Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-15, síða 78
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2012síða 78

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 25 l 18. juni 2012 22 Jóansøka Vikutema Vilmund Jacobsen Jóansøka verður um vikuskiftið, og í hesum sambandi er siglingin hjá Smyrli og ferðaætlanin hjá Strandfaraskipum Landsins í vikuskiftinum ein týðandi leikari. Vikublaðið hevur spurt Joan B. Poulsen, samferðsluleiðara hjá Strandfaraskipum Landsins, hvussu Smyril fer at sigla um jóansøkuna. – Fríggjadagin verður siglt úr Suðuroy klokkan 07 og úr aftur Havn til Suðuroyar klokkan 13. Síðan verður siglt aftur úr Suðuroy klokkan 15.30 og úr Havn aftur til Suðuroyar klokkan 18.30. Kappróðrarbátar Joan B. Poulsen vísir á, at tað ser­ liga er leygardagurin, sum verð­ ur merktur av jóan­søku, kapp­ róðrarbátum og kapp­róðrar­fólki. – Leygarmorgunin verður siglt úr Suðuroy klokkan 07, og síðan loysir Smyril aftur í Havn klokkan 10. Túrurin klokkan 10 verður sigldur á Vág, og tað er hendan túrin, at kappróðrarbátar hava fyrsta rætt. Siglt verður aftur av Vági klokkan 20.30, og hendan túrin hava kappróðrarbátar eisini fyrsta rætt, sigur hon. Seinasti túrur úr Havn til Suð­uroyar leygarkvøldið verður sigld­ur klokkan 23. – Tað eru bara túrarnir úr Havn klokkan 10 leygarmorgunin – og úr aftur Suðuroy klokkan 20.30, sum verða sigldir á Vág og av aftur Vági. Allir hinir túrarnir hjá Smyrli um jóansøkuna verða sum vanligt sigldir um Tvøroyri, sigur samferðsluleiðarin. Vanligur kø-siður Joan B. Poulsen vísir á, at all­ar túrar – undantiknir leygar­morg­ unin úr Havn klokkan 10 - og av Vági leygarkvøldið klokkan 20.30 – skulu kappróðrarbátar á viðfestivogni halda seg í bíðirøð. – Her verður vanligur kø-siður brúktur, sum samferðsluleiðarin tekur til. Fríggjadagin hin 22. Juni verð­ ur eingin farmur sigldur. Kappróðrar­ bátar suður leygar­ morgunin Joan B. Poulsen, sum er samferðslu­ leiðari hjá Strandfaraskipum Landsins, sigur, at kappróðrarbátar hava fyrsta rætt við Smyrli leygarmorgunin klokkan 10 – og heimaftur av Vági leygarkvøldið klokkan 20.30. – Hesir báðir túrarnir verða ávikavist sigldir á Vág og av aftur Vági, sigur hon Byggja barna­ garð uttan lántøku – Kostnaðurin av barnagarðinum fer helst at liggja um einar 6-7 miljónir krónur. Nakrar miljónir eru settar av til endamálið, og restin verður fíggjað yvir raksturin. Vit hava soleiðis ikki tikið upp lán til barnagarðin, sigur borgarstjórin í Vágs kommunu Vilmund Jacobsen Størsta einstaka verkætlanin í Vági í fleiri ár er byggingin av Hamragarði. Umframt at vera ellisheim, verður bygningurin eisini karmur um depil fyri sinnisveik. Ein onnur verkætlan, sum komm­ un­an nú hevur sett gongd á, er bygg­ ing av barnagarði. – Vit hava ikki møguleikar at taka upp lán, tá skuldin er meiri enn ein álíkning. Vit stríddust við at fáa avdráttarskáða í 2005, men fíggj­ar­málaráðið vildi ikki ganga okkum á møti. Tí settu vit - sum eina byrjan - tríggjar miljónir krónur av til barnagarð fyri 4-5 árum síðan Kostn­ aðurin av verkætlanini fer helst at liggja um einar 6-7 miljónir krónur, og vit ætla okkum at gjalda restina av kostnaðinum yvir raksturin hjá kommununi. Vit hava soleiðis ikki tikið upp lán til barnagarðin. Kann útbyggjast Kirstin Strøm Bech sigur, at útgrevstur og planering eru gjørd, og fundamentið er stoypt. – Timburmenninir eru nú byrjaðir, og eg vóni, at barnagarðurin, har pláss verður fyri millum 70 og 80 børnum, stendur liðugur fyrst í komandi ár. Hon leggur aftrat, at nýggi barnagarðurin fer ikki at nøkta allan tørv­in í kommununi til vøggustovu-og dag­stovna­ pláss, og tí verður neyð­ugt fram­haldandi at hava nakrar dag­røktar­mammur úti í økin­ um. – Í barnagarðinum verða tvey rúm til vøggustovu, men ætlanin er bara at brúka tað eina rúmið til endamálið í fyrstu syfti. Ætlanin hjá okkum er eisini at hava frítíðarskúlan undir sama taki, leggur hon aftrat. Borgarstjórin vísir á, at møguleikar eru at útbyggja barnagarðin og so hvørt, sum stovnsplássini gerast fleiri, er ætlanin at trappa niður kommunalu dagrøktina. Støðugar inntøkur Um ellisheimið Hamragarð, sigur Kirst­in Strøm Bech, at her eru nakrar støðugar inntøkur, sum eisini síggjast aftur í skattainntøkunum hjá Vágs komm­unu. – Men við tað, at sparingar vórðu gjørdar á Suðuroyar Ellis-og Røktar­ heimi um somu tíð, sum heimið í Vági læt upp, søktu og fingu nøkur fólk, sum høvdu verið í starvi á Tvøroyri, starv í Vági. Tí gjørdust ikki so nógv nýggj størv í Vági, sum okkum varð lovað, og sum vit høvdu vónað, men tó fingu nøkur fólk í kommununi arbeiði á Hamragarði. Borgarstjórin sigur, at heimið ann­ ars riggar væl, og sum hon hevur skilt, eru bæði starvsfólk og búfólk væl nøgd við umstøðurnar. Vágs kommuna er í holt við at byggja barnagarð, og nú er timburarbeiðið byrjað Mynd: Vilmund Jacobsen Barnagarðurin nøktar ikki allan tørvin, men møguleikar eru til útbygging Túrurin úr Havn á Vág klokkan 10 leygarmorgunin – og av aftur Vági leygarkvøldið klokkan 20.30 er í fyrsta lagi ætlaður kappróðrarbátum