Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-11, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mars 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 49 - 11. mars 2004 Audi sýna í hesum døgum ein nýggjan A6, sum kemur at avloysa núverandi Audi A6, ið er frá 1997. Bilurin er kemur á marknaðin í mai og verður at síggja á Copenhagen Motor Show í apríl BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Nakað síðan sýndu vit myndir av nýgga Audi A8, og longu nú verður ein nýggjur A6, ið kemur á marknaðin í mai, sýndur fram. Tað er dugnaligi design- stjórin hjá Audi, Walter da Silva, sum hevur teknað bilin. Talan er um ein sera smartan og framkomnan luksusbil við sportligum designi. Í stødd er bilurin millum Audi A4 og tann størsta A8. Nýggi Audi A6 er ein há- teknologiskur bilur, har nógvir av lutunum eru úr aluminium. A6 er fyrsti bilur sum hevur MMI (Multi Media Interface) sum standard. MMI er ein framkomin telduskipan við 6,5" skíggja og nógvum ymisk- um funktiónum. Elektromekaniska hondbremsu Aftan fyri klára forlykta- glasið eru Xenon-lyktir, sum snara við tá bilførarin snarar rattinum. Hond- bremsan er elektromekan- isk og loysnar automatiskt, tá bilførarin nemur spitara- pedalin. Málið hjá Audi er, at A6 skal vera leiðandi í sínum klassa. Bilurin kemur á markn- aðin við fimm stórum motorum, trimum bensin og tveimum diesel. Bensin- motorarnir eru hesir: 2,4 litur V6 við 177 hk, síðan ein 3,2 litur V6 FSI við 255 hk og ein 4,2 litur V8 við ikki minni enn 335 hk og koyrir frá 0-100 km/t upp á 6,1 sekund. Dieselmotorar- nir eru hesir: 3,0 litur V6 TDI við 225 hk og ein 2,0 litur 4 syl TDI við 140 hk, hesin kemur í august. Undirvognurin er sera framkomin, og koyriegin- leikarnir skulu vera heilt í topp. Nýggi A6 verður at fáa til keyps í Føroyum og í Dan- mark í mai mánað, men bilurin verður eisini at síggja á Copenhagen Motor Show í apríl. 30 tús. Astra bílagdir Áðrenn nýggi Opel Astra er komin á marknaðin, eru longu 30.000 bilar bílagdir í Evropa. Bilurin kemur fyrst á týska og eyst- urríkska marknaðin 19. mars. Opel rokna við at selja millum 450.000 og 500.000 Astra í Evropa fyrsta árið Kelda: GM Danmark / Informationsafdelingen Fiat 500 spøkir Fiat 500 kemur aftur í nýggjum búna undir navninum Fiat Trepi- uno. Bilurin, sum minnir nógv um gamla Fiat 500, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 1957, verður sýndur fram á altjóða bila- framsýningini í Ge- neve nú í mars Kelda: Motor Magasinet Honda best í USA Ein brúkarakanning hjá "Automotive Lease Guide" í Kalifornia, vísir, at Honda er tað bilmerki í USA, sum er best umtókt og gevur mest virði fyri pengar- nar Kelda: Motor Magasinet Nýggjur smartur og framkomin Audi A6 Audi A6 verður ein smartur og framkomin luksusbilur við sportligum designi. Trapez-líknandi kølaragittari klæðir bilinum sera væl og fær hann at síggja áleypandi út Linjurnar eru nakað fyri seg og í besta Audi-stíli. Frá síðuni og aftan líkist hann núverandi A6 Audi A6 innan. Leggið til merkis trapez-líknandi búmerkið í rattinum - eins og í