Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-15, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2012síða 62

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 25 l 18. juni 2012 6 vikutíðindi 20 ár eru liðin síðan ST toppfundin um um­hvørvi og menning í Rio de Janeiro í 1992, tá ið burðardygg menning varð sett ovast á altjóða breddan, og grund­leggj­andi vir­k­isæ­tl­anin Agenda 21 varð samtykt. Í 2002 varð hildin enn ein topp­fundur um burðardygga menn­ing í Johannesburg í Suðurafrika. Før­oyar vóru umboðaðar á politiskum stigi bæði í 1992 og í 2002. – Løgmaður hevur biðið Ann­iku Ol­sen, lands­stýr­is­kvinnu í al­manna­ mál­um og norð­u­r­lendskum samstarvi og Kára P. Højgaard, landsstýrismann í inn­lendis- og umhvørvismálum um­ boða Før­oyar í donsku send­i­nevnd­ini á ST topp­fund­i­num hesa ferð, skrivar Løgmansskrivstovan á heimasíðuni. Uttanríkistænastan á Løg­mans­ skriv­stov­uni sam­skip­ar før­oysku lut­ tøk­una. Á ráðstevnuni í Rio fara ST limalond at viðgera, hvussu vit kunnu minka um fá­tæk­dømi, fremja sosiala javnstøðu, verja umhvørvi og skapa grønan bú­ skap­ar­vøkst­ur í einum heimi, har fólka­talið veksur í stórum. Endamálið er at styrkja um tær politisku semjur um burðardygga menning, sum al­ tjóða samfelagið frammanundan hev­ur samtykt og greina eina felags kós og raðfestingar fyri framtíðina. Ráð­stevn­an skal eftir ætlan enda við, at lond­ini í felag seta sær framsøkin mál í eini nýggjari alheims yvirlýsing undir heitinum »Framtíðin vit ynskja« (á enskum »The Future We Want«). Av serligum týdningi fyri Føroyar er hav­ið vorðið eitt av høvuðsevnunum, sum sjóneyka er sett á í ST høpi. Før­oyar hava undanfarnu árini tikið stig til í millumlanda høpi at varpa ljós á havið og týdning tess fyri oyggjasamfeløg og fiski­vinn­u­lond, eitt nú við einum serligum tiltaki um havið og veðurlagið und­ir ST veð­ur­lags­ráð­ stevn­uni (COP 15) í Keyp­manna­havn í 2009 og við at skipa fyri norð­ur­ lendsku ráð­stevnuni um havið »seas the Fu­t­ure« – í Føroyum í juni í fjør. Fyri Før­oyar hevur tað serligan týdn­ ing í al­heims­høpi, at minna á tørv­in at tryggja eitt reint hav­um­hvørvi og at leggja dent á, at burðardygg fiski­ vinna og aling eru virðismikil í­kast til alheims matvørutrygd og bú­skap­ar­ vøkst­ur kring allan heim. Undir ráðstevnuni í Rio verður eisini ein røð av tiltøkum, sum ST limalond, fel­ags­skap­ir og ymsir á­hug­a­bólk­ar skipa fyri. Tann 19. juni luttekur Ann­ ika Olsen, landsstýriskvinna í ein­um pall­borðs­kjaki um javn­støðu og burð­ ar­dygga menning, ið norska stjórn­in skipar fyri, sum formansland í norð­ ur­landa ráðharraráðnum. Aðrir lut­ tak­arar verða m.a. fyrrverandi norski forsætismálaráðharrin Gro Har­l­em Brundt­ land, fyrr­ver­andi finski forsetin Tarja Halonen, norski um­ hvør v­is­ráð­ harr­in Bård Vegard Solhjell, svenski ráð­ harrin fyri menningarsamstarv Gun­illa Carlsson umframt umboð úr Kenya og Brasilia. Annika Olsen og Kári P. Højgaard til Rio +20 Í døgunum 20.