fríggjadagur 15. juni 2012síða 90
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 25 l 18. juni 2012
34
Lýsing
Nú stendur føroyingum í boði at keypa
eina pakkaferð til Íslands at fiska laks.
Og sambært føroyingi, sum hevur
roynt at fiska í Langá, er staðið sera
væl valt.
– Umstøðurnar at fiska laks í
Langá eru framúr góðar. Langá rennur
úr Langávatni og munnar út í Borgar
fjørðin norðan fyri Reykjavík. Og nógv
er gjørt fyri at fiskiumhvørvið skal vera
so gott sum til ber, sigur Hans Hjalti
Skaale, býargartnari í Klaksvík.
Hann hevur tvær ferðir verið í Ís
landi og fiska laks í júst Langá.
– Íslendingar hava gjørt nógv
burtur úr at gera viðurskiftini so góð
sum gjørligt. Eitt nú hava teir gjørt
tað soleiðis, at til ber at stýra vatn
mongdini í ánni soleiðis, at umstøð
urnar altíð eru tær bestu, sigur Hans
Hjalti Skaale.
Fjarstøðan frá Reykjavík til Langá
er bara millum ein og hálvan annan
tíma at koyra.
– Íslendingar hava seinastu árini
gjørt nógv burtur úr at byggja smáttur
á staðnum, so til ber at búgva við
ánna. Og tað gevur ein heilt serliga
hugna, sigur Hans Hjalti Skaale.
Har eru góð viðurskifti at búgva
og tað ber til at frysta tann laks, tú
fiskar, eins og tað eisini er møguleiki
at grilla fáningin um kvøldarnar.
Vøkur náttúra
Býargartnarin úr Klaksvík hevur nøkur
serliga hugalig minnir frá túrinum í
fjør í Íslandi at fiska laks.
– Eg hevði eina føroyska flugu við,
sum klaksvíkingurin, Andrias Joensen,
hevði bundið. Eg fekk so ein laks við
hesi fluguni. Seinni lánti eg so Jógvan
Hansen fluguna, og stutt eftir fekk
hann so ein laks eisini á fluguni, og
hann skuldi vísa seg at verða størsti
laksurin, sum varð fiskaður í Langá í
fjør, sigur Hans Hjalti Skaale.
Íslendingar hava eisini gjørt vega
skapilsir fram við ánni, so til ber at
koyra við fýrahjóls akførum til ymsu
hyljarnar.
– So tað slepst væl til ánna. Og tað
er ikki bara sjálvt laksafiskaríið, sum
er ein uppliving, eisini øll náttúran
í Grenjardali er nakað fyri seg. Har
ganga hestar og seyður á beiti, tú sær
stórar gásaflokkar, og eg havi eisini
sæð rev har, sigur Hans Hjalti Skaale.
Langá er eitt hitt kendasta laksa
staðið í Íslandi, og sambært Hans
Hjalta Skaale eru viðurskiftini heilt
fantastisk.
– Tað fer heilt einfalt eingin íðin
laksafiskari vónbrotin til húsa eftir ein
túr í Langá.
Og sjálvt um Reykjavík liggur nær
við, og tað saktans ber til at koyra
ímillum høvuðsstaðin og Langá, so
mælir hann til at búgva á staðnum.
– Tað gevur ein serligan hugna,
og tað ber altíð til at gera eitt legg
til Reykjavíkar, skuldi tørvur verið á tí,
sigur Hans Hjalti Skaale, sum er íðin
frítíðarfiskari.
Allarbestu umstøður at fiska laks
Ein teirra, sum hevur roynt at fiska laks í Langá, er Hans Hjalti Skaale, og hann letur stak væl at umstøðunum