fríggjadagur 15. juni 2012síða 68
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 25 l 18. juni 2012
12
vikustjórin
Lærdi hjá Jóhonnu TG 326
Gudmund Kárason Jacobsen, stjóri á Vágs Skipasmiðju, viðgongur, at áhugin fyri fótbólti er
lítil, men í sínari tíð róði hann nógv kapp. – Í dag, nú eg eri 43 ára gamalur, er hárið vorðið
ov grátt og kilo’ini ov nógv til kapprógving, sigur fryntligi vágbingurin brosandi
Vilmund Jacobsen
Stjóri og ein av trimum eigarum av
Vágs Skipasmiðju er 43 ára gamli,
Gudmund Kárason Jacobsen. Hann er
útbúgvin skipstimbrari, og hesa út
búgving fekk hann í 1988.
Gudmund byrjaði at læra, meðan
hann saman við øðrum arbeiddi um
borð á sluppini, Jóhonnu TG 326.
– Sum ungur hjálpti eg saman
við øðrum til at seta skipið í stand,
og her vóru eisini danir við kunnleika
til skipstimburfakið, sum arbeiddu
umborð á Jóhonnu. Tað var tá, eg varð
spurdur, um eg hevði hug at koma
í læru sum skipstimbrari, og eg tók
av.
Gudmund sigur, at við tað at hon
um vantaði royndir í breiðari høpi í
lærutíðini, gjørdi hann læruna lidna
hjá táverandi eigarunum av Vágs
Skipasmiðju.
– Tað var faktist Felagið Jóhanna
TG 326, ið stóð sum lærumeistari hjá
mær, sigur hann.
Hugnaligt umhvørvi
Gudmund Kárason Jacobsen eigur
nógvar tímar tilsamans umborð á
sluppini, og seinastu 4-5 árini hevur
hann eisini verið formaður í felagnum,
sum eigur og rekur skipið.
Hann ásannar, at tað var ikki bara
í lærutíðini, at hann arbeiddi upp á
skipið, men áhugin fyri hesi verkætlan,
sigling við seglum og tí hugna, sum
skaptur verður í slíkum umhvørvi
hevur verið so mikið stórur, at hann
eisini eigur nógvar túrar við sluppini.
Saman við øðrum, sum hava staðið
saman um skipið, hevur hann eisini
mangan tikið eina hond í, tá okkurt
hevur verið sum skuldi gerast.
– Eg havi sum so ongantíð verið
sjómaður, tó at eg havi verið einstakan
túr við fiski-og farmaskipi, men mær
hevur dámað ógvuliga væl at verða
við í virkseminum við Jóhonnu.
Sjálvur
viðgongur
Gudmund
Kárason Jacobsen, at áhugin fyri eitt
nú fótbólti er lítil, men í sínari tíð róði
hann nógv kapp.
– Í dag, nú eg eri 43 ára gamalur,
er hárið vorðið ov grátt og kilo’ini ov
nógv til kapprógving, sigur fryntligi
vágbingurin brosandi.
Teir, sum í dag eiga Sp/f Vágs
Skipasmiðju, eru Gudmund Kárason
Jacobsen, Hans Ziskasen, sum eisini
starvast á skipasmiðjuni og Mortan
Mortensen, sum annars er stjóri á
Tangavirkinum í Vági.
Allir eru teir vágbingar, og stjórin
sigur, at øll árini – heilt úr 1. flokki
og upp í 10. flokk – gingu teir í sama
flokki við Vágs skúla.
– Ja, vit hava fylgst øll hesi ár, og
síðan 1993 hava vit so átt Sp/f Vágs
Skipasmiðju saman, leggur hann
aftrat.
Siglir á jóansøku
Gudmund Kárason Jacobsen sigur
annars, at sluppin Jóhanna hevur skift
motor í vetur, men fyri ikki so langari
tíð síðan vóru teir óhepnir við skip
inum.
– Eitt rør fór at leka, og vit mistu
smyrjoljuna av motorinum. Vit vænta,
at skipið verður klárt at sigla aftur í
hesi vikuni. Nú jóansøka stundar til,
hava vit onkrar túrar, sum vit skulu
sigla, og eg ivist ikki í, at skipið verður
klárt aftur til ta tíð.
Jóhanna hevur í fleiri ár hava
motorin
hjá
20-tonsaranum
Sævarenni, sum var heimahoyrandi
í Nólsoy. Í einum brimi rak skipið á
land og fórst, men motorurin endaði
so umborð á Jóhonnu. Hetta var ein
Mercedes 200 hk.
– Motorurin, sum settur varð í
Jóhonnu í vetur, var júst av sama slagi
sum hin gamli úr Sævarenni, sigur
Gudmund Kárason Jacobsen, sum
annars gleðir seg til at loysa skipið
aftur um jóansøkuna.
Fakta:
Navn: Gundmund
Kárason Jacobsen
Aldur: 43 ár
Hjúnarfelagi: Maibritt
Toftum Jacobsen
Børn: 4 børn
Starv: Stjóri
Stavsfólk: 15
Í dag er hann stjóri og ein av eigarunum av Vágs Skipasmiðju, har hann í 1988 tók prógv sum skipstimbrari.
Hann er eisini formaður í Felagnum Jóhanna TG 326, har hann í sínari tíð byrjaði at læra
Mynd: Vilmund Jacobsen
Eg havi sum
so ongantíð verið
sjómaður, tó at eg havi
verið einstakan túr við
fiski-og farmaskipi