fríggjadagur 15. juni 2012síða 96
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 25 l 18. juni 2012
40
vikutíðindi
Pól rann
seg til gull
Enn ein Meko
partner verkstaður
Mánadagin 18. juni læt eitt nýtt bil
verkstað upp á Toftum. Talan er
um S/f Bilhjálp, sum er partur av
MekoPartner, ið er ein keta av pro
fessionellum bilverkstøðum. Í Dan
mark eru yvir 200 MekoPartner
verkstøð, ið verða rikin sum eitt heilt
serligt konsept, har verða t.d. ein
ans nýttir eykalutir í bestu góðsku.
MekoPartner gevur 3 ára garanti upp
á nýggjar eykalutir frá Mekonomen.
Hetta er triðja Bilhjálp MekoPartner
verkstað í Føroyum. Umframt verk
staðið á Toftum læt eitt upp á Skála
í síðstu viku og eitt verkstað er í Vági.
Verkstaðið á Toftum er við Rætt, har
sum Sp/f Bilverkstaðið við Rætt hevur
hildið til.
Verkstaðurin á Toftum er sera
væl útgjørdur við t.d. bremsutest
ara, diagnosetestara, 4-hjóls út
máting, trimum lyftum, tveimum
dekkmaskinum og tveimum balanser
ingsmaskinum. Allar mekaniskar um
vælingar verða gjørdar eins og olju-
og dekkskift.
– Vit bjóða øllum at vera væl
komin á verkstað okkara, sigur
Beinir Danielsen, leiðari á nýggja
verkstaðnum, sum hevur telefon
293937.
Pól Sundskarð, sum hevur
luttikið í DM í 24 tíma renning
á Bornholm, stóð seg so væl at
hann fekk gullheiðursmerki í
sínum aldursbólki.
Leygarmorgunin 9. juni kl.
11.00 varð startskotið latið
av til renningina í Rønne á
Bornholm. Pól hevði sett sær
sum mál undan kappingini at
renna 180 km, og tað náddi
hann, tá kappingin endaði
sunnumorgunin kl. 11.00.
Pól hevði fyrireikað seg væl
og leingi til hesa kappingina,
og var hann væl fyri aftaná og
sera væl nøgdur við sítt avrik.
Hann er limur í íróttafelagnum
Treysti í Klaksvík, men í
kappingini umboðaði hann
felagið Tejn IF frá Bornholm.
Pól býr í Klaksvík og
arbeiðir sum søluráðgevi hjá
trygdarfelagnum Ansni.
Hetta var tann rætti vøllurin
Arbeiðið at skifta graslíkisvøllin í
Sarpugerði í Norðragøtu er liðugt,
og nýggi vøllurin er handaður Eystur
kommunu.
Vøllurin er av slagnum DOMO FIFA
2 star, og er tað Ide Møblar, sum hevur
leverað vøllin og hevur árligt eftirlit
av honum. Arbeiðið hevur gingist
væl, of fyrsti dysturin á vøllinum var
mikukvøldið 13. juni millum Víking
og NSÍ. Jógvan Martin Olsen, venjari
hjá Víkingi, sigur, at teir eru sera væl
nøgdir við nýggja vøllin, sum als ikki
kann sammetast við tann gamla.
Áðrenn avgerðin varð tikin, var
hann saman við øðrum og hugdu
eftir øðrum vøllum eitt nú vøllinum á
Sandi. Har var eingin ivi um, at hetta
var tann rætti vøllurin. Víkingur spældi
eisini fyrsta dystin móti B71 á nýggja
vøllinum. Leikararnir vóru allir samdir
um, at ein slíkan vøll ynsktu teir sær
í Sarpugerði.
Tað hevur stóran týdning fyri fót
bóltsspælið, at undirlagið er tað heilt
rætta. Vøllurin er sera góður at spæla
á, bólturin fer skjótari eftir vøllinum
og avleveringarnar ganga skjótari fyri
seg. Eisini fyri leikararnar er vøllurin
munandi betri og tryggari at spæla á,
sigur Jógvan Martin Olsen.
Jógvan Martin Olsen,
venjari hjá Víkingi