fríggjadagur 15. juni 2012síða 64
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 25 l 18. juni 2012
8
vikutíðindi
12. maður til Hannover
at stuðla landsliðnum
Í 2002 stóð føroyska landsliðið fyri eini av teimum størstu bragdinum í føroyskari
fótbóltssøgu, tá bara stongin skilti føroyska landsliðið og táverandi varaheims
meistarnar úr Týsklandi. Bæði á og uttanfyri vøllin vunnu Føroyar viðurkenning
frá týska fólkinum fyri eitt megnar avrik, hóast Týskland vann 2-1
7. septembur í ár spæla Føroyar aftur í
Hannover ímóti Týsklandi og nú hevur
tú møguleikan at verða við. Føroyska
fjepparafelagið, 12. Maður, skipar fyri
ferð til dystin. Farið verður úr Føroyum
mikumorgun 5. Septembur kl 8.00.
Flogið verður til Kastrup í Danmark.
Síðani verður farið við luksus-bussi
úr Kastrup til Hannover í Týsklandi.
Busstúrurin verður áleið seks til sjey
tímar.
Í Hannover verður gist í tríggjar
nætur á 4’ stjørna gistingarhúsið við
morgunmati. Gistingarhúsið eitur
Mercure Hotel, Atrium Hannover. Frá
gistingarhúsinum verðu møguligt
at gera útferðir í býnum og kring
Hannover økið.
Tá tað gekk so væl seinast, so
er ongin orsøk til at broyta nakað.
Tí verður hildið til í somu barr sum í
2002. Hon eitur Brauhaus. Tað verð
ur her, at upptaktin til sjálvan dystin
fríggjakvøldið 7.septembur verður.
Her samlast øll tey føroysku við
haldsfólkini, ið eru komin til Hannover.
Fleiri ferðaløg koma við føroyskum
viðhaldsfólkum.
Væntandi
verða
áleið 200 til 300 áskoðarar til upp
hitingina.
Leygardagin 8.septembur, dagin
eftir dystin, byrjar heimferðin. Eftir
morgunmat verður koyrt við luksus-
bussi til Kastrup. Flúgvarin flýgur til
Føroyar klokkan 19.00 – vónandi við
einum megnar avriki bæði á og uttan
fyri vøllin.
Prísurin fyri ferðina er 5.495,- og
tað er við flogferðaseðli úr Føroyum
til Kastrup og aftur, bussferð millum
Kastrup og Hannover, gisting á tríggj
ar nætur við morgunmati og atgongu
merki til landsdystin millum Týskland
og Føroyar.
Fyri tíggju árum síðani fór bólturin
á stongina, tí ein bøkkur lá í vegin.
Ímyndi tykkum um bøkkurin ikki er í
vegin hesaferð!
Tað ber til at tekna seg til ferðina
á heimasíðuni hjá 12. manni.
www.footballsupporters.fo
Mario Gomez og Týskland dystast í hesum døgum í Póllandi og Ukraina til EM 2012
Avtala
um sosial
trygd
Á fundi í Bergen, skrivaðu norður
lendsku ráðharrarnir undir nýggja
Norðurlendska konventión um
sosiala trygd. Landsstýriskvinnan
í almannamálum Annika Olsen
skrivaði undir vegna Føroyar.
Norðurlendska konventiónin um
sosiala trygd er ein millumtjóða
avtala
millum
norðurlendsku
londini á almannaøkinum. Avtalan
tryggjar, at norðurlendingar sum
flyta millum Norðurlond, hava
sama rætt til sosialar veitingar,
sum borgarar í tí landinum tey
flyta í.
Nýggja avtalan kemur fyri gomlu
konventiónina frá 2003, sum hevur
verið galdandi í Føroyum síðani
2005. Orsøkin til at norðurlendsku
londini nú hava gjørt eina nýggja
avtalu eru nýggjar ES-reglur á
almannaøkinum. Norðurlendska
konventiónin gevur tó í fleiri førum
víðkaði rættindi til persónar, ið
flyta millum Norðurlond, og eisini
gevur norðurlendska avtalan før
oyingum og grønlendingum hesi
somu rættindi til sosiala trygd.
Føroysk umboð hava luttikið
í arbeiðstilgongdini fram ímóti
at avtalan bleiv undirskriva í
Bergen. Luttøkan er samskipað úr
Almannamálaráðnum og umboð
úr Almannaverkinum og ALS hava
luttikið virkið.
Avtalan skal staðfestast í hin
um londunum, áðrenn hon verður
sett í gildi. Síðani verður konven
tiónin løgd fyri Løgtingið til støðu
takan. Væntandi verður hetta
komandi vár.
Ung í
arbeiði í
Klaksvík
Sosiala nevnd hjá Klaksvíkar býráð
samtykti 6. juni 2012 at endurtaka
tiltakið Ung í Arbeiði í summar við
broyttum aldursbólki, og Húsið, ið
umsitur skipanina, boðar nú frá at
ungfólk kunnu melda seg til.
Sosiala Nevnd samtykti eisini,
at málbólkurin fyri Ung í Arbeiði
í ár skal vera ung í aldrinum 14-
16 ár, tvs. markið niðureftir er tey,
sum fylla 14 ár í 2012, og uppeftir
er tað tey, sum ikki fylla 17 ár í
2012.
Húsið heitir nú á áhugað ung í
Klaksvíkar Kommunu um at útfylla
eitt skrásetingarskjal.
Jógvan Andrias Joensen, leiðari,
upplýsir, at skrásetingarskjøl fáast í
Húsinum og í Miðluni, og tey kunnu
eisini skrivast út av heimasíðunum
www.husid.fo og www.klaksvik.fo