mikudagur 20. juni 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 20. juni 2012 · Nr. 70
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
í meldrinum
Søkt varð um pening úr
ymsum grunnum, og gleðin var
stór, tá ið A. P. Møller í 2008 kom
við meira enn fimm milliónum
krónum.
Tað var ein trupulleiki, tá ið
tað almenna kravdi mvg av hesi
gávuni. Í 2009 varð mvg rindað
fyri at kunna sleppa í gongd
við fornfrøðiligum kanningum
og øðrum. Í 2010 kom lógin um
endurrindan av mvg, og tá var
sloppið, men grunnurin hevur
ikki fingið upphæddina aftur
fyri 2009.
Ásettu dagin í fjør
Í fjør var ligið so væl við arbeið
inum, at tey í grunninum tordu at
seta dag fyri, nær ætlanin skuldi
handast, og dagurin varð settur
til 22. juni í ár.
Tað hava arbeitt millum tveir
og átta handverkarar í Koltri alla
tíðina.
Bjørn segði festið frá sær í
2009, men Lükka hevur búð har
alla tíðina.
Í 2009 tók dóttir teirra við fest
inum fyri tvey ár, men tey søgdu
tað frá sær aftur, áðrenn tíðin var
úti. Hetta var bæði tí tey høvdu
smábørn, og tí landbúnaðurin
kom at vera minsti parturin av
arbeiðinum í Koltri.
Tá ið Bjørn hevði festið, vóru
beinini trý, seyðahald, neytahald
og ferðavinna.
Ein felagsskapur, sum nevnist
Koltursvinir, royndi at hjálpa og
stuðla henni.
Bjørn Patursson fekk tíðliga
varhugan av, at tað neyvan vóru
tey, sum skuldu taka yvir.
– Eg hálvavegna sagaði sjálvur
greinina, eg sat á.
Óvanligt festi
Koltur verður í framtíðini ikki
nakað vanligt festi.
Bjørn Patursson væntar, at
tað verður eitt tjóðarfesti.
– Men tað er púra vist, at
onkur má búgva har, tí tað verður
so nógv at røkja.
Ætlanin við Koltri er at
varðveita fornminnini og alt
siðsøguligt annars, at eitt øki
skal friðast fyri husdjór og at
varðveita
føroysk
húsdjór
í
oynni.
– Um nakar møguleiki verður
fyri tí, er eingin ivi um, at eg
kundi hugsað mær at búð fast
aftur í Koltri. Men eg ikki kenni
treytirnar, og eg skal ikki verða
nøkur forðing hjá øðum, sum
kundu havt áhuga, sigur Bjørn
Patursson.
Neytini farin
Meðan hann hevði festið í Koltri,
fekk hann sær nøkur skotsk
fjallaneyt. Tey hóska ikki inn í
ætlanina við Koltri, men neytini
eru til í Føroyum enn og ganga í
Kirkjubø og í Gásadali.
Bjørn Patursson sigur, at
landsstýrismaðurin Jacob Vester
gaard hevur verið ein eldsál í ar
beiðinum, og hann er spentur,
hvat landsstýrismaðurin fer at
siga fríggjadagin.
FAKTA
Bjørn Patursson
Stjóri á Búnaðarstovuni
Giftur við Lükku.
Tey eiga tvær døtur
Um vikuskiftið verður stórt
hátíðarhald í sambandi við,
at endurbyggingin av gamla
býlinginum í morgin verður liðug
Endurbygging
Tað er nógv arbeiði í at endurbyggja gomul
hús. Her eru handverkarar í ferð við at
umvæla gamla bróstaviðin. Alt tilfar,
sum kann nýtast, verður endur nýtt