fríggjadagur 22. juni 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 22. juni 2012 · Nr. 71
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Saltsølubygningurin
og
bygningarir, sum eina ferð
vóru ogn hjá Bacalao, eru í
dag ikki júst vakrir á at líta.
Men um ikki so langa tíð
fara teir at standa sum prýði
ligir bygningar á vestara
havnaøki í Havn.
Bæði havnanevndin og
fíggjarnevndin hava samtykt,
at bygningarnir skulu klæð
ast. Býráðið hevur fund um
málið í næstu viku, og so
skjótt sum býrásðsamtyktin
er gjørd, skuldi arbeiðið
kunna byrja.
Tórshavnar býráð keypti
í 1994 Saltsøluna, og bygn
ingarnar hjá Bacalao, seinni
Fiskavirking, vórðu keyptir
í fjør fyri at stuðla teimum,
sum høvdu hug og dirvi at
fáa gongd aftur á fiskaarbeiði
í Havn.
Rúm fyri fleiri
Í Saltsøluni húsast fleiri fyri
tøkur, sum hava við sjó- og
skipavinnu at gera og vinnur
avleiddar av tí.
– Vit vilja fegin hýsa fleiri
slíkum fyritøkum, og eg
síggi fyri mær, at húsið kann
gerast ein íbirtingardepil, sig
ur Jákup Símun Simonsen,
formaður
í
havnanevnd
Tórshavnar býráðs.
Fyrst av øllum skulu bygn
ingarnir klæðast.
Selmar Nielsen arkitektar
áttu vinnandi uppskotið um,
hvat gerast skal.
Bygningurin hjá Saltsøl
uni er í góðum standi, men
har lekur og har gýsur. Innan
verður ikki tað stóra gjørt, og
innrættað verður meira eftir
tørvi.
Tá ið arbeiðini vóru boðin
út, kom Húsavarðartænastan
við lægsta boði upp á at
klæða Saltsøluna, og Articon
átti lægsta boð upp á at klæða
teir báðar bygningarnar hjá
Bacalao.
Samanlagt fara arbeiðini
at kosta umleið 20 mió. krón
ur, íroknað óvæntaðar út
reiðslur.
Tað er minni, enn kostn
aðarmetingin segði.
Jákup Símun Simosen
heldur, at kommunan fær
nógv fyri peningin, tí saman
lagt eru flaturnar næstan
3000 fermetrar.
Ikki er neyðugt við lán
tøku. Arbeiðini verða fíggjað
av Tórshavnar havn.
– Vit fáa vakrar bygningar,
sum verða sonn prýði fyri
býin. Haraftrat er málið, at
vinnan skal trívast og menn
ast í Havn, sigur Jákup Símun
Simonsen.
randi@sosialurin.fo
Fer at prýða býin og
menna vinnulívið
Vinna Fyrrverandi Saltsølan og fyrrverandi bygningarnir hjá Bacalao skulu nú klæðast.
Tórshavnar býráð vónar, at Saltsølan fer at menna vinnurnar, sum hava við sjógvin at gera
Jákup Símun Simonsen, formaður í havnanevndini
vónar, at meira lív fer at koma í á vestaru bryggju
Mynd: Álvur Haraldsen
Fyribils skulu bygningarnir klæðast, bæði fyri at tetta teir og fyri at prýða