-22. juni 2012 verður ST ráðstevnan um burðardygga menning, Rio +20, hildin í Rio de Janeiro í Brasilia Nú verður aftur borað eftir olju Eftir drúgvar fyrireikingar verður sunnu­dagin ella mánadagin byrj­að at bora brunnin 6104/21-2 – van­ liga nevndur Brugdan II. Stat­oil er fyri­støð­u­felag í loyv­is­sam­tak­i­num, sum eisini telur ExxonMobil og At­ lant­ic Petroleum. Brunnurin verður boraður við bor­i­pallinum Cosl Pioneer og fer at taka einar 4-5 mánaðir. Cosl Pio­ neer er ein sonevndur DP-pall­ur (dyn­a­mic positioning). Hetta merk­ ir, at hann verður festur við skrúv­ um heldur enn ankraður. Havdýpið, har brunnurin verður boraður, er 459 m. At boringin byrjar nú, heldur enn um ein mánað, kann hava við sær, at sloppið verður undan at bora sein­asta partin, tá ið vetrarveðrið av álvara er komið. Hetta er ein fyri­munur í mun til bæði trygd og kostn­að. Ilt er at meta um sannlíkindini fyri lønandi fundi, men týdn­ing­ar­ mik­ið er eisini, at boringin fer at geva týðandi upplýsingar um jarð­ frøð­ina undir basaltinum. Hesar upp­lýs­ing­ar kunnu fáa týdning fyri fram­tíð­ar olj­u­leit­ing í føroyskum øki. – Eg eri fegin um, at henda spenn­andi boring nú fer at byrja, og tað er mín vón, at verkætlanin fer at hepn­ast væl. Sjálvandi vóni eg, at loyv­is­havararnir finna kolvetni í løn­andi nøgdum, men tað verður eisini áhugavert at síggja, hvørjar jarð­frøð­i­ligar upplýsingar fáast frá bor­i­ngini – hetta við atliti til fram­ tíðar oljuleiting við Føroyar, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnu­málum. – Eg fegnist eisini um, at før­ oysk vinna aftur hesaferð hevur megn­að at sloppið sær upp í part og fær royndir í hesum virksemi. At fáa føroyska vinnu meira upp í olju­virk­semi uttan fyri Føroyar fara vit at leggja enn størri dent á enn hig­ar­til, m.a. á oljumessuni ONS í Stav­anger í august, sigur lands­ stýr­is­mað­urin. Leygarkvøldið 23. juni verður farið nið­an á Tind á Sandoynni. Ferðaleiðari verður Laura Joensen. Har ber til at síggja sól­ina seta á Tindi og rísa í Norðasta Haga. Tá sól­in er sett er møguleiki at fara oman í gomlu og hugnaligu húsini undir Borgini at síggja sólina rísa. Om­an komin í Norðasta Haga verður borðreitt við eini máltíð. Sandoyar Kunningarstova sig­ur, at far­ið verður klokkan 22 frá rulli­ portr­i­num við Sjónarheygg. Møguleiki er at gista í húsinum und­ir Borgini. Tilmelding neyðug hjá teimum, ið ætla sær oman í Norðasta Haga. Tilmelding hjá Sandoyar Kunningarstovu tel. 361836 ella tpost info@visitsandoy.fo . Túrurin er miðal lættur.** Neyðugt er at tekna seg. Túrurin verður bert gjørdur um min. 5 tekna seg. Tekningar freistin er hósdagin 21. juni. Túrur niðan á Tind og Norðasta Haga Nýggir limir í stýrinum fyri Dugna eru Karin Kjølbro, leiðari fyri kriminalforsorgini, Ása Olsen, leiðari í Meginfelag teirra brekaðu. Í stýrinum sita nú Johan Samuelsen, Esther Dahl, Ernst Jacobsen, Karin Kjølbro og Ása Olsen. Stýrið skipar seg sjálvt. Sambært viðtøkunum fyri sjálvsognarstovnin Dugna, skal landsstýriskvinnan í almannamálum velja limirnar í stýrið. Stýrið er mannað við fimm persónum, ið sita í fýra ár. So ikki allir stýrislimirnir fara frá samstundis er skipanin tann, at ikki allir limir verða valdir í senn. Hesaferð stóðu Jóhan Samuelsen og Jóna Olsen fyri valið. Jóna ynskti ikki afturval. Harumframt skuldi limur veljast fyri Leilu Solmunde, sála. Meginfelag teirra brekaðu mælti til at velja Ásu Olsen í stýrið at umboða felagið. Annika Olsen valt stýrið fyri Dugna