fríggjadagur 15. juni 2012síða 102
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
LÝSING
VIKUBLAÐIÐ VIKA 25 | 18. JUNI 2012
Trygdintåjsji
0 Pá
Ø nu
[ff — Pe gt pm
- - = — — Sr DESENSET SÆEELEN TS ff —
ff — —e—0ee——<——1—…— 1 : 7 — =
— ——— — I TILPS5555 -
= z . - ESF 257 TE em 3
Í sambandi vid at altjóða krøvini á sjónum alla tíðina
herðast, hava vit ein hóp av skeiðum og skipanum at bjóða,
siga Lassi Borðoy og Sjúrður Guðjónsson frá Navit
Seinastu árini eru trygdar- og
verndarkrøvini herd kring allan heim,
serliga eftir yvirgangsatsóknina í New
York í 2001. Navit er ein fyritøka, sum
fyrst av øllum skipar fyri maritimum
skeiðum fyri sjófólki. Harumframt
hevur Navit eisini arbeitt við góðsku-
og umhvørvisstyringarskipanum
so sum ISO 9001, ISO 14000 og
trygdarstýringsskipanin ISM
(International Safety Manegment).
Skipað verður fyri nógvum ymiskum
skeiðum sum t.d. trygdarskeiði,
heilsuskeiði, båtaføraraskeidi, målskeidi
fyri útlendingar á feråamannaskipum,
tilrættalegging og fremjan av báta-
og brandvenjingum, kreppustýring,
stabilitetsskeið, skeið í arbeiðsumhvervi
fyri sjófólk og skeið í flutningi av
vandamiklum evnum umborð á
turrlastskipum.
IMO (International Maritime
Organization) hevur tikið stig til eina
rød av trygdar- og verndartiltøkum.
Hesi tiltøk og krøv eru staðfest i
ymiskum altjóða sáttmálum, sum
limalondini hvert í sínum lagi seta í gildi
við lóg. Eisini ILO (International Labour
Organization) hevur sett nógv tiltøk
og krøv í gildi. Tað seinasta er MLC
(Maritime Labour Convention). Henda
altjóða lóggáva fer m.a. at bøta um
arbeiðsumhvervið umborð á skipum.
Skeiðini ganga fyri seg í
skeidshølunum hjá Navit og aðrastaðni
kring landið, har tingini verða roynd
í veruleikanum við bjargingarbátum,
flotbúna o.s.fr. Yvirlit yvir hesi skeið
og skeiðsætlan eru á heimasíðuni hjá
Navit.
Stórur áhugi er fyri hesum
skeidunum og øllum sum vit
hava at bjóða. Vit hava tær
myndugleikagóðkenningar sum skulu
til fyri at halda hesi skeið og kunnu
vísa á sera góð úrslit. Vit fylgja væl við
og dagføra okkum alla tíðina, so hvort
sum nýggj altjóða krgv verða sett í gildi.
Tískil loysir tað seg altíð at spyrja seg
fyri hjá Navit, um ætlanin er at fara
út at sigla, eitt nú innan fyri norska
frálandavinnu.
Øll eru vælkomin at seta
seg í samband við okkum við
fyrispurningum, siga Lassi Borðoy
og Sjúrður Guðjónsson frá Navit,
sum heldur til á 4. hædd í fyrrverandi
Saltsølubygninginum á Vestaru Bryggju
í Havn.