Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 18. juni 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 18. juni 2012 · Nr. 69 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Skuggaboksing í Degi og Viku Ingibjørg Berg kommunustjóri Tórshavnar kommuna er sek - kosta hvat tað kosta vil! Hetta tykist vera setn­ing­ urin, ið Sjónvarpið hjá Kring­ varpinum nú í eina tíð hevur sett sær fyri at breiða út og prógva. Seinasta dømið var eitt innslag í Degi og viku fríggja­ kvøldið fyri viku síðani, har ið ávíst ljós varð varpað á, at Tórshavnar kommuna hev­ur søkt um innlit í eina byggi­ máls­viðgerð hjá Tvøroyrar komm­unu, og síðani tikið inn­lits­umbønina aftur. Fyri sjónvarpsjournalistin tykist hetta í sjálvum sær at vera illgrunavert. So ella so skuldi innslagið prógva, at Tórshavnar komm­una er úti eftir bruna­ ráð­gevanum, sum Tvøroyrar komm­una hevur brúkt í byggi­málsviðgerðini av mál­ in­um, ið innlit varð søkt í. Talan er um sama bruna­ ráðgeva, sum KVF nýtti í mis­vísandi og gøluskapandi doku­mentarsendingini “Brand­fellurnar” sum Sjón­ varp­ið gjørdi herfyri. Hetta var uppáhaldið, men journalisturin hirdi ikki at kanna veruligu umstøðurnar aftan fyri innlitsumbønina. Gjørdi hann tað, hevði ongin søga verið at fylt út í Degi og viku. Bert ófyrireikað tráspyrj­ ing, har ið borgarstjórarnir í báðum kommunum skuldu haldast upp ímóti ljós­in­um orsakað av eini íspunn­ari "heksa­jakt" eftir bruna­ráð­ gevanum. Onki høpi er í teoriini hjá sjónvarpsjournalistinum. Hetta er í besta føri skugga­boksing, í veruleik­an­ um er onki at koma eftir. Hví søkti Tórshavnar kommuna um innlit? Fólk eiga at fáa eina rætt­ vísandi mynd, og søgan um innlitsumbønina er í stuttum henda: Tórshavnar kommuna hevur fingið fyrispurning frá einum byggiharra um at sleppa at byggja eina frysti­ goymslu í komm­ununi. Umsøkjarin hevur upp­ lýst, at hann ætlar at nýta sama slag av byggitilfari, sum verður nýtt til nýggja pelag­ iska virkið á Tvøroyri. Tórshavnar kommuna hevði fyri nøkrum árum síðani eitt líknandi byggi­ mál. Tá vóru í myndug­leika­ við­gerð­ini trupulleikar við at fáa byggiætlanina góðkenda hjá Brunaumsjón Landsins. Tí tók byggiverkætlanin nógv longri tíð enn ætlað. Tí hevði Tórshavnar komm­una áhuga í at fáa upp­lýst, hvørjar loysnir eru funnar á Tvøroyri, so fyri­ spurningurin í komm­ununi hesuferð kann avgreiðast so skjótt sum gjørligt. Ongin orsøk er at uppfinna djúpa tallerkin av nýggjum. Endamálið við innlitsum­ bønini frá Tórshavnar komm­unu til Tvøroyrar komm­unu var sostatt bert at vera væl fyrireikað til egna byggimálsviðgerð. Komm­ un­an vildi hesaferð veita um­søkjandi byggiharranum í kommununi góða og skjóta tænastu. Talan var tí ikki um – sum tráspyrjarin hjá KVF einoygt og ógrundað legði til grund – at spilla skattapening til eina herferð móti einum byggi­ráðgeva. Beint tvørtur ímóti vónaði kommunan at spara bæði tíð og pening hjá sær sjálvari og hjá einum byggiharra. Hví tikið innlitsumbøn aftur? Men Tórshavnar kommuna valdi at taka umbønina um innlit hjá Tvøroyrar komm­ unu aftur. So mikið er rætt. Hví tað? Jú, tí at ein formlig inn­ litsumbøn var óneyðug, og tí burturspilt tíð. Tað er bæði lættari og skjótari at venda sær til Tvøroyar kommunu beinleiðis. Lógin um alment innlit