fríggjadagur 15. juni 2012síða 60
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 25 l 18. juni 2012
4
vikutíðindi
Fyrsti Summar Festivalurin varð
hildin í Klaksvík í 2004, og ein av
tónleikarunum, sum stóð á plakatini,
var vísusangarin Hanus Gærdum
Johansen. Og síðani tá hevur Hanus
staðið á plakatini hvørt ár. Nú verður
Summar Festivalurin hildin fyri 9.
ferð, og Hanus verður eisini hesaferð
á pallinum.
Hanus hevur spælt á øllum pall
unum á Summar Festivalinum. Hann
hevur havt stórar konsertir á pallinum
á Vágsbøi, hann hevur spælt á teimum
smærru pallunum, har fólk hava flokk
ast frammanfyri, og líkamikið nær og
hvar framførslan hevur verið, hevur
Hanus tikið løtuna og høvið og verið
framúrskarandi.
– Eg veit ikki. Teir spyrja altíð, um
eg ikki havi hug at spæla, og tað havi
eg. So higartil hava eg altíð verið við,
segði Hanus, tá ið hann fyri nøkrum
árum síðani varð spurdur um, hví hann
altíð spælir á Summar Festivalinum.
Við framúrskarandi løgum til eins
framúrskarandi yrkingarnar hjá Pól
F. hevur Hanus langt síðani brent
seg fastan í føroysku fólkasálina. Og
hóast hansara skrá er rúmligari enn
tað, so hevur tú ikki veruliga verið
á Summarfestivali, fyrr enn tú hevur
hoyrt ramligu røddina hjá Hanusi
kvøða løgini hjá sumbiarskaldinum.
Tað vóru uttan iva nógvir føroyingar,
sum ætlaðu sær á konsert í Horsens
30. juni ella 1. juli, tá ið ein av størstu
poppstjørnunum og sangskrivarunum
í søguni, Sir Paul McCartney, skuldi
hava konsertir har.
Men hesar konsertir eru nú strik
aðar av langa konsertlistanum hjá
McCartey.
Í farnu viku boðaðu fyrireikararnir
frá, at Paul McCartney kemur ikki til
Horsens í hesum umfari, men at kon
sertirnar verða hildnar seinni.
Umboðsfólkini hjá McCartney siga,
at tað loysir seg betur at flyta kon
sertirnar til seinni, tá ið McCartney
skal hava fleiri konsertir. Konsertirnar
í Horsens stóðu annars rímiliga einsa
mallur á skránni júst um tað mundið.
Drúgv konsertferð
Slatur hevur gingið um, at McCartney
er útlúgvaður av drúgvari konsertferð,
hann hevur verið á í eitt nú Suður
amerika, og at røddin hjá honum er
slitin, men sambært hansara umboðs
fólkum hevur hetta einki at gera við
avlýsingarnar í Danmark.
Konsertfrðin Band On The Run
hevur verið sera vælumókt. McCartney
spælir sangir frá Beatles-tíðini, frá
Wings og frá tíðini sum solistur, og í
Mexico City vóru 250.000 fólk á kon
sert.
– Eg eri keddur av, at fólk eru
vónbrotin um avlýsingarnar. Eg veit,
at nógv gleddu seg til konsertirnar í
Danmark, men vit gera tað gott aftur
seinni, sigur McCarteny í einari frá
boðan.
Enn er ikki greitt, nær konsertirnar
í Horsens verða hildnar, og tey, sum
hava keypt atgongumerki til avlýstu
konsertirnar, fáa pengarnar aftur.
Uni Debess útgav fløguna »Life Is A
Picture« í desember mánað 2011.
Sangir av fløguni hava verið nógv
at hoyrt í Kringvarpinum og Rás 2,
men nú verður høvi at hoyra Una
Debess live í Norðurlandahúsinum
við bólki og tveimum serligum
gestum.
Uni Debess hevur útgávukonsert
har 7. juli.
Gestirnir eru ikki ókendir menn
á føroyska tónleikapallinum. Sámal
Ravnsfjall hevur gjøgnum mong ár
verið ein av okkara fremstu tón
leikarum kendur millum annað við
sangum sum Medistari í Karry og
Undir Trappuni Hjá Lenu.
Niels Galán hevur eisini verið á
toppinum í nógv ár eftir hondini,
millum annað hevur hann spælt
vid bólkinum Mold, men er nokk
mest kendur sum front maðurin í
bólkinum 200, sum just hevur út
givið eina fløgu.
Tónleikararnir sum fara at bera
hesar tríggjar solistarnar gjøgn
um konsertina verða: Edvard
Nyholm Debess (bass og sang),
Rógvi á Rógvu (trummur og
slagverk), Finnur Hansen (orgul,
mandolin, floytir, gittar og sang),
Fríði Tanggaard Bjørgvin (gittar og
sang).
Umframt at spæla løg av Life Is
A Picture, fer Uni at spæla onkur
nýggj løg av eini fløgu, sum kemur
út seinni í ár. Eisini fara hesir
tríggir solistarnir at spæla nøkur
løg saman.
Uni Debess
útgávukonsert
McCartney avlýsur Horsens
Paul McCartney, sum skuldi hava konsertir í Horsenss
um mánaðarskiftið, hevur avlýst konsertirnar
Paul McCartney, sum nú
fyllir 70 ár, hevur avlýst
framførslur í Danmark
Hanus aftur
á Summar
Festival
Hanus G. Johansen fer aftur í ár
at hava framførslu á Summar
Festivalinum í Klaksvík
Hanus G. Johansen hevur havt
fleiri minniligar framførslur
á Summar Festivalinum