Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-22, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 22. juni 2012síða 27

‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Fríggjadagur 22. juni 2012 · Nr. 71 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavnar kommuna Tórshavnar kommuna er høvuðsstaðarkommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini. Vit leggja stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava ein nútímans leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo www.torshavn.fo Tórshavnar kommuna stendur fyri nógvum áhugaverdum vegarbeiðum. Málsviðgerin innan ferðslu hevur valt at fara í annað starv og tískil søkja vit eftir nýggjum starvsfelaga, ið hevur hug og dirvi at føra spennandi uppgávur út í verki. Plan og rasktrardeildin hevur 8 málsviðgerar á deildini, og heldur til í posthúsbygninginum saman við byggi- og býarskipanardeildini. Á deildin starvast harumframt 65 fólk, ið mest standa fyri viðlíkahald av kommunalu tekniskum veitingum. Arbeiðsuppgávur • viðgera størri og smærri prosjekt innan vegatekniska økið • fyrireika mál fyri nevnd • samskifta við borgaran o.a. Kommunan ynskir at tú ert útbúgving verkfrøðingur, helst innan ferðslutrygd, hevur viðkomandi arbeiðsroyndir og royndir innan almenna fyrisiting. Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika til telduforritini Microstation og Microsoft Officepakkan. Neyðugt er, at tú hevur vanligt koyrikort. Persónligir eginleikar Kommunan væntar at tú ert røkin, gongur undan í at menna tænastustøðið og dugir væl at fara við starvsfeløgum og viðskiftafólki. Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt, kunna taka avgerðir og duga væl at málbera teg í skrift og talu. Setanarviðurskifti Starvið verður sett skjótast til ber og verður sett sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag. Meira fæst at vita Við at venda sær til Jóannes S. Jensen, deildarleiðara ella Boða Haraldson, býarverkfrøðing á tlf. 302010. Umsókn Saman við avrit av prógvum, viðmælum og upplýsing um royndir, skal vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. juli 2012. Umsóknin skal stílast til Tórshavnar kommunu, postboks 32, FO-100 Tórshavn, ella sum teldupost til torshavn@torshavn.fo og viðmerkjast „Starv á plan- og rakstrardeildini“. Onnur leys størv í Tórshavnar Kommuna – Lesið meira á www.torshavn.fo Leiðari – Dagstovnin Lítlaskóg Umsóknarfreist 25.06.2012 Leiðari – Dagstovnin Løkjatúni Umsóknarfreist 25.06.2012 Pedagogur – Dagstovnin í Øksnagerði Umsóknarfreist 04.07.2012 Pedagogar – Dagstovnin við Botnánna Umsóknarfreist 04.07.2012 Hjálparfólk – Dagstovnin á Argjum Umsóknarfreist 04.07.2012 Verkfrøðingur til Plan- og rakstrardeildina Vinningurin hesaferð er gávukort, virði 4000,- frá Cosméto Niels Finsensgøta 38 • FO-100 Tórshavn • Telefon: 31 80 70 • www.cosmeto.fo