Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-15, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2012síða 66

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 25 l 18. juni 2012 10 vikutíðindi Her var farið undir eina verkætlan í einum donskum skúla – Virupskúlanum við Århus – við telving. Her var víst til kanningar úr útheimi, at telvandi børn duga betri at lesa, betri at rokna og eru betri før at konsentrera seg, enn onnur børn. Við Hvalvíkar skúla hevur skipanin verið hon, at talv og telving er ein natúr­ligur partur av sjálvari undir­vís­ ingini. Seinastu níggju árini hava næm­ ing­arnir soleiðis telvað og lært at telva ein part av vetrarhálvuni. Longu í 1. flokki læra allir næm­ ing­arnir seg mannagongdina í talvi, og hvørt fríkorter, tá inniveður er, verður telvað á skúlaloftinum. Tey enda talvtíðina við eini kapping millum allar næmingarnar á skúlanum. Og tað stuttliga er, at nærum allir næm­ingarnir eru við í hesi kappingini. Skúlarnir her í Sundalagnum í fleiri ár skipað fyri eini talvkapping síná- millum, har ferðasteyp verða latin, upp­lýsir Aslaug Olsen. Hetta skapar sjálvandi bæði áhuga og spenning millum næmingarnar, men hevur somuleiðis onnur positiv árin. Um okkara miðvísa arbeiði veruliga hevur borið ávøkst, er ikki vist. Men vit hava í øllum førum fingið sera góð úrslit í hesum kappingum. Og har­ aftr­at vilja lærarar vera við, at teir eisini síggja positiva ávirkan aftur í undirvísingini, sigur Aslaug Olsen. Tey elska talv í Hvalvík Í donskum miðlum verður í hesum døgum gjørt burtur úr teim mongu fyrimunum, sum næmingar hava av at læra seg talv í skúlatíðini. Airbus ávirkar inn­flutn­ ingin Stívliga fjórðingurin av innflutn­ inginum fyrstu 4 mánaðirnar í ár v­ar skip og flogfør. Nýggja flogfarið hjá Atlantic og tey skip, sum eru komin til landið fyrstu fýra mánaðirnir í ár, fylla nógv í innflutningshagtølunum hetta tíðarskeiðið. Tey eru 28% av saml­aða innflutninginum higartil í ár, sigur Hagstovan. Vøksturin í innflutninginum fyrstu fýra mánaðirnir í ár í mun til í fjør var 705 mió. kr. Av hesum eiga skip og flogfør 566 mió. kr., svar­andi til 80%. Síggja vit burtur frá skipum og flogførum, er innflutningurin vaksin 10% í ár. Gjalda meira fyri brenni­ evnið Seinastu innflutningshagtølini vísa, at føroyingar hava innflutt áleið somu nøgd av brennievni fyrstu fýra mánaðirnar í ár sum somu tíð í fjør, men av tí at prís­ urin hevur verið væl hægri, er inn­flutningsvirðið 39 mió. kr. ella 12% hægri. Innflutningurin er vaksin í næst­ an øllum vørubólkunum, uttan í tí stóra bólkinum til húsarhaldsnýtslu, har tað merkisvert er ein mink­ ing á 1%. Haraftrat er stór mink­ ing í innflutninginum av rávøru til fiskavirking, har tað er inn­ flutningurin av ídnaðarfiski, sum er nógv minkaður. Størsti lutfalsligi vøksturin er av akførum, har vit hava innflutt fyri næstan triðingin meir enn í fjør. Eisini innflutningurin av tilfari til annan ídnað er vaksin nógv, ein fjórðingur meir enn í fjør. Byggivinnan innflutti fyri áleið tað sama sum í fjør. Bæði gentur og dreingir sita so hugagóð og telva Mynd: Hvalvíkar skúli Tað hevur gagnligt árin á næmingarnar at læra seg tíðliga at telva. Tað halda lærararnir eisini