Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-15, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2012síða 70

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 25 l 18. juni 2012 14 vikutíðindi Lýs teg sjálvan við trimum orðum: Vinarlig, jalig og ábyrgdarfull Hvat merki er bilur tín? Eg kalli hann bara Boga Hermansen bilin Hvat merki er telefon tín? HTC Hvør er tín besta summarfrítíðaruppliving? Alt flýtur saman um summarið - frá at ferðast við fam­ilju og vinum, mínum føðingardegi til festi­valar og hugna. Elski alt eins nógv, tey smáu minnini og teir stóru túrarnar Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast? End­urtakið meg ofta, men einki sum ljóðar spenn­andi á skrift Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? Andlitinum Hvat er tað fyrsta, tú gert um morgunin? Sløkki alarmin, leggi meg aftur, sløkki alarmin og so fari eg upp Hvat stressar teg? Stress er ikki eitt orð eg brúki lættliga, tí tað skal tak­ast í álvara. Men havi altíð nógv um oyrini, og fái stutt fjús, tá eg missi yvirblikkið Hvør er yndislitur tín? Grønt Hvat gleðir teg? Eg verði glað av at eta góðan mat í góð­um selskapi, at dansa og náa mál eg havi sett mær Nær feldi tú seinast eitt tár, og í samband við hvat? Verði lætt rørd, so eg gráti av ongum og øllum, seinast eg feldi eitt tár var vegna eina góða nýggjheit Hvat var seinasta ynskið, sum tú fekst uppfylt? Tað var tá bæði míni fimleikalið vunnu gull í teirra kapping. Eri ó­trú­liga stolt av teimum ­Hvar arbeiðir tú? Í Margarinfabrikkini, og eri venjari í Havn­ar Fimleikafelag Hví valdi tú at arbeiða inn­an júst hesa vinnu ella øki? Tað er eitt stuttligt og avbjóðandi starv, umframt at gera spennandi verk­ætl­anir, so læri eg hvønn dag okkurt nýtt av børnunum, teimum ungu og mínum kulu starvsfeløgum Hvør er stuttligasta uppliving tín í starvinum? Vit hava altíð fantastiskt skemt til starvs­ fólk­a­veitsl­ur og havi havt nógvar stutt­ lig­ar løtur saman við dansubólkunum, ser­liga venj­ing­arnar til sangleikin ‘Kennir tú Margar?’ og Barnafestivalin Hvat lag er heimsins besta? Tað broytist eftir mínum sinnalag Hvat er besta upp­ finningin og hví? Internetið, tí eg fái íblástur til nógv ymiskt, finni tónleik og brúki tað til samskiftið. Hvat hevur tú í lummunum beint nú? Lyklar, 41 kr, atgongumerki til Barnafestivalin og tvær hárnálir Hvat er títt besta heimaráð? Fyri forkølilsi kann hetta hjálpa: rivna ingifer rót og honning í kóka vatn Hvat er keðiligast við Føroyum og hví? Tað er skúlaskipanin, tað eru fá børn og ung, sum klára at sita still í einum rúmið frá kl. 08-13.30. Haldi, at vit gloyma at finna fram til ymisku eginleikarnar hjá børnum. Eitt barn sum hevur massar av krúti, skal hava um­støðir til at menna sínu fysisku evni, og møg­u­liga gerast eitt ítróttafólk, heldur enn ein »órógvandi krútungi«. Barn­ ið sum hevur humoristiskar gávur, kann fáa eitt skeið í pallframførslu, heldur enn at gerast “klovnurin í flokkinum”. Sjálv­ andi skulu vit hava øll fakini, sum nú eru í skúlanum, men ein kann eisini læra lík­ ind­a­rokn­ing, við at skjóta upp á mál og læra at stava við sangi. Allir fólkaskúlar og mið­náms­skúl­ar kunnu leggja størri dent á tey mongu kreativu evnini okkara børn og ungu hava, øll hava okkurt tey eru góð til, tey skulu bara hava umstøðurnar til tað. Hvussu ofta speglar tú tær? Tá eg skal hampast. Hvussu ofta ert tú hjá frisør? Ikki ofta, nú er tað bara langt Hvar ert tú um 10 ár? Eri ikki typan, sum hyggur so langt fram í tíð­una, so tað veit eg ikki. Havi ongantíð lagt meg eftir einari serligari lívsleið, tí eg vil alt og havi altíð fingið at vita, at eg kann alt, so eg seti bara prís uppá hvønn dag og royni at fáa so nógv burturúr sum gjørligt. Eri sjálv spent at vita, hvar eg eri um 10 ár. Spar 100000 NÚ 269900 Tilboðið er galdandi so leingi goymslan røkkur, tó ikki longur enn til 29. juni 2012. Byggibúðin mán-hós .. 9:00 - 17:30 frí .............. 9:00 - 18:00 ley ............ 9:00 - 13:00 Timburdeildin mán-frí .... 8:00 - 17:00 ley ............ 9:00 - 13:00 Handverkarabúðin mán-frí .... 8:00 - 17:00 ley ............ stongt opið er soleiðis: Bygma Balslev · Vegurin Langi · tel 34 50 00 · balslev@balslev.fo DCD780l2 akku Borimaskina Nýggjasta ættarliðið av kompaktu 18V borimaskinunum hjá Dewalt við XR Li-on battarítøkni. Hevur 2 gear. Verður latin við tveimum 3,0 ah battaríum. www.balslev.fo Summartilboð super avmarkað nøgD Handverkarabúðin vikustólurin Eg verði glað av at eta góðan mat í góðum selskapi, at dansa og náa málum, eg havi sett mær Navn: Gunn Reginsdóttir Joensen Spent at vita, hvar eg eri um 10 ár