hósdagur 11. mars 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 49 - 11. mars 2004
Nr. 49 - 11. mars 2004
25
Toll og Skatt lógarsavnið
pdf
Frá Vágs
Handverkarafelag
Ársaðalfundurin verður leygardagin 27. mars kl.
19.00 í hølum felagsins (Gomlu Sýsluskrivstovuni).
Skrá sambært lóg felagsins.
Ábit verður aftaná, boðast skal frá á fartelefon
228739.
Vágs Handverkarafelag
Aðalfundur
Føroya Lærarafelags og árligi limafundur hjá
Stuðulsgrunni Lima Føroya Lærarafelags verða
leygardagin 24. apríl 2004
kl. 10.00 á Føroya Læraraskúla
Fundarskrá sambært viðtøkum felagsins.
Innkomin mál skulu skrivliga vera komin til nevnd-
ina í seinasta lagi
leygardagin 3.apríl 2004 kl.10.00
Føroya Lærarafelag
Nor›urlandahúsi›
í Føroyum
Sí SVF tekstvarp
s. 650
Partabræv
til sølu fyri hægstbjóðandi.
Tlf. 777211
Skrivstovufólk
Lýst verður við hesum eftir skrivstovufólki til
Ítróttasamband Føroya
Starvið
Uppgávurnar vera í høvuðsheitum:
• móttøka av posti hjá ÍSF og nøkrum av
sersambondunum
• málsviðgerð
• samskifti við ítróttarfeløg
• ymsar aðrar skrivstovuuppgávur
Førleiki
Vit vænta okkum m.a., at tú:
• hevur áhuga fyri ítrótti
• hevur hóskandi útbúgving, t.d. skrivstovu- ella
miðnámsútbúgving
• hevur góðan kunnleika til vanlig telduforrit
• hevur føroyskan og enskan málkunnleika
• kanst arbeiða sjálvstøðugt
• hevur góð samstarvsevni
Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, at tú hevur
royndir innan ítróttararbeiði sum leiðari/venjari.
Vit bjóða
Eitt avbjóðandi og sjálvstøðugt starv innan ítróttar-
rørsluna
Møguleikar fyri skeiðluttøku
Løn sambært avtalu
Umsókn
Umsóknir við prógvum og møguligum viðmælum
skulu vera ÍSF í hendi í seinasta lagi hósdagin 25.
mars 2004. Allar umsóknir verða viðgjørdar í
trúnaði.
Umsóknir skulu sendast til:
Ítróttasamband Føroya
Postsmoga 1081
110 Tórshavn
Miðað verður eftir, at starvið verður sett sum
skjótast.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Sølva Reinert Hansen, ítróttaráðgeva, á tel. 221226
ella við teldubrævið til srh@isf.fo
Ítróttasamband Føroya
Ítróttasamband Føroya er landsfelagsskapur hjá ítróttarfeløgum
kring landið. Felagsskapurin telur 110 ítróttarfeløg, ið eru skipaði í
15 ser- og deildarsambond.
Verkfrøðingur
Søkt verður eftir verkfrøðingi e.l.til havnadeildina
hjá stovninum. Havnadeildin hevur ábyrgdina av
málum viðvíkjandi havnum og lendingum,
fysiskari planlegging á sjónum, geofysiskum,
hydrografiskum og meteorologiskum mátingum
og øðrum.
Arbeiðsuppgávur
Uppgávur, sum viðkomandi í høvuðsheitum
kann rokna við at skula røkja, eru hesar:
•
Hevur hald og rakstur av havnum og lending-
um um hendi
•
Fysisk planlegging á sjónum
•
Programmeringar,
forkanningar
og
prosjektgransking
•
Fakeftirlit við verkætlanum og
•
Myndugleikaumboðan
Førleikakrøv
Sóknast verður eftir verkfrøðingi ella líknandi -
helst við royndum innan nøkur av omanfyri
nevndu virkisøkjum.Harafturat kundu vit hugsað
okkum, at umsøkjarin hevur edv kunnleika viðv.
perl scripting, dátugrunni, dynamiskari heima-
síðu og hagfrøðiligari dátuviðgerð. Umsøkjarin
skal hava góð samstarvsevni, skal duga at skipa
sítt arbeiðsøki og kann geva sítt íkast til menning
av arbeiðsplássinum og vera førur fyri at arbeiða
sjálvstøðugt.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars verða sambært sátt-
mála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Verk-
frøðingafelag.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, møguligum ummælum
og lívsgongdarlýsing (cv) verða at senda til
Landsverkfrøðingin, Postboks 78, 110 Tórshavn,
og skulu verða skrivstovuni í hendi í seinasta lagi
1. apríl 2004. Brævbjálvin eigur at merkjast
»Verkfrøðingur til havnadeildina«. Allar umsóknir
verða viðgjørdar í trúnaði.
Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast frá
Ewaldi Kjølbro á tel.31 13 33,lokal 316,(e-postur:
ewald@lv.fo) ella fartel. 540 861.
Leiðari
til Dagstovnin í Kvívík
Kvívíkar kommuna søkir eftir leiðara til Dagstovn-
in í Kvívík til at byrja 1. apríl 2004, ella eftir nærri
avtalu.
Dagstovnurin umfatar vøggustovu við 10 børn-
um í aldrinum 0 til 3 ár,barnagarð við 20 børnum
í aldrinum 3 til 6 ár, frítíðarskúla við plássi til 16
børn eins og dagrøkt, har tað í løtuni verða 6
børn ansað.
Kommunan kann bjóða eitt áhugavert og av-
bjóðandi starv í einum lítlum stovni í góðum um-
hvørvi,har tú fært møguleika at gera tína ávirkan
galdandi.
Vit ynskja at umsøkjarin
• er útbúgvin pedagogur
• hevur leiðsluroyndir
• er til reiðar at fara virkin til verka, og sum ein
partur av starvsfólkabólkinum
• hevur hug og vilja at seta sín dám á virksemið,
og saman við starvsfólkunum at menna tað
pedagogiska arbeiðið á stovninum
• hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan
og tryggan dag, merktan av virðing og um-
sorgan fyri børnum, og kann virka í góðum
samstarvi við foreldur og starvsfelagar
• er opin, positivur og dugir væl at samskifta,
bæði innan- og uttanhýsis
Starvið verður sett sambært sáttmálan millum
Føroya Pedagogfelag og Føroya landsstýri.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Heina Holm, bygdarráðsformann, á tlf. 421294,
ella á tlf. 210294.
Umsókn saman við avriti av prógvi og møgu-
ligum viðmælum skal innan 22. mars 2004 send-
ast til:
Kvívíkar kommunu
Postboks 30
FO-340 Kvívík
Eysturoyar Røktar-
og ellisheim
620 Runavík
søkir:
Frítíðaravloysarar
fyri sjúkrarøktarfrøðingar og sjúkrahjálparar/
heilsuassistentar í tíðarskeiðnum 1. juni–31.
august 2004.
Umsóknarfreist: 2. apríl 2004.
Nærri størvunum viðvíkjandi fæst at vita frá
fyristøðumanninum á tlf. 448185 ella 448201.
Frá Tvøroyrar
Kommunu
Broyting av upp- og afturlatingar-
tíðum á binguplássinum:
Frá leygardagi 13. mars verður bingjuplássið
opið frá kl. 13.00 til 18.00.
Týsdag og tórsdag er opið sum vanligt
frá kl. 16.00–20.00.
Tvøroyrar
Kommuna
T
V
Ø
R
O
Y
R
A
R
K
O
M
M
U
N
A
C
M
Y
K
25
24
Lógarsavnið hjá
Toll- og skattstovuni 2004
Lógarsavnið hjá Toll- og
skattstovuni 2004, sum Toll- og
skattstova Føroya gevur út, er nú
komið. Bókin, sum er 351 síður til
støddar, er í fikkustødd og kostar
100 kr.
Í bókini eru allar toll-, mvg-, skatta-
og avgjaldslógir, 33 í tali, sum Toll-
og skattstovan umsitur
Lógarsavnið hjá Toll- og
skattstovuni 2004 fæst til keyps í bókabúðunum og á
Økisskrivstovunum hjá Toll- og skattstovuni kring landið,
í Tórshavn tó í Tollbúðuni.
Argir, 9. mars 2004
Toll- og Skattstova Føroya