kølaragittarinum. Multi Media Interface (MMI) verður standard í nýggja A6 Nr. 49 • hósdagur • 11. mars 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Ljósið og Havnin fingu gullið Tað verða aftur í ár kvinnurnar hjá Havn- ar Fimleikafelag, sum fara at umboða Før- oyar, tá kappast skal um DM-heitið í rúm- iskum fimleiki í ár FIMLEIKUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Seinasta vikuskifti var stór- kapping í rútmiskum fim- leiki hildin í Runavík. Hesa ferð vóru tað smágentur og kvinnur, sum kappaðust, meðan gentur og pinkur fara at kappast komandi sunnudag. Ljósið lýsti Hjá smágentunum vóru fimm lið, ið høvdu boðað frá luttøku, og átti Ljósið úr Havn tvey av hesum. Tað skuldi eisini vísa seg, at Ljósið átti stinnasta liðið í kappingini, og somikið væl gekst hjá felagnum, at tær í amboðsseriuni áttu bæði tey fremstu liðini, Endaligu úrslitini í am- boðs- og fríu seriuni vóru annars hampuliga ymisk, og tó at Ljósið I var fremst í báðum førum, so undir- strikaði samlaða úrslitið týdningin av, at fimleikar- arnir eru væl vandir í báðum kappingargreinun- um. Tí tó at havnargentur- nar fingu harða kapping í báðum førum, so var saml- aði oddasessurin sera sann- førandi við 0,76 stigum niður til næsta liðið. HF til Danmarkar Hjá kvinnunum var talið av luttakandi liðum trý, og aftur í ár vóru tað kvinnur- nar úr Havnar Fimleikafel- ag, sum vóru tær stinnastu. Hetta hevur við sær, at Havnar Fimleikafelag triðju ferð á rað fer at vera við, tá DM-kappingin í rútmiskum fimleiki verður á skránni. Úrslitini her hava eisini víst, at støðið í før- oyskum fimleiki er rætti- liga høgt, tí tó at tær sum gestalið ikki sleppa í part, tá heiðursmerki verða latin í Danmark, so hava havnar- kvinnurnar ligið heilt frammi í oddinum í donsku kappingini. Enntá vóru tær fremstar fyri tveimum árum síðani. Hjá kvinnunum gjørdist Ljósið nummar tvey, með- an Flog – sum er nýtt felag í hesum sambandi – endaði á triðja plássinum. Sum nevnt, so verður aft- ur stórkapping á skránni komandi vikuskifti, tá pinkurnar og gentur fara at kappast, og aftur hesa ferð verður tað Ítróttarhøllin í Runavík, sum verður karm- ur um tiltakið. Úrslit frá stórkappingini Smágentur - Frí kapping 1 Ljósið I 16,88 2 Støkk 16,72 3 Havnar Fimleikafelag 16,50 4 Ljósið II 15,90 5 Flog 13,50 Smágentur - Amboðskapping 1 Ljósið 1 16,61 2 Ljósið II 16,17 3 Havnar Fimleikafelag 16,11 4 Støkk 16,01 5 Flog 13,18 Smágentur - Samanlagt 1 Ljósið I 33,49 2 Støkk 32,73 3 Havnar Fimleikafelag 32,61 4 Ljósið II 32,07 5 Flog 26,68 Kvinnur - Frí kapping 1 Havnar Fimleikafelag 18,49 2 Ljósið 18,26 3 Flog 16,16 Kvinnur - Amboðskapping 1 Havnar Fimleikafelag 17,03 2 Ljósið 16,36 3 Flog 15,93 Kvinnur - Samanlagt 1 Havnar Fimleikafelag 35,52 2 Ljósið 34,62 3 Flog 32,09 Aftur í ár verða tað fimleikakvinnurnar hjá Havnar Fimleikafelag, sum verða føroyskt gestalið, tá kappast skal um DM-gullið í rútmiskum fimleiki Mynd: Maria Olsen Vanligu ljósini vóru á degnum skift um við pallljós, soleiðis at fokus í størri mun varð sett á íðkararnar á gólvinum Mynd: Maria Olsen C M Y K 21 20