gevur øllum borgarum rætt til at krevja at fáa al­ment innlit í mál, sum ikki eru fevnd av serligum tagnar­ atlitum. Hetta er hent trygd hjá borgarunum, og eitt hent amboð hjá tíðindafólki, og myndugleikarnir royna at ansa eftir at avgreiða slík mál, soleiðis at borgarin kann hava álit á, at hann fær tað hann biðir um, tó uttan at til dømis privat ella vinnulig áhugamál hjá øðrum verða gingin ov nær. Hetta tekur orku, og kann taka eitt sindur av tíð í sjálvum sær. Men her var talan um, at ein myndugleiki ynskti at fáa upplýsingar frá einum øðrum myndugleika, tá eru aðrar reglur galdandi. Komm­ unurnar báðar samstarva væl á mongum ymiskum økj­um, og tí er ikki neyðugt at “krevja” at fáa upplýsingar hvør frá øðrum. Tí varð innlitsumbønin tikin aftur, og onnur mann­ agongd brúkt. Borgarar kenna seg tryggar Hóast agurkutíð er hjá Sjón­ varpinum, er óskiljandi, at ein alment fíggjaður public service miðil kemur sær at spinna eina søgu burtur úr púrt ongum. At nýta søguna um hesa afturtiknu innlitsumbøn til at ákæra Tórshavnar komm­ unu fyri at vilja fremja karaktermorð móti ein­um einstøkum borgara er óreiði­ ligt og ósømiligt, og tað hevur als onki við sakligan journali­ stikk at gera. Lat meg undirstrika, at innlitsumbønin hjá Tórs­ havnar kommunu hevði einki við nakran persón at gera. Umbønin var grundað á ynsk­ið um at fremja skjóta bíliga og góða tænastu í eini byggimálsviðgerð við at nýta eina virkandi loysn, heldur enn at uppfinna nakað nýtt. Hevnisøka og forfylging hoyra ongastaðni heima - allarminst hjá almennum myndugleikum ella almenn­ um fjølmiðlum. Allir borgarar kunnu tí kenna seg tryggar við, at Tórs­havnar kommunu veitir øllum borgarum eins við­ gerð. Illgitingar og skuggaboks­ ing í Sjónvarpinum fara at standa fyri Sjónvarpsins egnu rokning. Fyri at fáa tilfar til sendingarnar í hesum agurkutíðum er líkt til, at KVF hevur kastað seg yvir uppgávuna at seta Tórshavnar Kommunu í ringt ljós - heldur enn at kanna veruligu umstøðurnar aftan fyri "tíðindaflutningin" Suðurøkið við oljudepli og háídnaði Dagfinnur Danbjørg Fyri at kunna yvirliva og blóma í útjaðaranum er neyð­ugt at líta frameftir og fyrireika seg at taka ímóti tí, sum er á veg, og sum kann gerast ein góð og gevandi gongd leið inn í framtíðina. Kanska duga vit vanlig fólk ikki altíð at síggja tær gevandi loysnirnar, men vit kunnu keypa okkum væl­ kvalificerað fólk, ið duga - bæði at síggja fram­tíðar­ møguleikar og loysnir, sum kunnu skapa eitt nýtt, gott og sterkt fundament. So ábyrgdarafólk í Suð­ ur­økinum - serliga politikk­ ararnir - eiga skjótast til ber at fara til verka og finna væl­ kvalificeraði frontfigurar og seta tey í starv at finna nýggjar vinnuvegir, ið kunnu føra Suðurøkið fram í fremsta lið og gerast Føroyars mest attraktiva øki at liva, virka og búgva í komandi 100 árini. Suðurøki við oljudepli kundi verðið ein góð loysn. Háídnaður (har tímaløn og fragt ikki spælir nakra rollu í samlaða kostnaðinum) Frítíðarmøguleikar og -facili­tetir á høgum stigi (havi nevnt tað áður). Undirsjóartunnlar, ið eru eitt slag av høvuðs­puls­ æðrum, kundu lættliga verðið fíggjaðir av kinverjum, um politiski viljin er til tess. Tað er um at smíðja, með­ an jarnið er heitt. Vónandi fella uppskotini í góða jørð og bera stóran ávøkst.