fríggjadagur 22. juni 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 22. juni 2012 · Nr. 71
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Føðingar
15. juni fingu Iben og Regin Faaborg, Søldarfirði, eina
dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3870 gr.
Langafríggjadag 6. apríl fingu Símun og Silja ein
lítlabeiggja, Filip. Hann var 52 cm langur og vigaði
3500 gr. Foreldrini eru Jóhanna Restorff og Jan
Jóanesarson, búsitandi í Århus.
10 juni fingu Beinta Djurhuus og Kjell Johansen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði
3820 gr.
11. juni fingu Eyðna Norðfoss og Alfred Wøldike,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði
3810 gr.
11. juni fingu Susie og Ørvur Norðberg, Tvøroyri, eina
dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3670 gr.
Vilmund Jacobsen
Av samlaðu føroysku makrel
kvotuni í ár á stívliga 148.000
tons, verða 4.000 tons ikki
útlutað beinanvegin, tí hesi
tonsini verða til Havstovuna
at ráða yvir. Aftrat hesum,
eru 8.000 tons, sum eru
ætlað til aðrar vinnuligar
royndir – og møguliga til
býtishandil við onnur lond
um veiðirættindi.
Býta við tosk
Jacob Vestergaard, lands
stýrismaður í fiskivinnumál
um, sigur, at í vár vístu russar
eina ávísan áhuga fyri kanska
at býta eitt sindur meiri av
toski í Barentshavinum um
við makrel úr føroyskum
sjógvi.
– Vit hitta russar aftur í
Reykjavík í Íslandi um einar 10
dagar, tá fiskimálaráðharrar
í Norðuratlantshavi fara at
hittast á árligum fundi. Við
eitt slíkt høvi plagdu vit
eisini at tosa saman land
anna millum.
Landsstýrismaðurin sig
ur, at í Íslandi ætlar hann at
finna út av, um áhugi fram
vegis er hjá russum at býta
eitt sindur meiri av makreli
um við tosk í Barentshavin
um.
Í verandi avtalu við russ
ar, er býtisfiskurin, sum Før
oyar lata aftur fyri tosk úr
Barentshavinum, makrelur
og svartkjaftur, tó at russar
í avtaluni fyri 2012 fáa nógv
minni makrel enn í undan
farna ári.
– Við tað, at svartkjafta
kvotan øktist, kundu vit lata
russum í verandi avtalu væl
meiri av svartkjafti, og tí
minkaði parturin av makreli
í býtisavtaluni.
Serliga Rusland
Jacob Vestergaard heldur, at
tað serliga er Rusland, sum
er áhugavert í einum møgu
ligum býtishandli fyri økt
veiðirættindi í hesum árin
um.
– Líkt er ikki til, at vit
koma nakran serligan veg í
býtishandli við onnur lond,
eitt nú Ísland og Grønland,
leggur hann aftrat.
Landsstýrismaðurin fegn
ast annars um, at nógv betri
javnvág er í avtaluni við russ
ar nú enn áður.
– Eg vil siga, at í avtaluni
við russar fáa vit nú væl
meiri tosk fyri tað, sum vit
lata undan Føroyum, og vit
kunnu bara fegnast um, at
meiri liggur eftir í okkara
part, enn tað áður hevur
gjørt í sínámillum fiskiveiði
avtaluni landanna millum,
sigur Jacob Vestergaard.
Útlit eru til
meiri tosk
frá russum
Tað er ikki óvist, at Føroyar ikki kunnu fáa nøkur tons
av toski aftrat frá russum úr Barentshavinum í ár, um
vit lata teimum nøkur tons av makreli aftrat
- Í Íslandi um einar 10 dagar ætli eg mær at finna út av, um áhugi framvegis er
hjá russum at býta eitt sindur meiri av makreli um við tosk í Barentshavinum,
sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Í avtaluni við russar
fáa vit nú væl meiri tosk
fyri tað, sum vit lata
undan Føroyum