Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-15, síða 94
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2012síða 94

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 25 l 18. juni 2012 38 Lýsing At Lexus telist millum heimsins bestu bilar, vísa nógvar brúkarakanningar frá ymiskum analysustovnum kring heimin. Vit hava royndarkoyrt nýggj­ asta Lexus hybridbilin CT 200h, sum er ein bilur við tveimum samanbygdum motorum - einum 4 syl. bensinmotori og einum el-motori sum tilsamans geva 136 hk. Hybridkonseptið virkar soleiðis, at bensin- og elmotorurin supplera hvønn annan, og syrgja fyri at bilurin altíð koyrir optimalt, bæði hvat kraft, orkunýstlu og umhvørvisvernd við­ víkur. Bilurin er sera økonomiskur og koyrir upp til 26,3 km/l, hóast hetta koyrir hann frá 0-100 km/t upp á 10,3 sekund. Ein Lexus er nakað heilt fyri seg. Bara við at lata hurðar og lúkur upp og aftur, merkist beinanvegin serliga góð dygdin. Alt er gjøgnumført og lætt at handfara. Ein eksklusivur bilur í allar mátar. Bilurin vit royndarkoyrdu var sera væl útgjørdur við t.d. leðurkabinu og automatiskum 2-sonu klimaanleggi og bakkikamera. Komforturin er á sera høgum støði – bæði tí motorurin er næstan ljóðleysur og skiftini millum girini merkjast so at siga ikki. Lexus CT 200h er ein hatchback við fimm hurðum. Hann er 432 cm langur, 177 cm breiður og 143 cm høgur. Við tað at bilurin er lutfalsliga lágur og breiður, eru koyrieginleikarnir heilt í topp. Hetta merkist best í svingum eins og síðuvindur merkist so at siga ikki undir koyring. Lexus CT 200h er ein eksklusivur luksusbilur til ein góðan prís, ið er líka reinur og økonomiskur sum teir smáu minibilarnir. Bilurin, sum kostar kr. 398.000, kann síggjast og roynast hjá Reyni Service. Reinur og økonomiskur luksusbilur Lexus eru kendir fyri at vera nakað av tí besta sum finst og kann tað væntast at síggjast aftur í prísurin, men nú ber til at keypa ein flottan Lexus fyri undir 400.000. Talan er um hybridbilin CT 200h, sum koyrir upp til 26,3 km/l, og CO2 útlátið er einans 94 g/km