í kongshúsi Faraos í Egyptalandi er talan øvugt um ein klædnastíl úr forn- ari tíð við hvítum kyrtlum, og tískil eru fleiri ymisk tíðarskeið umboða í klædnasniðinum líka frá døgum Jósefs til dagin í dag. Fjølbroytti mótin við nýggjum og gomlum letur eina gamla søgu í nýggjan, modernaðan ham, og knýtir hann tvey grundleggjandi ymisk tíðarskeið og um- støður saman. Dreymakot Jósefs er eitt føroysk kot, sum í undirpartinum er myndað av umleið 60 slips- um í alskyns litum! Eitt kreativt og øðrvísi hugskot frá klædnadesignarunum. Eitt tað fyrsta, vit eisini leggja til merkis, er pall- smíðið. Talan er um eitt satt byggiverk við stórum og breiðum trappum, og er tað skilligt, at nógv stríð liggur handan pallmynd og pall- smíð. Ein fjølbroyttur Jósef Jóannes Lamhauge hevur høvuðsleiklutin sum Jósef, og torført er at ímynda sær, at nakar hevði verið betri egnaður til henda krevjandi leiklut. Leiklistarliga krev- ur hetta sera nógv, tí Jósef er í so mongum ymiskum umstøðum. Frá at vera ein mildur og droymandi ungl- ingi í Kánanslandi, sum sólar sær í favoritismu frá pápanum, gerst hann offur fyri hatri og øvundsjúku. Fyrst verður hann seldur sum trælur, síðani gerst hann fyristøðumaður Poti- fars, so fangi og dreyma- týðari, áðrenn hann til sein- ast kemur til valdið og gerst høgra hond hjá sjálvum Farao kongi. Leiklutur Jós- efs spennir líka frá djúpastu kreppu og vónloysi til vald og æru, og Jóannes Lam- hauge megnar sera væl fjøl- táttaðu leiklutir Jósefs. Umframt at leika hevur Jóannes Lamhauge fleiri solosangir; hann megnar sostatt avbera væl fleiri listarligar avbjóðingar sam- stundis, og vónandi og væntandi verða sangirnir í leikinum fólkaogn í nærm- astu framtíð. Sangurin »Gev mær onkran dreym«, sum bæði verður framførd- ur við byrjan og enda, er eitt avgjørt boð uppá eina nýggja føroyska landa- plágu. Jósef fullførdi dreymarnar Sum heild er talan um eitt satt meistaraverk, sum manar fram so ymsar og sterkar kenslur í áhoyrarum og hyggjarum, samstundis sum ymsu listagreinirnar gjørdu Norðurlandahúsið til eitt hav av mentanarlig- um tilfeingi á hægsta stigi við mest professionellu karmum, vit í Føroyum kunnu ynskja okkum. Tor- ført er at skilja, at talan er um amatørar, sum fram- føra, og at sangleikurin í veruleikanum er ein skúla- verkætlan við Rytmiska kórinum í Hødoylum sum grundstammu, men sum síðani hevur fingið sam- starv í lag við aðrar bólkar uttanfyri skúlans gátt. Stóra finalan móti endan- um er kanska absolutta klimaksið í leikinum, har Jósef vísir náði og fyrigev- ur brøðrum sínum, áðrenn faðirin Jákup aftur hittir eygnastein sín, sum sam- bært skriftunum tá hevði verið 22 ár í útlegd, harav fleiri ár í fongsli. Í eini kombinatión av rokki og blásarum við títtum fim- leikaserium og nærum øll- um leikarum á palli endar eitt dreymakent kvøld við lógvabrestum frá fjøldini. Gjøgnum líðing og neyð stríddi Jósef seg til heiður og æru. Við íblástri frá dreymunum varð vónin hildin á lívi, sjálvt tá hann varð vrakaður, seldur og settur í fangahús. Við eygunum vendum samstun- dis móti idealunum og veruleikanum vann hann á vónloysi og mótgongd. Jú, dreymurin gjørdist av sonn- um veruleiki, bæði fyri Jósefi og fyri okkum mongu, sum týskøldið høvdu leitað okkum niðan í Norðurlandahúsið. Álvarsamt, yndisligt, stuttligt, syrgiligt, ferðmikið, stórfingið… Listin er endaleysur við orðum, sum kunnu lýsa sangleikin »Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið«. Tó kenna vit, at orð eru ov fátøk og avmarkað at fevna um upplivingina, vit fingu í einum stúgvandi fullum Norðurlandahúsi undir frumframførslu týskvøldið, tá næmingar úr Hoydølum við sangleikinum tóku áskoðarar og áhoyrarar við á eina litfagra og fjølbroytta ferð aftur í bíbliusøguna Sangleikurin "Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið" verður framførdur av 80 ungfólkum, sum eru limir í felagnum Tónaungdómar og einamest koma úr Studentaskúlanum í Hoydølum Jóannes Lamhauge hevur krevjandi og fjølbroytta høvuðsleiklutin sum Jósef, og megnar hann avbera væl at framføra bæði í sangi og leiki. Her er hann júst blakaður í fangahús av Potifar Leiðararnir í Rútmiska kórinum í Hoydølum eru stigtakarar til leikin, meðan Tórshavnar Musikk-, Kvøld- og Ungdómsskúli eisini luttaka Dánial Hoydal og Anna Kristin Bæk hava týtt leikin til føroyskt Millum berandi kreftirnar handan leikin eru: Herleif Hammer (framleiðslustjóri), Hans Olivur Joensen (stigtakari), Jákup Veyhe (leikstjóri), Jóna Thomsen og Elsa Maria Bærentsen (koreografar), Zacharias Sørensen og Sigrid Sivertsen (kórleiðarar), Jóannes Gaard (pallsmíð), Atli Petersen og Eirikur Skála (orkesturleiðarar) Sangleikurin varð skrivaður av Andrew Lloyd Webber og Tim Rice í 1967, og setti hann í 1991 met, tá 200 milliónir atgongumerki vórðu seld til leikin í London. Síðani tá eru atgongumerki til Jósef leikin seld fyri 2,2 milliardir krónur Fakta Barnarøddirnar frá Føroya Musikkskúla stjórnaðar av Sigrid Sivertsen góvu leikinum eina eyka dýpd, serliga undir sorgblídnu og kenslubornu løtunum Ann Chanett Danielsen og Erla Bech Jensen vóru frásøgugenturnar í leikinum, og varð øll søgugongd frásøgd í sangi og tónleiki. Tær báðar vóru millum berandi kreftirnar í Norðurlandahúsinum týskvøldið Brøður Jósefs stóðu í størstan mun fyri stuttligu pørtunum av leikinum, har teir í modernaðum klæðum knýttu saman nútíð og tátíð Ferðmiklu og støðugt aktivu dansararnir góvu leikinum eitt tempo, sum veruliga kravdi konsentratión frá hyggjarum og lurtarum Talan var um eina dreymakenda og stórfingna frumframførslu í Norðurlandahúsinum týskvøldið, tá 80 ungdómar einamest úr Hoydølum framførdu »Jósef og ótrúliga litfagra dreymakotið« C M Y K 17 16