Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2012síða 2

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 22. juni 2012 · Nr. 71 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov vikuskiftisblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað eru nøkur viðurskifti í politikki, sum ofta verða umrødd, sum fleiri feg­in vilja hava sínar bersøgnu mein­ing­ar um – og sum ofta eru uppi at venda í løg­ting­i­num, men sum ong­an­tíð verða loyst. Eitt tílíkt mál er aðalmálið hjá fólki sunn­an­fjørðs, sum í eini 20 ár hava havt ynski um, at Strand­ferðsl­ an ikki skal leggj­ast, tá verk­fall er. Vit skilja væl fólk­ið sunn­an­fjørðs, tí tey í Sand­oy og Suð­ur­oy verða so nógv harð­ari rakt, tá Starvs­manna­ fel­ag­ið ella ar­beiðs­mann­a­fel­øg leggja sigl­ing­ina um Suð­ur­oy­ar­fjørð og Skop­un­ar­fjørð lamna í dag­ar ella í vik­ur. Eitt er, at tey ikki fáa ferð­ast inn á meg­in­land­ið, men hetta rak­ar eis­ini vinnu­lív­ið hart og er ein hótt­ an móti trygd­ini í øki­num. Sambært tí, sum forkvinnan í Stravs­manna­fel­ag­num sig­ur við Sos­i­al­in í dag, so røk­ist einki fyri, at ein loysn finst við sam­ráð­ing­um mill­um fak­fel­øg og lands­stýr­ið, tí Starvs­manna­fel­ag­ið vil – sum vera man – ikki frá­siga sær ein fram­úr góð­an trumf, sum tað er at leggja tvær heil­ar oyggj­ar lamn­ar, með­an fólk­ið í Havn valla grun­a­r, at verk­ fals­støð­a er. Men hinvegin so er tað ikki í lagi, at eing­in megnar at skera í­gjøgn­ um. Lands­stýr­is­fólk­ini klára tað ikki. Fak­fel­øg­ini klára tað ikki, og løg­tings­fólk klára tað ikki. Tí er støð­an fast­læst, og eing­in broyt­ing er at hóma. Vit kunnu siga tað sama um hes­ar væl­sign­aðu koyr­i­peng­ar­nar, har pol­it­ik­ar­ar sjálv­ir hava gjørt síni egnu við­ur­skifti so lukra­tiv, at lands­stýr­is­fólk fáa upp í 13.500 krón­ur skatta­frítt um mán­að­in om­an á løn­ina. Hetta mál­ið hev­ur fleiri ferð­ir ver­ið og vent í ting­i­num – men tað er so al­tíð tí at miðl­ar­nir hava gjørt vart við tað. Men hó­ast upp­skot kem­ur á ting­borð, so eydn­ ast tað al­tíð at skúgva tað til viks við onkr­ari und­an­førslu. Sein­ast var tað tí, at løg­mað­ur ar­beið­ir við mál­i­num. Men úrslitið verður tað sama. Í seinastu orrustu hoyrdu vit for­mann­in í fíggj­a­r­nevnd­ini hjá løg­ting­i­num grund­geva fyri sín­um sjón­ar­mið­um um, hví neyð­ugt er hjá pol­i­t­ik­ar­um at hava sker­skip­an­ ir á hes­um øki. Hann segði, at ting­ fólk skulu hava skatta­frí­ar koyri­ peng­ar at koyra til Havn­ar fyri, tí at ar­beiðs­pláss­ið hjá ting­fólki – alt­so hjá teim­um sum búgva utt­an fyri Havn­ina – er heima við hús. Tá tey fara til Havn­ar á ting­fund, fara tey ør­indi fyri ar­beiðs­gev­ar­aran, vildi Bárð­ur Nilesen vera við. Niðurstøðan er tí, at tað ber til at gera ser­skip­an­ir, tá tað er til fyri­ muns fyri pol­i­tik­ar­ar­nar sjálvar. Men tað ber ikki til at gera ser­ skip­anir fyri