Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-15, síða 72
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2012síða 72

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 25 l 18. juni 2012 16 vikutíðindi Brakandi succes í Sørvági – Eg eri so hjartans fegin, og eg ferðist enn á ljósareyðum skýggjum. Vit hava bara fingið góðar afturmeldingar eftir Sørvágs Country-og Blues Festival, bæði frá bólkum, sum luttóku og fólki, sum komu til bygdar, sigur Thordis Skaalum, sum upprunaliga kom við hugskotinum um festival í Sørvági Vilmund Jacobsen – Eg elski countrytónleik. Ein dagin, eg sat heima og hoyrdi larm frá onkrum, eg helt vera motorsúklur, hugdi eg út um. Jú, talan var um einar 80-100 motor­súklur, sum koyrdu framvið her. Tær vóru á veg til Gásadals. Eg skund­ aði mær út í bilin og koyrdi aftan á súkl­unum. Í Gásadali tók eg myndir og prátaði við hesi fólk, sum sótu og ótu mat­pakka. Tá varð tankin fyrstu ferð nevndur um ein countryfestival í Sørvági. Tað sigur Thordis Skaalum og legg­ur aftrat, at hesin tanki bara vaks, og longu dagin eftir vendi hon sær til tón­leikaran, Holgar Jacobsen og Mariu Samson á Airport Hotel í Sørvági. Brakandi succes Nú Sørvágs Country-og Blues Festi­ valur er lagdur aftur um, hevur Viku­ blaðið spurt Thordis Skaalum, hvussu hon er nøgd við tær afturmeldingar, sum tey hava fingið. – Eg má siga akkurát sum er, at eg ferðist enn á ljósareyðum skýggj­ um, og eg eri so hjartans fegin. Allar afturmeldingar, sum vit hava fingið, eru sera positivar, bæði frá tón­leik­ arum og fólki, sum vitjaðu festivalin og tey tiltøk, sum vórðu knýtt av festival­inum. Thordis Skaalum sigur, at onkur av tónleikarunum hevur roynt at for­ klárað, hvussu tað kendist at standa á pallinum í Sørvági um sólsetur og spæla, samstundis sum sólarroðin birtist vestanfyri. – Hetta var ein heilt serstøk og bar­asta so fantastisk kensla, segði tón­leikarin, eg tosaði við. Thordis Skaalum er onga løtu í iva um, at Sørvágs Country-og Blues Festivalur var ein stór succes. – Pengar skulu til, men hetta var ikki tað avgerandi. Allan vegin hevur tú merkt, at sálin var við í hesum til­ taki. Sjálvandi er tað gott, tá eitt so stórt tiltak fæst at hanga saman fíggjar­liga, og tað er sjálvandi ein av treyt­unum fyri framhaldi. Men tað vóru ikki pengarnir, sum lógu okkum fremst í huganum og drivu verkið. Thordis Skaalum sigur, at tað, sum tey í fyrsta lagi løgdu dent á, var at skipa eitt tiltak, sum fór at gerast hugna­ligt – og kanska eitt sindur bygda­sligt, sum onkur hevur tikið til. Dagurin ásettur Thordis Skaalum sigur, at um nakrar dagar fara tey, sum vóru við í áhuga­ bólkinum aftan fyri festivalin, at eftir­meta tiltakið, og tá verður ein frá­boðan send út. – Vit hava longu nú ásett, nær ein nýggjur country-og blues festi­ valur verður næsta ár, men eg fari at bíða við at avdúka dagin, til eftir­ met­ingarfundurin hevur verið. Eitt er so í øll­um førum greitt. Tað er, at vit longu nú fara undir at fyrireika okkara næsta tiltak, sum verður í Sørvági um eitt ár, sigur ein sera fegin, Thordis Skaalum, sum upprunaliga kom við upp­skotinum um Sørvágs Country-og Blues Festival.