Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-15, síða 80
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2012síða 80

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 25 l 18. juni 2012 24 Jóansøka Vikutema Vilmund Jacobsen Í fjør summar byrjaði Vágs Timbur­ handil at selja tveir sermerktar húsa­ klædningar, sum ikki eru seldir í Før­ oyum áður. Annar er úr plasti og kemur úr Írlandi. Hetta er ein klædningur - við navninum freefoam - sum fæst í einum profili, men í fleiri ymiskum litum. Hitt er eisini ein húsaklædningur, sum ikki er minni væl egnaður til klæðing av grund og kemur úr Týsklandi. Hesin, sum kallast zierer og er úr sterkari glastrevju, fæst í fleiri ymiskum vøkrum profilum. Vágur og Klaksvík Helgi Kristiansen hjá Vágs Timbur­ handli sigur, at hesir klædningar í løtuni bert fáast í Vági og hjá Colo­ rama í Klaksvík. – Vit hava longu selt klædningar til fleiri sethús, og nú skulu vit eisini levera klædning til nýggja barna­ garðin, sum verður bygdur í Vági. Helgi Kristiansen sigur, at um­ framt at Vágs Timburhandil eisini selur Aubo-køkar, kunnu hesir køkar nú eisini keypast um Colorama- handilin í Klaksvík. Vilmund Jacobsen Helgi og Sølvi Kristiansen eru brøður, og tað eru teir, sum eiga hvør sín helming av Vágs Timburhandli, ið páp­ in, Brynjálv Kristiansen, legði lunnar undir fyri stívliga tríati árum síðan. Allir eru teir útbúnir innan timbur­ fakið og pápin, sum framvegis er virkin í fyritøkuni, er bygningssnikkari. Umframt at vera veitari av timbri, húsaklædningi úr plasti og glastrevju og ymiskum gólvum, hevur Vágs Timburhandil eisini stóra sølubúð og amboðsdeild, har nógv ymiskt, ið hoyrir handverkarafakinum og ítrívsarbeiði til, fæst til keyps. Tú fært alt frá seymi, skrúvum og ymiskum amboðum til vanligt húsbrúk og dygdargóð amboð til handverksvinnuna. Fóður til kríatúr Timburhandilin hevur eisini selt fóður til kríatúr í eini 20 ár, og her er talan um ymisk sløg av fóðuri – alt frá byrjunarfóðuri um vanligt kraftfóður til fitifóður. Eisini selir handilin kunst­ tøð ella handilstøð. – Vit selja fleiri tons av ymiskum fóðuri um árið, og vit koyra út til viðskiftafólkini, sum fyri tað mesta eru her í oynni. Haraftrat selja vit danskt hoyggj, sigur hann. Sølvi Kristiansen leggur aftrat, at tey selja hegn og hegnpelar, bæði til hagar, ymiskt jarðarbrúk annars og til privatfólk. Eisini Aubo-køkar Uppi í konseptinum hjá Vágs Timbur­ handli er eisini søla av Aubo-køkum og baðirúmsmøblum, sum eru danskir. – Vit hava ein dýrari og ein bíligari køk, og vit hava selt nógvar køkar her í oynni, sigur Sølvi Kristiansen. Talið av starvsfólki, sum er knýtt at fyritøkuni í Vági, liggur um hálvt sjeynda ársverk. Selur alt úr timbri um húsaklæding og køkar Timburhandilin í Vági er ein fleksibul veitari, og í konseptinum hjá fyritøkuni er eisini, at tey hava selt fóður til kríatúr í eini 20 ár. - Vit selja eini 400 tons av ymiskum fóðuri um árið, og vit koyra út til viðskiftafólkini, sigur Sølvi Kristiansen Klædningur úr plasti og glastrevju Vágs Timburhandil og Colorama í Klaksvík selja nú tveir sterkar húsaklædningar – annar úr plasti og hin úr glastrevju Útbygg­ ing er í gongd Vágs Timburhandil byrjaði í sínari tíð í leigaðum hølum, men seinni læt fyritøkan bygn­ingin byggja, har timb­ ur­handilin fram­vegis húsast í dag. Í 2002 varð Timburhandilin út­bygdur, og nú 10 ár seinni er aftur ein útbygging í gongd. – Ætlanin er at fáa 400 fer­metrar aftrat, sum í fyrsta lagi skulu brúkast til goymslu av timbri, sigur Helgi Krist­ ian­sen. Fóður, hegn og hegnpelar er eisini partur av vøruútboðnum hjá Vágs Timburhandli Mynd: Vilmund Jacobsen