mann­ing­ina á Smyrli og Teist­a­num, til tess at tryggja sam­ferðsl­una til suð­ur­økið. Hetta er før­oyskur pol­it­ikkur í ein­um nøtu­hylki... Tað ber ikki til at gera serskipanir fyri Suðurøkið... Enn er Landsbanki Føroya ikki nið­ur­lagd­ur sum stovn­ur. Men fíggj­ar­mál­a­ ráð­harr­in hev­ur av tings­ ins røð­ar­a­palli boð­að frá, at hann ætlar at leggja nið­ur Lands­bank­an sum stovn og gera ein deild sam­an við Hag­stov­uni undir Fíggj­ar­ mál­a­ráðnum, sum skal eita »Telja«. Hetta var ein ikki sørt marg­hátt­lig fráboðan frá ein­um fíggj­ar­mál­a­ráð­ harra. Hvussu gongur við hesi ætl­an, hava vit ikki frætt nærri um, men í gjár kom ein frá­boð­an frá Lands­ bank­a­num um, at Lands­ bank­in Før­oya og Danmarks Nat­i­o­n­al­bank hava gjørt eina sam­starvs­av­talu um hag­tøl. Okk­urt bendir á, at Lands­bankin stríð­ist fyri at yvir­liva. Vit kunud ímyndað okk­ um støðuna í Danmark, um Bjarne Corydon brádliga ein dagin av Fólkatingsins røð­a­r­a­palli boð­aði frá, at hann fór at nið­ur­leggja Dan­marks Nat­i­on­al­bank – leggja hann saman við Dan­m­arks Stat­i­stikk – og at nýggja navnið fór at vera »Tæl­le«, kanska við enska und­ir­heit­i­num »Coun­ting«. Corydon hevði ikki bara verið til grin. Hann hevði ver­ið kjøl­hál­að­ur og fing­ið dura­fjórð­ing­in sum politikari. – Men tað fer Bjarne Cor­ y­don helst at gera. Jørgen fíggj­ar­mál­ a­ráð­harri hev­ur skuld­ sett Cory­don fyri at herma eft­ ir sær við skatt­ing­ini av pen­sjón­ um, so hví skal hann ikki eis­ini stjala hetta góða hug­ skot­ið...? Tjóðbankin skal eita »Tælle« Veldst hvørjum tað gagnar Á ársins longsta degi hvarv ein bý­ar­mynd í Havn. Gomlu eyðkendu hús­ini hjá Hákun Djurhuus, fyrr­ver­andi løg­ manni, sum hava staðið á Kráku­steini í Havn síðani tey vórðu bygd í 1887, vórðu í orðs­ins rætta týdningi skrødd sundur og beind burt­ur við stórum krana og last­bilum. Tað er eitt felag, sum eit­ ur »frá 25. september 1978 Sp/f«, hjá makrelreiðaranum í Hirtshals, kvívíkinginum Gull­ak Madsen, sum eigur hús­ini, sum hann keypti frá arv­ing­u­num hjá Hákuni Djur­huus fyri nøkr­um ár­ um síðani. Hann keypti um sama mundið eis­ini grann­a­ húsini, gomlu post­meist­ar­a­ hús­ini. Almenni søluprísunin fyri hesi húsini til­sam­ans lá um 12 milliónir krón­ur. Grundstykkini eru á­vika­vist 331 fermetrar og 436 fer­metr­ ar, so tað gevur ein fer­metr­a­ prís – um vit bara hugsa um grund­stykk­ið – upp á út við 16.000 krónur. Sum skilst er ætlanin at byggja skrivstovubygning á báð­um grundstykkjunum. Áðrenn Hákun Djurhuus keypti húsini, átti Kristian Djur­huus, fyrrverandi løg­ mað­ur, hús­ini – sum soleiðis ikki hava so lítlan týdning í Føroya søgu... Húsini hjá Hákun Djurhuus rivin niður Perla endaði sum skrímsl Hergeir Nielsen Tíðargrein á síðu 19 Lat hurð­ar upp, ger borg­lið breið Annika Sølvará Eygamálið á síðu 18 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000